týsdagur 1. august 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 145 - 1. august 2006
tíðindi
Mangir vóru gestirnir
úr útlandinum nú
ólavsøka varð hildin
í høvuðsstaðnum.
Millum gestirnar
vóru trý seglskip
úr Noreg, sum
høvdu fylgst higar.
Umborð á skipinum
Framstig, sum er úr
Averøy nærhendis
Krisitanssand, eru 7
persónar við
ÓLAVSØKA
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
Umborð á gamla seglskip
inum er ein, sum hevur
leitað afturá familjuslóðina
í Føroyum – nágreiniligari
Skopun. Men umborð er
hesin ikki at hitta. Tað er
ólavsøkukvøld og maðurin,
Modulf
Gjeldsvik,
er
uppi í býnum saman við
famljuni.
Fleiri taka sær tíð til at
forvitnast og hyggja eftir
norsku
skipunum,
og
summi vitja eisini umborð.
Tey trý skipini lógu í ein
dag við Müllers brúgv,
men lógu á ólavsøku við
Kongabrúnna.
Í staðin hitti eg Henry
Ståle Farstad og Kjell Inge
Farstad, sum fortelja mær frá
ferðini higar og skipinum,
sum hevur ígjøgnum hvørt
av sínum.
Skipið er saman við
tveimum øðrum í einum
ferðafylgi og hevur vitjað í
Føroyum í eina stutta viku.
Sunnudagin fóru skipini
norður til Klaksvíkar, Fram
stig fer beinleiðis aftur til
Noregs, meðan hini bæði
fara til Hetlands og so heim
aftur.
Framstig er bygt í 1914
og hevur verið brúkt til eitt
sindur av hvørjum gjøgnum
árini. Fyrstu árini var tað
fiskiskip, síðan nøkur ár
sum ferja. Í fleiri ár lá skip
ið á einum skeri.
Í 1978 bleiv tað sett í
stand og fýra ár seinni var
tað klárt til eina sigling
kring knøttin. Framstig
hevur fyrr verið í Føroyum,
lá í Vágsbotni og var tá á
ferð til Grønlands. Framstig
sigldi kring jørðina á
eini ferð, ið vardi 2½ ár.
Herímillum steðgaði skipið
í Papa Ný-Guinea.
Umborð í hugnaligu og
sum vera mann trongu
kahúttini, meðan nakrir
av manningini longu eru
tørnaðir inn og liggja í
koyggjunum,
siga
teir
báðir Farstad-menninir frá
hesi ferðini. M.a. fortelur
Kjell Inge, at skiparin fekk
eina stórfingna móttøku
frá høvdinganum í tí einu
bygdini. Hann fekk bjóðað
bæði jørð og ta einu døtrina.
Um hetta er ein skrøna ella
ikki spyrji ikki nærri til,
men á vegginum hanga
pílar og myndir, ið vitna frá
hesi vitjanini í Papa Ný-
Guinea.
Tey sjey umborð kennast
og hava ein felagsáhuga
í søgu og hava við ferð
ini ynskt at koma brøðra
fólkinum fyri eystan eitt
sindur nærri.
Við umborð hevur kendi
norski myndlistamaðurin
Ørnulf Opdahl verið. Hann
hevur m.a. havt framsýning
í listaskálanum og hevur í
løtuni framsýning í Grims
by, Skotlandi. Meðan vit
sita og práta koma vit av
óvart til at vekja hann. Men
hann, eins og hinir báðir,
eru í góðum lag. Teir eru
sera væl nøgdir við túrin og
eisini ólavsøkuna.
Men hann við familju úr
Skopun er ikki at finna hetta
ólavsøkukvøldið og tað er
helst væl skilligt. Meðan
tey hava verið her hava tey
ikki sæð nógv til hann, tí
hann í heilum hevur verið
saman við familjuni, siga
Farstad-menninir at enda.
Meðan fleiri gestir koma
umborð at vitja, sleppi eg
mær í land aftur.
Ólavsøkugestir við bryggju
á Kongabrúnni
Framstig lá við bryggju við Kongabrúnna um ólavsøkuna
Henry Ståle Farstad og Kjell Inge Farstad, sum eru trímenningar, fortelja frá 92 ára gomlu
skútuni.
Framstig hevur silgt kring jørðina og steðgaði m.a. í Papa Ný-
Guinea. Umborð í kahúttuni hanga t.d. pílar og myndir úr
Papa Ný-Guinea.