Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 145 - 1. august 2006 tíðindi Fyrr var skemtandi sagt um Horsens: “Byen, der fængslede” ella “Hul i jorden”... Nú blómar býurin við hópin av kendum sangstjørnum, sum vilja vera í Horsens, heldur enn í Keypmannahavn og Århus. Hóast smáir, so raskir Tónleikur Dávur Winther Nú er Horsens ein blómandi vinnulívs- og mentanarbýur. Hetta er gjørt við áhaldandi at seta mentanar- og vinnulívið saman um borðið og við hópin av kaffi at læra at skilja og stuðla hvønn annan – Felags herrópið hevur verið: Horsens blómar. Tað hevur eydnast. Hors­ ens blómar, bæði innan vinnu­lívið og ikki minst innan mentanarlívið. Ferða­ ætlanin hevur verið at stimbra mentanarlívið til frama fyri vinnulívið. Nútíðar menniskjað krevur góð arbeiðsviðurskifti í arbeiðs­ tíðini og góð mentanartilboð í frítíðini. Tað hava tey fing­ ið í Horsens og tí blómar býurin í ríkiligt mát, bæði á mentanar- og ikki minst á vinnusíðuni. So aðalmálið sum varð sett í 1986-87 er eydnast. Yvir býarportrið, sum stend­ur við høvuðsgøtuna Søndergade, sum í dag er ein stór gongugøta, hongur á útsíðuni stór plakat: The Rolling Stones hevur konsert í Forum Horsens: 3. september 2006. Á innsíðuni stendur Madonna hevur konsert í Forum Horsens 24. august 2006. Horsens hevur seinastu 10 árini havt nógv stór tiltøk frá Kulturby 96 til krimessu, og tónleikanøvn í heimsflokki, sum David Bowie, Robbie Williams, Paul McCartney, Elton John og Bob Dylan. Karmar um hesi tiltøk hevur serliga verið Forum Horsens. Forum Horsens er sett saman av stadion, sum rúmar 85.000 fólkum til konsertir, stór inn­andura høll, sum rúmar 4.500 fólkum, og eitt stórt baðiland við fleiri ymiskum hyljum. Eigilf er eitt tónleikafelag sum í rættiliga stóran mun við hjálp av sjálvboðnari arbeiðsmegi skipar fyri og útvegar neyðuga peningaorku til slík stór tiltøk. Fyriskipanin verður eisini gjørd saman við HNT & Friends, har HNT stendur fyri Horsens Ny Teater. Her er tann navnframi Frank Panduru leiðari og er tikin úr leikum at útvega pening til alskyns mentanarlig tiltøk. Tað er útselt til bæði Mad­ onnu og The Rolling Stones skal eg heilsa og siga. Við Horsens um fyrimynd, har gott samstarv millum mentanarlív og vinnulív rætti­liga hevur sett Hors­ens á kortið ynskja komm­unal­ politikarar og fyriskiparir annars í høvuðsstaðnum Keyp­mannahavn at verða: ”Europas Horsens”. Hvør veit um ikki Klaks­ vík við síni marg­høll og handilsdepli, summar­festi­ vali, sjómannadegnum og øll­um hinum, sum longu er, og annars er í umbúna, kann gera partar av vinnu- og mentanarpolitikki Hors­ ens eftir. Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar býráð www.klaksvik.fo stendur í øllum førum: Býurin, har mentanar- og vinnulívið ganga lið við lið. Hvønndagssjón í Horsens Við býarportrið til Horsens eru tíðun nøvn sum Bob Dylan; David Bowie; Robbie Williams, Elton John, Paul McCartney, Mark Knopfler, Westlife, Alanis Morissette, Katie Melua at síggja – og eisini The Rollning Stones; Madonna standa í hesum døgum at koma til heystar Horsens kann m.a. breggjað sær av hesi høvuðsskrá seinastu 10 árini við serligum tiltøkum og nøvnum. 1996: Kulturby 96 1998: HNT & Friends 2000: Bob Dylan 2000: Holmboe i Horsens 2001: Krimimesse, Horsens Børneteater Festival 2002: David Bowie; Robbie Williams 2003: Elton John 2004: Paul McCartney 2004: Forum Horsens – Gallashow 2005: Dansk Melodi Grand Prix 2005: R0EM, Mark Knopfler, Westlife, Alanis Morissette, Katie Melua, Etc. 2006: The Rolling Stones: 3. SEPTEMBER 2006; Madonna 24. AUGUST 2006 Les meira um Horsen á: www.forumhorsens.dk www.hnt.dk www.stonesihorsens.dk www.madonnaihorsens.dk