týsdagur 1. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 1. august 2006
7
tíðindi
Sunnudagin var ein
hugalig sjón at síggja,
tá trolarin Beinir kom
á Havnina. Tað er
reiðaríið Kimbil sum
hevur keypt hann úr
Danmark.
Fiskiskapur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: – Tað fer helst at
ganga meginparturin av
hesum mánaðinum, áðrenn
Beinir fer til fiskiskap, sigur
reiðarin, Aksel Hansen við
Sosialin.
Hóast komin væl til aldurs
bilar
framburðshuginum
einki, nú hann kundi taka
ímóti hesum nýggja trolara
sínum.
Beinir er góðar 42 metrar
langur og góðar 10 metrar
breiður og hevur 1800 HK
maskinu.
– Hann hevur rættiliga
stóra last. Og hann kann
tí lasta nokk, sum Aksel
Hansen tekur til. Ætlanin er
at royna undir Føroyum.
Reiðaríið hevur keypt
trolaran klassaðan fyri 14,8
mió. kr.
11 mans
Nýggjasti trolarin í føroyska
fiskiflotanum er ein fyrr
verandi rækjutrolari.
Ætlanin er nú at seta
eina
fiskaverksmiðju
í
hann, ístaðin fyri rækju
verksmiðjuna, sum stóð har
frammanundan.
Meginparturin av hesari
verksmiðjuni
var
tikin
úr áðrenn fráferðina til
Føroyar, men okkurt er tó
eftir at taka úr og gera av
nýggjum.
Tá hesin mánaðurin er
av væntar reiðarin at skipið
kann leggja til brots á sín
fyrsta túr við Christiani
Müller úr Hvalba sum skip
ara.
Við Beinir verða 11
mans.
Leygardagin 5. august kl.
16 letur ein listaframsýning
upp í Listaskálanum við
heitinum “Endurnýggjað
íslendsk málningalist.”
Fimm listafólk fara at
sýna fram, tey eru Odd
Nerdrum, Georg Guðni
Hauksson, Stefán Boulter,
Karólína Lárusdóttir, Kríst
in Gunnlaugsdóttir.
Heðin Mortensen letur
framsýningina upp og hon
verður opin til 24. sep
tember.
el
Odd Nerdrum er ein av
teimum fimm listafólkunum
ið sýna fram á framsýningini
“Endurnýggjað íslendsk
málningalist.”
Íslendsk málningalist
í Listaskálanum
Arbeiðið við at dagføra
føroysku vinnulóggávuna
hevur verið ávegis í eina
tíð. Endamálið við hesum
arbeiði er at tryggja, at
føroysk vinnulóggáva fylgir
teimum standardum, sum
eru galdandi í londunum
kring okkum.
Saman við einum arbeiðs
bólki undir Erhvervs- og
Selskabsstyrelsen, hevur
Vinnumálaráðið staðið fyri
hesum arbeiði, og nú er
hetta komið somikið væl
ávegis, at uppskot um dag
føringar nú er sent vinnuni
til hoyringar.
Tað, sum er er sent til
horyingar, fevnir um árs
roknskaparlógina, parta-
og smápartafelagslógina,
lógina um vinnurekandi
grunnar og lógina um
vinnurekandi
virksemi.
Allar vórðu hesar lógirnar
settar í gildi eftir danskari
fyrimynd í 1993. Síðani eru
tó fleiri dagføringar gjørdar
í Danmark, uttan at hetta tó
er gjørt í Føroyum.
-mørk
Nýgg vinnulóggáva send til hoyringar
Stutt sagt
Nú ræður um
at skunda sær
Enn er ikki útselt til
Summarfestivalin, men
á einstøkum sølustøðum
hava tey onkrar av seinastu
døgunum verið í uppisetri
fyri atgongumerkjum.
– Tað er jú so, at vit
royna at samskipa søluna
á ymsu sølustøðunum. Vit
hava so eisini roynt at býtt
atgongumerkini til ymsu
støðini eftir, hvussu sølan
áður hevur verið her,
men sjálvandi eru frávik.
Og hesi kunnu sjálvandi
arga nakað, sigur Steintór
Rasmussen.
Steintór leggur tó aft
urat, at tey nú støðugt ansa
eftir, at atgongumerki eru
tøk á ymsu støðunum.
So er spurningurin bara,
hvussu leingi tann støðan
stendur við, ella um
festivalurin longu undan
fríggjadegnum
kann
melda fult hús.
-mørk
Rúni Bratta
berg í Elduvík
Talan verður um for
kunnuga og ivaleyst eis
ini stórsligna tónleika
uppliving,
sum
kann
upplivast í Elduvík í ann
aðkvøld.
Saman
við
konu
síni, Susanne, er Rúni
Brattaberg
í
løtuni
heima í summarfrí, og
tey bæði hava játtað at
geva føroyingum eina
uppliving við stórslignu
framførslum sínum. Bæði
liva tey sum yrkissangarar,
og seinastu tíðina hava
framførslurnar
kring
Europa verið heilt nógvar
í tali.
Saman við klaverspæl
aranum,
Christopher
Arpen, fara tey í morgin
klokkan
19
at
hava
framførslu við gjónna í
Elduvík, og har kunnu
áhoyrar væntandi upp
liva nakrar av mongu
tónlistarligu góðbitunum,
sum tey bæði kunnu
borðreiða við.
Og er veðrið ikki vildar,
eru eisini ráð fyri hesum.
Sagt verður nevnliga,
at gerst tað neyðugt, so
verður konsertin flutt inn
í krikjuna í Elduvík.
-mørk
Nýggi Beinir
avstað um
ein mánað
Aksel Hansen fegnast um nýggja trolara sín, Beinir. Navn og
nummar vóru málað á trolaran í Danmark, men annars skal
restin av umvælingini gerast í Føroyum
Beinir fer væntandi til
fiskiskap um ein mánað