týsdagur 1. august 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 1. august 2006
9
tíðindi
Stutt sagt
Nesvík: Fyrst í komandi
mánaði verður skipað
fyri stórari ráðstevnu um
útimissión í leguhúsinum
í Nesvík.
Stevnan byrjar fríggja
kvøldið 8. september
og varir alt vikuskiftið.
Tað hevur her eydnast
fyrireikarunum at fáa
løgmann Jóannes Eides
gaard at seta stevnuna.
Orsøkin til hetta er at
løgmaður hevur uttan
ríkismál sum eitt av sín
um málsøkjum. Undir
uttanríkismálum er eisini
menningarhjálp.
Landsstýrið hevur hækk
að menningarstuðulin og
er ætlanin at brúka henda
til mennandi verkætlanir
og vanlukkuhjálp.
Ætlanin við stevnuni
er at kveikja áhuga og
kalla til missión á øllum
økjum í kirkjuligum sam
anhangi, siga fyrireik
ararnir. Á stevnuni verð
ur kunnað um teir ymsu
møguleikarnar og avleið
ingarnar av at fara út sum
trúboðarar.
Annars verður norð
maðurin Tormod Engels
viken
høvuðstalari
á
stevnuni.
sb.
Løgmaður setir
stevnu um missión
Dagstovnurin letur
upp í heyst
Strendur: Í heyst letur
nýggi dagstovnurin á
Strondum upp.
Fyrr í summar var stovn
urin reistur og leiðari
settur á stovninum. Talan
er um Sonlis Høj Joensen,
sum í løtuni starvast sum
dagrøktarleiðari í Sjóvar
kommunu. Hon tekur við
starvinum í dag.
Í dag er samstundis
freistin úti at lata inn upp
skot um, hvussu nýggi
stovnurin skal eita. Sum
skilst hevur áhugi verið
fyri hesi kappingini.
Navnið verður avdúkað
tá stovnurin letur upp 1.
november.
sb.
Strandingar fáa nýggjan dagstovn í heyst
Nýggj brúgv um Fossá
Haldórsvík: Fyrst í kom
andi ári er ætlanin at fara
undir gerð av nýggjari
brúgv um Fossá, ið liggur
millum Langasand og
Haldórsvík.
Prosjekteringin av ætl
anini er í løtuni í gongd,
og er ætlanin at hetta
arbeiðið skal verða liðugt
í desember mánaði í ár.
Tað er Landsverk sum
er byggiharri, meðan
HMP Consult virka sum
tekniskir ráðgevarar.
Ætlanin er síðani at
arbeiðið skal bjóðast út
fyrst í komandi ári.
sb.
Seinnapartin í
dag verður spakin
settur í jørðina
fyri nýggjum skúli,
sum Tórshavnar
kommuna skal byggja
við Løgmannabreyt í
Hoyvíkshaganum.
Skúli
Snorri Brend
Hoyvík: Henda ætlanin um
nýggja skúlan hevur ligið
á tekniborðinum í eina tíð.
Nú er komið so mikið væl
áleiðis, at farast kann undir
at fyrireika byggingina.
– Fyrsta stigið er at grava
oman av stykkinum har
skúlin skal verða, sigur for
maðurin í byggi- og býar
skipanarnevndini, Jógvan
Arge.
Økið, har skúlin verður
bygdur á er einar 20.000
fermetrar til støddar og
liggur beint eystanfyri Løg
mannabreyt.
Hetta er júst tað økið,
her mong nýggj sethús eru
bygd seinastu árini.
Tvey ár
Samstundis við stóru bygg
ingina í Hoyvíkshaganum
er tørvurin á einum nýggj
um skúla eisini vaksin sam
svarandi.
– Ætlanin er tí at fáa
hann lidnan um tvey ár – til
skúlaársbyrjan 2008, sigur
Jógvan Arge.
Skúlin verður bygdur til
níggju árgangir. Har verður
kortini eisini pláss fyri frí
tíðarskúla.
Kostnaðurin er mettur at
liggja omanfyri 100 mió.
kr.
Hetta er fyrsta stóra skúla
byggingin í høvuðsstaðnum
síðani Eysturskúlin varð
bygdur seinast í sjeytiár
unum.
Grava út fyri nýggja skúlanum
Danir hava verið
vælsignaðir við sera
nógvari sól seinasta
mánaðin. Talan er um
flestu sóltímarnar í
samfull 60 ár.
Eisini í Føroyum vóru
fleiri sóltímar í ár enn
í fjør – um teir ikki
vóru eins nógvir sum
í øðrum londum
Veðurlíkindi
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Summarveður: Hóast mong
munnu hava suffað yvir
mjørkan, sum lá yvir firðir
og sund í farna mánaði, so
slapp sólin kortini framat
við ávísum millumbilum.
Í
veruleikanum
vóru
fimm fleiri sóltímar í juli
mánaði í ár enn í sama
mánaði í fjør – 131 móti
126.
Hagtøl frá Meteorologisk
Institutt í Danmark vísa,
at besti sóldagurin í ár var
mánadagurin 17. juli, tá
sólin skein í omanfyri 13
tímar.
Ta vikuna var sólin rætti
liga nógv frammi, og lítlar
mongdir av avfalli.
Men undan góða sóldeg
num 17. juli regnaði tað so
tað stóð eftir. Henda dagin
komu ikki færri enn 27
mm. av avfalli niður.
Nógv avfall
Tað eru fleiri fólk sum
hava hug at kæra seg um
hitalagið í Føroyum. Serliga
tá hugt verður eftir ógvus
liga hitanum har suðuri í
Europa.
Miðalhitin í juli mánaði
í ár var 11,4 stig og er
hetta eitt hálvt stig meiri
enn sama mánað í fjør, veit
danska veðurstovan at siga
frá.
Mesti hitin, sum varð
máldur í ár var 16,1, meðan
mesti hitin í fjør var heili
16,9 stig.
Sum longu nevnt kann
juli mánaður eisini verða
herviligur til avfall. Í ár var
einki undantak í so máta.
Farna mánaðin komu
ikki færri enn 103 mm. av
avfalli niður, og var hetta
ein stór øking í mun til árið
fyri, tá einans 44 mm. av
avfalli vóru.
Í ár vóru 16 regndagar
í juli mánaði móti einans
sjey í fjør.
Tí er ikki uttan orsøk, tá
fólk siga at hetta summarið
royndist ikki av teim bestu.
Í gjár var kortini ein góður
dagur, og tí hava fólk
kanska longu gloymt ringa
veðrið í summar.
Fleiri sóltímar og
meiri avfall
Tað hevur verið langt millum tær góðu
sólløturnar í ár. Men tá sólin so dagar
undan er ein góður svimjitúrur í lokala
svimjihylinum ikki at forsmáa
savnsmynd
- Skúlin skal verða liðugur
um tvey ár, sigur Jógvan
Arge, formaður í byggi- og
býarskipanarnevndini