Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 1. august 2006  tíðindi Veðrið á ólavsøku var einki at reypa av. Ólavsøkan var at kalla vát stóran part av tíðini, og hetta sæst aftur í peningakassanum hjá nøkrum ítróttafeløgum MENTAN Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Poul Kragesteen, formaður í Havnar Róðrarfelag, letur í øllum førum øgiliga illa at peningakassanum eftir ólavsøkuna: – Tað vóru nógv færri fólk á ólavsøku í ár enn undan­ farin ár. Vit skulu heilt aft­ ur til 1979 fyri at finna eitt ár, sum var verri enn árið í ár. Áskoðararnir til kapp­ róðurin vóru sera fáir, og generelt vóru somuleiðis fá fólk í býnum, sigur Poul Kragesteen. Hann leggur dent á, at regnið var orsøkin til, at so fá fólk vóru í býnum: – Alt í alt hava veður­gud­ arnir verið alt annað enn góð­ ir við Havnar Róðrarfelag í ár, og hetta sæst tíverri aftur í peningakassanum, sigur hann. Kristianna Høgnesen, for­maður í Tórshavnar Ítrótta­ráð, metir tó ikki, at peningakassin hjá teimum er við sviðusoð, tí tiltøkini í tjaldinum eydnaðust væl: – Ólavsøkuaftan var veðr­ið heldur keðiligt, og tá vóru fá fólk í Komm­ unu­skúlagarðinum. Men ólavsøkudag vóru nógv. Barnatiltøkini og dans­ urin í tjaldinum í Komm­ unuskúlagarðinum riggaði hin­vegin ótrúliga væl. Tjaldið var fult báðar dagarnar, sigur Kristianna Høgnesen. – Alt í alt haldi eg ikki, at færri fólk vóru á ólavsøku enn undanfarin ár. Vit hava ikki talt pengarnar saman enn, men eg havi góðar vónir, leggur hon afturat. Formaðurin í Havnar Bóltfelag, Finn Ludvig, er hampiliga vælnøgdur við inntøkuna hjá felagnum á ólavsøku: – Hóast vit bert spældu ein vinardyst móti EB/Streymi á ólavsøku vóru um 800 fólk til dystin. Um veðrið hevði verið betri, høvdu sjálvandi fleiri fólk verið til dystin, men eftir umstøðunum, eri eg nøkulunda nøgdur við okkara inntøku á ólavsøku. Regnið spældi ítróttafeløgunum eitt puss Ólavsøkan ‘06 var at kalla vát alla tíðina Aftur í ár skipaði Tórs­ havn­ar kommuna saman við Kiwanis Rósan fyri fløsku­móttøku á ólavsøku í miðbýnum í Havn. Átakið eydnaðist sera væl. Ung sum gomul gagnnýttu møgu­leikan at ogna sær nakr­ar eyka krónur, tá fløsku­fongurin varð av­reiddur. Somuleiðis varð talið av bæði brotnum og heilum fløskum í gøtunum so lítið, sum tað sjáldan áður hevur verið: – Tað gekk ótrúliga væl í ár. Eini 25.000-30.000 fløskur komu inn til okkara. Einasti trupulleikin í ár var, at nakrir ungdómar gjørdu herverk á skúrin hjá okkum, men einki brotnaði, sigur Karin Jacobsen, formaður í Kiwanis Rósan. Spurd, um fløsku­mót­tøk­ an verður eitt afturvendandi tiltak, ivast Karin Jacobsen onga løtu: – Ja, fløskumóttøkan verður heilt víst á hvørjum ári. Flest øll hava tikið undir við átakinum, og býurin verður nógv reinari, sigur Karin Jacobsen at enda. - horsdal 30.000 fløskur vórðu avreiddar á ólavsøku Tey flestu kenna Willie Boys sum ein sjónleikarabólk. Nú eru Willie Boys eisini ein lesibólkur. Endamálið við lesibólkinum er at lesa tekstir hvør hjá øðrum, frámæla, viðmæla og ummæla tekstirnar. MENTAN Annan hvønn mikudag lesa Wille Boys tekstir, sum teir sjálvir hava skrivað ella týtt. Allir hava teir ymiska bakgrund og atgongd til bókmentir. Júst hetta er spennandi við Willie Boys. Bólkurin er settur sam­ an av rithøvundum, tón­ leik­arum, grafikara og sjón­leikarum, og øll hava roynt at hava eitt borgarligt starv, so møguleikarnir at krydda orðið við ymiskum ávirkanum er ótroyttandi. Tað, sum eyðkennir før­ oyska mentanarlívið í síni heild, er, at alt skal enda á einum palli, og verður ikki ein vinnari kosin, tímir ongin at spæla við. Kring alt landið stinga festivalar seg upp sum sóljukoppar í veitum ein vátligan várdag. Rútmiska tónleikalívið hevur tikið yvir mentanarpallin, meðan hinar listagreinirnar mestsum eru følnaðar. Willie Boys hevur sett sær fyri, at pallurin skal vera natúrligur. – Hann ikki kann setast upp ella takast niður – hann er har altíð. Hesaferð er talan um Reynsmúlalág. Næstu ferð eina aðrastaðni. Hósdagin tann 03.08.06. klokkan 17.00 lesa Willie Boys egnar tekstir og kanska onkra týðing á Reynsmúlalág. Tað góða við at lesa úti í náttúruni er, at fólk mega fáa eina góða bókmentaliga og eina náttúruuppliving sum fáar. Umhvørvið skap­ ar karmarnar, og verða karm­arnir fyltir við glaðum fólkum. Gamalt var at fara út í náttúruna at bera fram skald­skap og meiningar av ymsum slagi. Fólkafundir hava verið hildnir í hesum natúrliga umhvørvi í skjótt 120 ár. Upplesturin hjá Willie Boys hevur tó ikki sama endamál sum fólkafundirnir høvdu. Teir vilja bara bera fram skaldskaparlistina á einum øðrum palli, enn vit er von við: – Vit kappast við ongan. Kemur bara ein áhoyrari, lesa vit upp, siga teir. Willie Boys lesa upp á Reynsmúlalág Limirnir í Willie Boys eru: Bárður Persson, Kjartan Hansen, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Sigri M. Gaini, Búi Dam, Oddfríður M. Rasmussen, Dánjal á Neystabø, Høgni Egholm Magnussen Petur Pólson FAKTA