leygardagur 23. desember 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eftir nýggjár fer
Miðflokkurin at
leggja uppskot fyri
tingið um at hjálpa
teimum, sum mistu
húsini í kreppuárun-
um fyrst í nítiárunum
KREPPUHJÁLP
Áki Bertholdsen
Nú skulu tey, sum komu í
fíggjarligt óføri í kreppu-
árunum fyrst í nítiárunum,
hava fíggjarliga hjálp, fyri
at sleppa undan skuldini.
Tað heldur í hvussu so er
Miðflokkurin.
Jenis av Rana, sum er
løgtingsmaður fyri Mið-
flokkin, fer stutt eftir
nýggjár at leggja uppskot
fyri tingið um at hjálpa
teimum, sum komu illa fyri
í kreppuni.
–Tað verið nógv tað lætt-
asta at gjørt eitt uppskot
um at áleggja landsstýrin-
um at gera ein slíka lóg.
– Men vit hava alt ov
nógv dømi um, at slík
uppskot, koma ikki longur
enn í eina skuffu í Tinga-
nesi og har verða tey so
súltað og koma ongantíð
longri.
Løgtingsmaðurin sigur,
at tí ætlar hann at smíða eitt
fullfíggjað lógaruppskot,
sum so verður lagt fyri
tingið.
Hann sigur, at uppskotið
er ikki endaliga orðað, men
sjálv beinagrindin er form-
að.
– Uppskotið kemur helst
at miða ímóti, at tey skulu
fáa hjálp, sum hava eina
negativa eginogn á ognar-
uppgerðini, og at hendan
negativa eginogn kann sig-
ast at vera ein avleiðing av
húsagangi undir kreppuni.
– Tað vil siga, at tey,
skulu fáa hjálp, sum vórðu
harðast rakt av, at virðini á
sethúsum vórðu skrivað
niður í helvt eftir einari
nátt.
– Hetta vóru fólk, sum
ikki megnaðu at sita í hús-
unum, men mátti lata bank-
anum lyklarnar. Tey komu
sostatt at vera fyri teirri
vanlagnu, at tey bygdu hús
fyri dagsprís undan krepp-
uni, men at húsini so vórðu
seld aftur á tvingsilssølu
fyri dagsprís undir krepp-
uni.
Jenis av Rana sigur, at
hesi fólkini komu í allar-
flestu førum at sita eftir við
eini skuld til bankarnar
uppá nakrar hundrað tús-
und krónur.
– Men Bankin heldur
framvegis fast við kravið,
ella partar av tí.
– Sostatt noyðast summi
av hesum fólkum at leiga
fyri opkursprís, meðan tey
harafturat noyðast stríðast
við eina gamla skuld, sum
onki virði er aftanfyri.
– Onnur royna at flýggja
undan skuldini á ymsan
hátt, men tey vita, at neyv-
an nakrantíð verða skuldar-
frí. Uppaftur onnur rýmdu
av landinum og hava fingið
eina rímiliga tilveru uttan-
lands. Men tey vita, at tey
kunnu ikki koma heimaftur,
tí her stendur pantifútin og
tekur ímóti teimum.
Jenis av Rana sigur, at
talan er eisini um at hjálpa
teimum, sum máttu frysta
skuldina niður, men sum
verða fíggjarliga sperd, nú
lánini skulu tiðnast upp
aftur.
Ætlar at hjálpa teimum sum
mistu hús og heim í kreppuni
–Nógvir túsund føroyingar komu so illa fyri í
kreppuárunumm, at teir máttu rýma frá húsi og heimi.
Teir eiganú at fáa hjálp, so at teir sleppa undan skuldini so
at tey fáa sítt fíggjarliga frælsi aftur, sigur Jenis av Rana,
løgtingsmaður. Eftir nýggjár fer hann at leggja uppskot fyri
tingið un hetta
Eini hjún betaltu
11.000 krónur um
mánaðin í níggju ár,
men stóðu eftir við
stórari skuld tá ið
avtornaði. Hevur
bankin onga skyldu
mótvegis hesum
fólkum, spyr Jenis av
Rana
KREPPUHJÁLP
Áki Bertholdsen
– Uppá níggju ár, betaltu
tey eina heila millión í
rentum og avdráttum. Men
kortini komu tey at standa
eftir við eini skuld uppá
eina hálva millión.
Hetta er støðan hjá einum
húskum í Havn.
Sum tað sæst aðrastaðni í
blaðnu, fer Jenis av Rana,
løgtingsmaður, nú at leggja
uppskot fyri tingið um at
hjálpa teimum, sum komu
illa fyri í kreppuárunum
Í hesum sambandi greiðir
hann frá einum ítøkiligum
dømi um, hvussu illa eitt
húski kundi koma fyri í
kreppuárini.
Hetta veruliga dømi, er
um eini hjún, sum bygdu
hús miðskeiðis í áttati-
árunum.
– Tey skyldaðu umleið
eina millión í húsunum. Og
hvønn mánaða í níggju ár
gjalda tey umleið 11.000
krónur um mánaðin. Hesi
níggju árini hava tey sostatt
goldið eina heila millión í
rentum og avdráttum. Men
hóast tey hava goldið so
nógv, minkaði skuldin bara
góðar 100.000 krónur øll
hesi árini.
– Í 1993 missa bæði
maður og kona arbeiðið og
avleiðingin er, at tey eru
ikki før fyri at gjalda rentur
og avdrátt í næstan eitt ár.
– Rentan av hesum er so
mikið høg, at bara hetta
eina árið, missa tey so at
siga alt, sum tey hava
goldið øll hini níggju árini.
Avleiðingin er, at bankin
setur krav fram um at fáa
gjaldið, ella lyklarnar til
húsini...
Jenis av Rana sigur, at
hesin sami bankin hevur
fingið einar tríggjar milli-
ardir frá Føroya fólki og frá
danska
landskassanum.
Hetta var peningur, sum
bankin júst fekk til at seta
av ímóti slíkum tapum.
– Men, hvat ger bankin í
hesum førum? Hann selir
húsini fyri 500.000 krónur.
– Sostatt komu hesi hjún-
ini at standa eftir við eini
skuld uppá hálva millión,
sum tey verða noydd at
gjalda av, hvønn einasta
mánaða.
Jenis av Rana spyr, um
bankin ongar skyldur hevur
mótvegis
fólkum
sum
hesum.
Hann sigur, at Miðflokk-
urin hevur ikki endaliga
orðað
uppskotið
um,
hvussu hesi fólkini, skulu
hjálpast - um tað skal verða
banlin,
sum
avskrivar
skuld, ella um tað skal
verða landskassin, sum
hjálpir beinleiðis.
Men hann heldur, at tað
kann koma út uppá eitt, tí
landskassin, og sostatt Før-
oya fólk, eigur bankan. So
tað kann gera tað sama,
hvussu hjálpin verður latin.
Sótu eftir við eini skuld
uppá hálva millión
Nr. 248 - 23. desember 2000
5
4
Nr. 248 - 23. desember 2000
gult cyan magenta svart
Út at stima á alnótini...
Nú er nýggja heimasíðan hjá Føroya Sparikassa
á netinum, og við at stima út á
finnur tú eitt góðadagaland.
Sethúsamarknaður,
Gjaldoyrayvirlit
og
lániút-
rokningar eru bara nakrir av teimum nýggju
møguleikunum á
Føroya Sparikassi hevur tikið enn eitt stig inn í
framtíðina
www.sparikassin.fo
www.sparikassin.fo
www.
.fo
Tey av Kamarinum
hava givið nýggja
fløgu út. Men løgini
eru vælkend. Talan er
um gamlar
innspælingar, sum
eru nýmótansgjørdar
Í vikuni kom nýggj fløga
við teimum av Kamarinum
á marknaðin.
Hetta er fløga við goml-
um innspælingum, sum
fyrr hava verið givnar út a
LP og bandi. Upptøkurnar
eru gjørdar í studio hjá
Milson
Zachariassen
í
1982-1984.
Á fløguni eru 12 løg,
sum øll eru vorðin meira og
minni fólkaogn. Nevnast
kunnu løg sum: Tá kvøldið
kemur, Mær leingist og
Seinasta vaktin, sum øll eru
slík, fólk hava hoyrt á
dansigólvi saman við Teim-
um av Kamarinum í fleiri
ár. Fleri av sangunum eru
eisini vanligir veitslusangir.
Í
fororðinum
nevnir
Leivur Hansen, býráðsfor-
maður í Havn Tey av Kam-
arinum fyri elsta og uttan
iva ein tann mest elskaða
dansibólkin í Føroyum. Og
fleri munnu tey vera um
miðan aldur, sum geva hon-
um rætt.
Eitt lítið hefti við sang-
tekstum og frágreiðingum
fylgir við. Á forsíðuni er
sama myndin, sum var á LP
plátuni og bandinum, sum
givin vórðu út í 1984.
Myndin sýnir tey, sum
myndaðu bólkin í 1984. á
baksíðuni er mynd av hús-
unum á Kamarinum. Inni í
heftinum eru so myndir av
somu fólkunum í dag. Og
tað er rættilig áhugavert at
samanbera.
Plátuhandilin hjá Hanse-
man Tórgarð gav út í 1984,
og tað er sami plátuhandil,
sum stendur fyri fløguút-
gávuni, sum nú er komin.
ej
Nýggj fløga við
gomlum upptøkum