Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. desember 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JÓLAHUGNI Áki Bertholdsen Tey, sum hava koyrt ígjøg- num Vág hesa seinastu tíðina uppundir jól, hava lagt til merkis, hvussu ómetaliga hugnaligt mið- býurin er pyntaður. Ikki minst økið uppi við minn- isvarðan mitt í bygdini, hevur sett sín serliga jóladám á Vágsbygd hesa tíðina. Tað er Herman Christ- iansen, arbeiðsformaður hjá kommununi, sum hevur gjørt bæði reinsdjórið, “gleðilig jól” og hitt jóla- pyntið. Tað er gjørt burt- urúr stáli, sum hann hevur boygt og so eru perur settar uppí. Herman sigur, at bestu lønina, hann hevur fingið fyri hetta, tað er, at so nógv fólk hava tosað við hann um, hvussu vakurt og hugnaligt, tey halda, at hetta er, ikki minst børnini og tað gleðir hann sera nógv, sigur hann. Vágbing- ar siga eisini, at tað hevur nógv fólk verið norðan av oyggj í Vági, sum fyrst og fremst eru komin at hyggja eftir jólapyntinum í mið- býnum. Hann sigur, at næsta ár er ætlanin at gera enn meiri burturúr. Hann hevur eina ætlan, men vil ikki avdkúka hana enn, tí tað skal helst vera eitt sindur spennandi. Men hann sigur, at tað skal farast fram við varsemi fyri ikki at gera ov nógv av, tí so kann økið blíva yvir- pyntað og oyðilagt. So tað, sum hann ætlar til næsta er, at leggja eitt sindur afturat og so at pynta meiri eftir vegnum o.s.fr. Jólahugni í Vági Pyntið, sum Herman Christiansen hevur gjørt í miðbýnum í Vági, hevur sett sín heilt serliga jóladám yvir Vágsbygd Nr. 248 - 23. desember 2000 3 gult cyan magenta svart 2 Nr. 248 - 23. desember 2000 Gjørdi skjótt av Tann 23 ára gamli glyvr- amaðurin Hilmar Sam Lamhauge er settur sum leiðari á Statoil støðini í Saltangará. Hilmar, sum tekur við eftir Rodmund Nielsen, komandi býráðsfor- mann, hevur bara verið hálvtannað ár í starvi hjá Statoil, nú hann er biðin um at átaka sær starvið sum deildarleiðari í Sal- tangará. Men tað ræðir hann ikki, at hann er ungur bæði á aldri og í starvi, sigur Hilmar Sam lam- hauge. Eitt sindur hevur hann arbeitt á støðini, og hann hevur rættiliga gott fólk aftrat sær, letur hann at. Handilskvinnurnar eru ógvuliga fyrikom- andi og hjálpsamar, og bókhaldarin er mestsum eitt »vandrandi leksi- kon«, sum hann tekur til. So hann væntar ikki, at tað fer at standa á við góðum stuðli. Hilmar Sam Lamhau- ge gjørdist matematisk- ur studentur á Kambs- dali í 1998. Bæði áðrenn og aftan á tað hevur hann verið til skips, um- framt at hann hevur smíðað hjá pápanum, sum er snikkari. Eisini hevur hann onkuntíð smíða saman við øðrum. Hann kom á heysti í 1999 í starv á Statoil støðini í Saltangará, og verður á nýggjárinum, eftir áheitan, leiðari á støðini, tá verandi leið- arin, Rodmund Nielsen verður býráðsformaður. Ígjár fylti Sigurd Berg- hamar í Havn 90 ár. Hó- ast hann er føddur í Havn og hevur búð í Havn meginpartin av lívinum, roknar hann seg sum klaksvíking og heldur enn við KÍ. Trý ára gamal flutti Sigurd við foreldrunum til Klaksvíkar, har hann vaks upp. 21 ára gamal fór hann aftur til Havn- ar, har hann gjørdist skrivstovumaður burtur- av. Í Sjóvinnubankanum var hann eitt skeið, men tá Esmar Fuglø fór at selja olju, fór Sigurd í starv hjá honum á tí felagnum, sum seinni bleiv til Esso og nú Stat- oil. Arbeiðið á oljusøl- uni gjørdist hansara lívsstarv. Sigurd giftist í 1938 við Onnu Katrinu Han- sen, nevnd Tinna, av Toftum. Tey fingu fýra børn. Elst er dóttirin Gunnvør, síðan Øssur, Rúna og Erla. Systrarnar búgva allar tríggjar í Havn, meðan Øssur býr í Keypmannahavn. Sigurd Berghamar er eisini kendur sum rit- høvundur og skald. Hann hevur skrivað tvær bøkur. Fyrst Biblíuorða- bókina og síðan bókina »Men Guð gav vøkst«, sum er um søguna hjá Brøðrasamkomuni í Føroyum. Umframt hevur hann yrkt og umsett fleiri sálmar og sangir. Nakrir eru at finna í Sangbók Guðs fólks hjá Brøðra- samkomuni. Umframt eina rúgvu av veitslu- sangum og tílíkum. Sigurd Berghamar hevur eisini verið nógv brúktur sum rættlesari. Í tí sambandi kann nevn- ast, at eitt av teimum størru arbeiðunum á tí økinum, hann var við til, var at rættlesa fyrstu føroysku bíbliutýðing- ina, sum kom út í 1947. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Dagbjørt S. Hansen dagbjort@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. DAGSINS MEINING Jól Luk 2, 1-14 Táið eitt menniskja liggur sjúkt, og sjúkan hóast alt, hvat læknarnir gera, verður verri og verri, til tað at enda- num tykist øllum greitt, at nú stundar tað móti deyðanum, og tað so álíkavæl hendir, at sjúklingurin knappliga fer at batna, so plagdu teir lærdu at siga, at nú var kreppan yvirstaðin. Jólini eru kreppan í árinum. Síðani 21. juni, táið nátt og dagur tóktust okkum líka, hevur tað gingið aftur á hond- ina við degnum líka til 21. desember, har ein illveðurs- dag náttin hevur so nógv vald hjá okkum, at ljós má brenna allan dagin. Men so fer tað aftur at lýsna, og alt á foldum fer at gleða seg til sól og summarhita. Jólini eru kreppan í verð- aldarsøguni. Jesu føðing ella fylling tíðarinnar, sum Paulus so rámandi kallar hendingina, er tann miðdepilin í verðald- arsøguni, sum alt snýr seg um. Størsti parturin av heimi- num býtur tíðina sundur í tíð- arskeiðini undan og eftir føðing Krists. Ei undur í. Mannættin var smokkað so djúpt niður í myrkur vónloys- ins og syndarinnar, og ótti nívdi henni, so eingin visti sær bjarging, men tá var tað ljósið tendrað, sum skeint yvir allan heimin til at lýsa fyri teimum, sum situr í dali deyðaskuggans og myrkurs. Tá ljóðaði tað til seyðamenni- nar: Óttist ikki, tí tykkum er í dag ein frelsari føddur. Jólini kunnu eisini verða ein kreppa fyri tað einstaka mannahjarta. Ert tú sokkin so djúpt í synd, sorg og deyða- angist, sum nakað menniskja kann søkka, har tú ert komin á botn og hevur lært at kenna ta djúpu neyð, har tú ikki kanst hóma ein einasta sólar- geisla, – hoyr tí, hvussu jóla- klokkan kimar fyri fylling tíðarinnar, tær til sálarbót. Hátíðin fyri føðing Krists kann eisini gerast tann stóra broytingin í lívi tínum, so at tú mitt í bølamyrkrinum kann hóma ljósið av himni. Á hesi stóru hátíð ársins, søgurnar og lívsins, møta vit tveimum kongum: Augustus keisara í Róm og hinum Harra Jesu Kristi í Dávids staði. Augustus situr á trúnu síni í glæstriborgni í Róm. Vit kenna andlit hansara av standmyndum frá samtíðini: eitt vakurt sterkt andlit, ið sýnir okkum ein mann við sterkum vilja, ein mann, sum er vanur at sigra og sum ikki letur seg boyggja, hvørki av vinum ella fíggindum. Aug- ustus var heimsins mætasti maður. Hann var tilbiðin eins og gudur, og orð hansara var lóg. Hann sendi júst tá boð út um, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal, men hann visti einki um tað barnið, sum júst tá var borið í heim, men vit høvdu vitað lítið meira um Augustus í dag, enn vit vita um hinar rómversku keisarar- nar, um ikki hetta barnið var føtt, meðan hann var keisari. Hetta lítla barnið er hin kongurin, sum skuldi gerast so nógv meira kendur enn Augustus. Hvussu Jesus hev- ur sæð út vita vit ikki. Men sambært Jesaia profet, so skal hann ikki hava verið glæsilig- ur á at líta, so vit vegna út- sjónd hans kunnu finna hugna í honum. Men vita vit einki um út- sjónd hansara, so vita vit so mikið meira um lív hansara og virki, um lyndi hansara og vilja. Hann var spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta. Hann gjørdi ikki synd, og svik var ikki funnið í munni hans. Hann hjálpti øllum, sum heittu á hann, og hann lærdi okkum, at alt tað vit vilja, at menniskju skulu gera móti okkum, tað skulu vit eisini gera móti teimum. Hann hin reini og syndafríi doyði fyri tínar syndir. Kreppa ella ikki, so kunnu jólini verða tey kyrrindi í lívi tínum, har rákið vendir hart frá vandasjógvi móti heima- strond. Gævi so var hjá øllum, ið hetta lesa og bert kenna heimsins kong, so fáa vit øll eini gleðilig jól. NØVN Í VIKUNI Tøkk Vit vilja hervið takka øllum, sum gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum tann 10. desember 2000. Eisini vilja vit ynskja øllum vinum og kenningum eini gleðilig jól og gott nýggjár. Elsa og Sigurd Sigurd Berghamar 90 ár