leygardagur 23. desember 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Framsøgumaður
Javnaðarfloksins í
skattamálum, Vilhelm
Johannessen, heldur,
at tað í verulei kanum
er andstøðan, ið
leggur leistin í førda
skattapolitikkinum.
Landsstýrið broytir
andstøðuuppskot og
samtykkir tey sum
síni egnu
SKATTAPOLITIKKUR
John Johannessen
– Tað er løgi, at politikkurin
hjá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum skal vera at
broyta andstøðuuppskot og
síðani fáa tey samtykt sum
síni egnu.
Hetta heldur Vilhelm
Johannesen, framsøgumað-
ur Javnaðarfloksins í fíggj-
ar- og skattamálum, sum
hevur havt ein stóran leiklut
í at snikka saman skatta-
lættauppskotið hjá and-
støðuni,
sum
løgtingið
vrakaði á tingfundinum
mikudagin.
– Tá okkara uppskot kom
til fyrstu viðgerðar, skund-
aði Karsten Hansen sær at
koma í tingið við einum
uppskoti um skattalætta,
sum líktist okkara rættuliga
nógv. Eg eri vísur í, at
komu vit ikki við okkara
uppskoti, hevði einki upp-
skot um skattalætta komið
frá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, sigur Vil-
helm Johannesen.
Barnafrádrátturin
gott dømi
Størsti munurin á skatta-
lættauppskotinum hjá and-
støðuni og tí hjá landsstýr-
ismanninum í fíggjarmál-
um var, at uppskotið hjá
andstøðuni legði upp til at
hækka barnafrádráttin við
2.000 krónum, soleiðis at
hann kom upp á 6.000
krónur.
Hetta var eisini tað, sum
undir 2. viðgerðunum av
mongu uppskotunum um
skattaábøtur í tinginum
mikudagin elvdi til stríð í
samgonguni. Fólkaflokkur-
in hevði hug at taka undir
við uppskotinum, men tordi
ikki fyri Tjóðveldisflokkin-
um, sum eigur landsstýris-
mannin í fíggjarmálum.
Fólkaflokkurin
ræddist
samgonguslit.
Dempari varð tó lagdur á
stríðið, tá løgtingið samdist
um, at uppskotið hjá lands-
stýrismanninum í fíggjar-
málum skuldi viðgerðast í
fíggjarnevndini eina løtu og
síðani koma afur í tingið.
Undir hesi viðgerðini boð-
aði landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum frá, at Fíggj-
armálastýrið arbeiðir við
einari ætlan um at hækka
barnafrádráttin. Hetta var
eisini tað, sum at enda fekk
Fólkaflokkin til at atkvøða
fyri
uppskotinum
hjá
Karsten Hansen.
– Hetta er ógvuliga løgi.
Karsten
Hansen
hevur
nevniliga als ikki arbeitt
við at hækka barnafrádrátt-
in í sínum uppskoti. Tað
kom tíðiliga fram undir
viðgerðini mikumorgunin.
Hetta er nakað, ið brádliga
stakk seg upp, eftir at
Fólkaflokkurin heilt greitt
undir viðgerðini mikudagin
hevði víst á, at hann vildi
hava barnafrádráttin hækk-
aðan, eins og andstøðan
skjeyt upp, sigur Vilhelm
Johannesen.
– Sama er eisini galdandi
fyri onnur uppskot, and-
støðan kemur við, millum
annað uppskotið um at
lækka avgjaldið á bensini
og uppskotið um at avtaka
karensdagarnar fyri tíma-
lønt, vísir Vilhelm Johann-
esen á.
Kortini ásannar Vilhelm
Johannesen, at andstøðan
má fegnast um, at sam-
gongan vil kopiera and-
støðuuppskotini.
Vilhelm Johannesen:
Andstøðan skapar samgongupolitikkin
Tórshavnar Býráð
hevur á eyka
býráðsfundi einmælt
samtykt at hækka
skattaprosentið.
Hetta er orsakað av,
at løgtingið
mikudagin samtykti
at hækka
botnfrádráttin
SKATTAPROSENT
John Johannessen
Skattaprosentið í Havn skal
hækka.
Hetta
samtykti
Tórshavnar býráð á eyka
býráðsfundi seinnapartin
hósdagin.
Avgerðin er tikin eftir at
løgtingið mikudagin við
aðru viðgerð samtykti at
hækka botnfrádráttin úr
17.000 krónum til 19.000
krónur í 2001 og 21.000
krónur í 2002.
Í viðmerkingunum til
løgtingslógaruppskotið um
at lækka botnfrádráttin
stendur, at hetta fer at kosta
kommununum 13 milliónir
krónur tilsamns hvørt árið.
Tórshavnar býráð hevur
roknað út, at hetta merkir,
at kommunan fær 5,2
milliónir krónur minni í
kassan komandi ár, enn
kommunan roknaði við, tá
hon 14. november í ár
samtykti fíggjarlógina fyri
2001.
Býráðið í Havn heldur, at
avgerðin hjá løgtinginum
setir kommunala sjálvræð-
ið til viks, tí løgtinið hevur
viðgjørt og samtykt eitt
lógaruppskot, ið tekur støð-
ið undan einmælt samtyktu
fíggjarætlanini hjá býráðn-
um. Hetta sama heldur bý-
ráðið, at løgtingið ger, tá
tað arbeiðir við einum lóg-
aruppskoti um at flyta út-
reiðslurnar av fríplássum
innan barnaansing frá land-
inum til kommunurnar. Og
harafturat er hetta eisini
nakað, ið fer at taka grund-
arlagið undan fíggjarætlan-
unum hjá kommununum.
Hóast Tórshavnar býráð
hevur samtykt at hækka
skattaprosentið, kann hetta
ikki gerast fyrr enn Komm-
unala Eftirlitið hevur givið
loyvi til tess.
Hækka skattaprosentið
í Havn
Nr. 248 - 23. desember 2000
7
6
Nr. 248 - 23. desember 2000
Tað eru longu seld
fleiri enn 500 at-
gongumerki til nýggj-
árskonsertina í
ítróttarhøllini á Hálsi
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Forsølan av atgongumerkj-
um til nýggjárskonsertina
við Frændum í ítróttarhøll-
ini á Hálsi gongur væl.
Eini 500 atgongumerki
eru longu seld til konsert-
ina, sum verður fríggja-
kvøldið 29. november.
Nýggjárskonsertin hevur
ikki verið hildin seinastu
tvey árini, tí ítróttarhøllin á
Hálsi hevur ikki vilja víst
slíkum tiltøkum, og fyri-
reikararnir – sum er Kyndil
– hava ikki havt áhuga í
brúka Badmintonhøllina.
Nú hevur høllin á Hálsi
latið hurðina upp á glopp,
og harðar treytir eru settar
teimum, sum skulu skipa
fyri konsertini.
Betri vaktarhald
Ein orsøk til at høllini á
Hálsi hevur útihýst kons-
ertum á náttartíð hevur ver-
ið, at nógv herverk hevur
verið gjørt í høllini, men
fyrireikararnir av nýggjárs-
konsertini ætla at fyri-
byrgja hesum við øktum
vaktarhaldi.
Vanligt var, at fleiri bólk-
ar spældu á nýggjárskon-
sertini, men í ár fer Frænd-
ur at spæla nakað, teir rópa
eitt hittshow. Tað vil siga,
at væl umtókti bólkurin fer
at tríva í allar teir kendu
sangirnar hjá bólkinum.
Kvøldið eftir nýggjárs-
konsertina – tað vil siga
leygarkvøldið 30. desem-
ber – fer Frændur á pallin í
ítróttarhøllini á Kambsdali,
har teir fara at spæla líkn-
andi konsert, sum hana í
Havn.
Forsølan gongur væl
Eggjandi undirklæði
á smágentukroppum
kunnu senda signal,
ið meira enn so
kunnu missfatast av
tilkomnum. Hetta
kann føra til eina sera
óhepna støðu, heldur
sálarfrøðingur.
Dia Midjord
Mest sannlíkt liggja hópin
av bleytum pakkum við
undirklæðum undir jóla-
trænum í ár. Uttan at hava
hugsað stórvegis um tað,
hevur omman ella mamm-
an keypt tað nýggjasta
nýggja av barnaundirklæð-
um til 9 ára gomlu gentuna.
Hesi undirklæði eru lekk-
ur og nærum lík brósthald-
arum og trussum, ið tær til-
komnu kvinnurnar nýta.
Og júst hetta er ein trupul-
leiki. Tí tað er ein sann-
roynd, at frek undirklæði
sipa til tað seksuella og seta
ferð á hugaheimim hjá
flestu mannfólkum.
Anna Debes Hentze, sál-
arfrøðingur, er heldur ikki í
iva, tá vit spyrja, hvørjar
tankar hon ger sær um hesi
tingini?
– Smágentukroppurin við
teimum eggjandi undir-
klæðunum, kann signalis-
era nakað, ið slettis ikki er
ætlanin. Onkur kann miss-
fata støðuna og blíva eggj-
aður av hesum. Hetta kann
so elva til eina keðiliga
støðu, ið smágentan langt í
frá er klár til, sigur sálar-
frøðingurin
Veit ikki betur
Smágentan, sum letur seg í
slík eggjandi undirklæði,
dugir ikki at skilja støðuna.
Hon sær bert tað smarta, tí
hon líkist mammuni ella
onkrari aðrari fyrimynd.
– Undirklæði er bert ein
lítil partur av øllum tí, sum
brúkt verður at lata børnini
í ein vaksnamannaham.
Men hvussu skal tað verða,
tá eitt nú trøllvaksnu kvinn-
urnar í Spice Girls síggja út
og føra seg fram sum ungar
gentur, spyr sálarfrøðing-
urin.
Anna
Debes
Hentze
heldur ikki, at tað er posit-
ivt at koma ov tíðliga inn í
vaksnamannaheimin,
tí
børnini eru ikki búgvin til
tað.
– At barndómurin styttist
og styttist er eftir mínari
meting óheppið og ein ikki
sørt skeiv gongd, heldur
sálarfrøðingurin.
Nær eru so børnini klár at
trína inn í vaksnamanna-
heimin?
– Eg haldi, at tað er um-
ráðandi, at børn sleppa at
verða børn so leingi sum
gjørligt. Tá tey eru um
13/14 ára aldur, eru tey
toluliga búgvin at trína inn
í
vaksnamannaheimin,
heldur Anna Debes Hentze,
sálarfrøðingur.
Smart og smakkleyst
Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur
Forsølan til nýggjárskonsertina við Frændum gongur væl
Fiskiskapurin hevur
verið betri, men
prísurin hevur verið
verri. Og oljan hevur
verið tvær ferðir so
dýr í ár, sum hon var í
fjør.
FISKISKAPUR
Áki Bertholdsen
Árið í ár royndust ikki heilt
so væl hjá gomlu kubatrol-
arunum, sum árið í fjør.
Olaf Olsen reiðari á teim-
um átta kubatrolarunum,
sum partrola, sigur, at sum
heild hevur fiskiskapurin í
ár verið eitt lítið sindur
frægari enn í fjør. Men
sjálvur hevur hann mest
hug til at kalla hetta eitt
miðalár hjá bátunum, tá ið
hugsað verður um tey sein-
astu 20 árini.
Sostatt hava teir í ár
fiskað ímillum 9.000 og
10.000 tons, og tilsamans
vórðu tey avreidd fyri 70
milliónir krónur.
Men kortini er fíggjarliga
úrslitið í ár ikki so gott,
sum tað var í fjør. Og tað
eru tað tvinnandar grundir
til.
– Í fyrra lagi hevur oljan
verið tvær ferðir so dýr í ár
í miðal, sum hon var í fjør,
og tað ger fígjarliga úrslitið
einar 4-5 milliónir verri,
enn tað annars hevði verið,
um oljan ikki var dýrkað so
nógv, sigur Olaf Olsen.
– Í øðrum lagi er prísurin
á upsa sum heild eitt sindur
verri í ár, enn hann var í
fjør. Í ár hevur miðalprísur-
in verið slakar fimm krón-
ur.
– Og tá ið 80% av tí, sum
bátarnir fiska, er upsi, er
tað skilligt, at tað sæst aftur
í fíggjarliga úrslitinum.
Hetta merkir, at upsin
blívur við at vera ein
bíligur fiskur, hóast eftir-
spurningurin eftir fiski sum
heild er vaksin nógv, og
prísirnir eisini eru hækk-
aðir. Eitt nú heldur Olaf
Olsen, at óttin í Evropa fyri
salmonellu og neytaøði
hava givið bæði eftirspurn-
inginum og prísinum eitt
skump uppeftir, men upsin
fylgir altso ikki við.
Trupult at
endurnýggja
Kubatrolararnir
eru
nú
rættiliga gamlir. Teir vórðu
bygdir í 1970, men vóru
nýístandgjørdir , allir sum
teir vóru, seinast í sjeytiár-
unum.
Sostatt eru teir rættiliga
gamlir nú, og Olaf Olsen
sigur, at tað hevði verið rætt
at skift teir út.
Men tað dugir hann ikki
at síggja nakrar møguleikar
til, sum støðan er nú.
– Í løtuni er tað trupult at
fáa gomul skip at mala
runt. Enn verri er tað at fáa
nýggj skip av mala runt. So
tað verður valla hugsingur
um at skifta út í løtuni.
Olaf Olsen sigur, at tað
man valla vera nakað av
teimum nýggjaru skipunu-
m, sum klárar at forrenta
tað, tey áttu at forrenta eftir
tí, tey kostaðu at byggja.
Tey flestu eru avskrivað og
farin at heysin, summi
meiri enn eina ferð, og tað
ger, at tey eru lutfalsliga
bílig. Men at byggja nýtt,
verður trupult.
Hann sigur, at fer polit-
iski myndugleikin at gera
eftir tilmælinum frá Bú-
skaparráðnum um at krevja
avgjald fyri at sleppa at
fiska, so fer tað at gera
støðuna enn truplari.
Hetta árið royndist
verri enn í fjør
Kubatrolararnir hava fiskað ímillum 9.000 og 10.000 tons í ár og tey vórðu avreidd fyri 70
milliónir krónur. men fíggjarliga úrslitið er verri í ár, enn tað var í fjør