Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. desember 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 23. desember 2000 9 8 Nr. 248 - 23. desember 2000 Hósdagin tóku bók- handlarnir kring landið nýggju lisata- bókina hjá Bárður Jákupsson av hillini, tí Fútarætturin setti forboð var sett fyri at selja hana. Orsøkin er stríð um rættindi til nakrar myndir í bók- ini LISTASTRÍÐ Eyðun Klakstein Nú jólasølan er í hæddini, er ein av forvitnisligu og vøkru bókunum, sum kom út til jóla, tikin av hillunum í bókasølunum kring land- ið. Bárður Jákupsson hevur savnað føroysku myndlista- søguna í eini snøggari bók, sum hevur heitið Myndlist í Føroyum, men hendan bók- in fæst ikki til keyps í løt- uni. Hósmorgunin setti Fúta- rætturin forboð fyri, at bók- in kann seljast, tí neyðugu loyvini eru ikki fingin til at prenta 9 av myndunum í bókini. Tær 9 myndirnar eru av listarverkum hjá nólsoying- inum Steffan Danielsen, sum Bókagarður eiga øll rættindi til at brúka. Emil Thomsen, sum rekur Bóka- garð, kravdi í Fútarættin- um, at sølan av bókini varð steðgað, og hesum tók dómarin undir við. – Hetta er ein spurningur um at fáa neyðugu loyvini til vega og at brúka røttu mannagondina. Tað er ikki gjørt við myndunum hjá Steffan Danielsen, sum Emil Thomsen eigur øll rættindi til, og tí er endur- gevingin ólóglig, sigur Turið Debes Hentze, sum er advokatur hjá Emil Thoms- en. Høvundin skelkaður Høvundin av bókini, Bárð- ur Jákupsson, er ovfarin av hendingini. – Eg eri framvegis skelk- aður av hesum. Eg haldi, at hetta er ljótt gjørt av Bóka- garði, og eg kann bara ímynda mær, at hetta er fyri at gera okkum fortreð, sig- ur Bárður Jákupsson. – Ein slík yvirlitsbók yvir føroyska list kundi ikki ver- ið gjørd uttan Steffan Dani- elsen. Arvingarnir hjá hon- um kundu ikki lata okkum loyvi at brúka myndirnar, men tá talan er um slíkt yvirlitsverk, hildu vit ikki, at teir kundu siga nei. Bárður Jákupsson vísir á, at hóast hann hevur brúkt nøkur av verkunum hjá Steffan Danielsen í síni bók, er tað einki sum forðar fyri, at onkur annar – til dømis Bókagarður – kann gera eina sjálvstøðuga bók um listamannin. Talan er um hvør sína útgávu, og tá hetta er ein myndlistasøga má høvundin hava loyvi at endurgeva viðkomandi verk. Hesa fatan hevur advok- aturin hjá Emil Thomsen ikki. – Um høvundin framm- anundan hevði tryggjað sær rættindini til at brúka hesi verkini, so var eingin trup- ulleiki. Tað ber ikki til at brúka hesi verk uttan neyð- ugu loyvini, og tí hava vit kravt fútaforboð ímóti bók- ini, sigur Turið Debes Hentze. Smeitur fyri forlagið Bárður Jákupsson hevur gjørt føroysku listasøguna fyri danska forlagið Atlan- tia, sum síðani hevur sam- starvað við føroyska forlag- ið, Sprotan, um føroysku útgávuna. Myndlist í Føroyum er komin út bæði í Føroyum og í Danmark, og tað er eis- ini bæði føroyska og danska útgávan, sum eru steðgaðar av fútaforboðn- um. – Hetta er sera óheppið fyri okkum, tí vit missa ein part av jólasøluni, og tað kann fara at kosta pengar, sigur Jonhard Mikkelsen á forlagnum Sprotanum. – Bókin er ikki ein veru- ligur bestseljari, men vit høvdu vónað, at vit kundu fáa okkara útreiðslur inn- aftur. Tað fer ikki at bera til, nú bókin er tikin av hillini, og tí fáa vit helst eitt hall upp á einar 100.000 krónur av hesi útgávuni, sigur hann. Hetta er ein dyggur smeitur hjá Sprotanum, men forlagið og høvundin vóna nú, at landsrætturin fer at ógildað fútaforboðið, sum er kært til landsrættin. Men í øllum førðum fer ein partur av jólasøluni fyri skjeyti. Fútaforboð ímóti nýggju listabókini Hósdagin varð nýggja myndalistasøgan hjá Bárður Jákupsson tikin av hillunum í bókasølunum kring landið. Stríð er um rættindi til nakrar av myndunum í bókini. Mynd: Jens Kristian Vang – Føroyingar eru ómetaliga vinarligt fólkaslag, og mær dámar so væl at vera her, at eg ætli mær av- gjørt at leggja leiðina aftur til Føroyar um ikki so langa tíð, sigur Justine Peters úr Ný Sælandi. Nú eru for- eldur hennara komin til Føroyar at uppliva føroysk jól, áðrenn tey øll fara suðuraftur til heimlandið um eina viku SKIFTISNÆMINGUR Stefan í Skorini Tá tú situr og tosar við hesa prátingarsomu gentuna, fært tú beinanvegin frænir av, at hon hevur búð á sunn- astu oyggj okkara. »Nei tvass« letur í henni í heil- um, eftir at hon hevur sagt ein setning á enskum við ramligari ný sælendskari dialekt. Fyri ellivu mánaðum síð- ani kom 17 ára gamla Jus- tine Peters úr New Zealand til Føroyar sum skiftisnæm- ingur. Hon hevur búð hjá 19 ára gomlu Heidi Joensen úr Vági ta tíðina, hon hevur búleikast í Føroyum. Justine er uppvaksin á bóndagarðinum hjá foreldr- um sínum, sum hevur eini 24.000 seyðir og eini 1000 neyt. Tey búgva rættiliga av- síðis, og tey hava ongar grannar búgvandi nærhend- is. – Heima í New Zealandi búgva vit rættiliga avsíðis. »In the middle of nowhere«, sum hon tekur til. Tískil er hon ikki heilt ókend við tey smáu viður- skiftini í Føroyum. Beint við húsini hjá teim- um rennur ein á. Eingin onnur á, sum er á sunnaru jarðarhálvu, hevur so nógv vatn rennandi ígjøgnum um tíman. Áin er ein lítil stolt- leiki hjá familjuni og teim- um, sum búgva har um leiðir. Skilir ikki tey eldru Justine sigur seg kunna fylgja við í eini samtalu millum tveir ungar føroy- ingar, men tá tey eldru tosa saman, tá er beinanvegin eitt sindur verri. – Tey eldru tosa eitt heilt annað mál enn tey yngru, og tí havi eg ilt við at skilja, hvat tey royna at siga við meg, sigur Justine. – Eg var eitt sindur bang- in fyri at læra føroyskt at byrja við, og tað hevur heldur ikki verið lætt, tí tey flestu tosa enskt við meg, men nú kann eg samskifta á føroyskum uttan stórvegis trupulleikar, sigur Justine. Tá Justine kom til Føroy- ar, hevði hon ongantíð ver- ið umborð á ferju ella skipi. Men nú hevur hon verið um Suðuroyarfjørð nakrar ferð- ir við Smyrli. – Eg var so bangin, at eg tók bara nógvar tablettir og svav so allan vegin, sigur Justine. Ymiskt er, hvussu merk- isdagar verða hátíðarhildnir í Føroyum og Ny Sælandi. – Nógv verður gjørt burt- urúr føðingardøgum her í Føroyum. Øll familjan kemur saman, og tað eru eini tíggju ymiskar køkur at eta. Vit plaga at hava eina. Halda longri á Justine hevur gingið í miðnámsskúlanum í Vági, meðan hon hevur búð í Føroyum. Tískil hevur hon saman við flokkinum upp- livað, hvussu føroyskur ungdómur heldur sær á gleimi og stuttleikar sær. – Her eru tey oftari í veitslum og úti í býnum enn har heima. Tá eg havi verið í veitslum hava øll verið so ómetaliga vinarlig, og tey hava tosað við meg uttan yvirhøvur at kenna meg áðrenn. – Í Føroyum verður farið í veitslu nakað seinni á kvøldi, og so halda tey á til tann ljósa morgun, men heima plaga vit at fara út um sjey tíðina og heimaftur klokkan tvey. Eitt annað, sum Justine hevur bitið merki í er, at føroyskur ungdómur svevur ógvuliga nógv og ger ikki so nógvan ítrótt. Gløgt er gestsins eygað. Vilja uppliva føroysk jól Við í flúgvaranum til Før- oyar hósdagin vóru hjúnini Trevor og Karen Peters, sum eru foreldur at Justine. Tey eru komin til Føroyar at uppliva føroysk jól, og tey gleða seg ómetaliga nógv til høgtíðina. – Hvar eru trøðini, var tað fyrsta eg spurdi meg sjálva, tá vit skuldu lenda við flogfarinum, sigur Karen. – Annars eru vit ógvuliga undrandi yvir, hvussu góð viðurskiftini eru her á oyggjunum. Eg væntaði ikki at síggja asfalt á veg- unum, tá tað búgva so fá fólk her, sigur Trevor læandi. Hóast Justine hevur verið her í eitt lítið ár, so dámar henni ikki spik, ræstan fisk ella ræst kjøt, hóast før- oyski pápi hennara hevur roynt at fingið niður í hana. Hóast Justine fer avstað nú, so fer hon at síggja gamla flokkin í Vági aftur. Flokkurin fer námsferð til Turkalands, og tá fer hon við úr Ný Sælandi. At enda vil Justine takka øllum teimum, sum hava hjálpt henni, so hon hevur følt seg heima. Skiftisnæmingur úr Ný Sælandi: – Eg elski tykkum Justine Peters hevur búð í Vági seinasta árið. Hon heldur, at føroyingar eru tað vinarligasta fólkaslagið, sum hon veit um, og tí ætlar hon sær at koma aftur hendavegin um tvey ár Mynd: Jens Kr. Vang Tórshavnar kommuna BUSSLEIÐIN Tórshavnar kommuna Norðuri í Sundum Kjalnes Skúlin Signabøur Kollafjørður Frá Tórshavn Eysturskúlin Farstøðin Ringvegur Fyrsti túrur gerandis- dagar í tíðarskeið- num frá 15. aug. til 01. juni Hamarin á Argjum Vegurin Langi Hvítanes Handilsskúlin Millum Gilja Til Tórshavn