Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 145 - 1. august 2006 Løgmansrøðan er áhugaverd, tí hon umfram tær vanligu politisku útmeldingarnar boðar frá nøkrum áhugaverdum ítøkiligum tiltøkum. Vit hava í hesum teigi ferð eftir ferð átalað tað drál, ið higartil hevur eyðkent pensjónspolitikkin hjá øllum landstýrum. Hetta landsstýrið, sum nú ræður lovaði høgt og heilagt, at nú fór nakað álvarsamt ar verða gjørt við pensjónsmálið. Vit hava fleiri ferðir sóknast eftir hesum, uttan at nakar hevur látist um vón. Men nú tykist sum vend er við at koma í. Í løgmansrøðuni verður boðað frá nøkrum sera áhugaverdum og sera ítøkiligum politiskum tiltøkum til tess at seta gongd á pensjónsmálið av álvara. Sum kunnugt hevur samgongan økt inngjaldið í Samhaldsfasta, og samsvarandi er útgjaldið nú hækkað. Frá 1. januar næsta ár fer tað veruliga at merkjast, tí tá hækkar útgjaldið munandi. Saman við reguleringini av fólkapensjónini fer ein fólkapensjonistur, sum ikki hevur aðra munandi inntøku, at fáa 9.000 kr., og eini hjún 15.000 kr. um mánaðin. Harumframt fer Landsstýrið at fremja ein víð­ fevnandi eftirlønarreform, sum fer at bera við sær, at allir borgarar, sum frá líður, fara at gjalda til egna eftirlønarskipan. Hetta er ein neyðugur lutur fyri at tryggja komandi ættarliðum góð pensjóns- og eftirlønarviðurskifti. Eitt álit um pensjónsreformin kemur nú í heyst, verður upplyst í løgmansrøðuni. Hetta er kanska nakað av tí mest áhugaverda, sum stendur í løgmansrøðuni og eingin ivi er um, at allar føroyingar fara at fegnast um hendan boðskap. Vit loyva okkum at gera vart við, at nú má almannaráðharrin halda fast. Tíðin er við at ganga undan, og stundir eru ikki til eitt av hesum klassisku føroysku nevndarprojektunum, sum taka mánaðir og ár at fáa frá hondini. Skal ein pensjónsreformur muna hjá teimum, ið hava stríðst eitt langt lív og nú nærkast pensjónsaldri, so má og skal nýggj skipan koma í gildi í hesum valskeiðinum. Pensjónsmálið er eitt størsta álvarsmál í dagsins Føroyum. Hetta viðkemur okkum øllum og vit eru eftirhondini einasta Norðurland, sum ikki hevur fingið í lag eina sømiliga pensjónsskipan. Hetta óskil kann ikki halda fram. Sosialurin Størsta álvarsmál Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Óvissan, sum er komin í, síðan Bjørn Kalsø kom til valdið, hevur skapt eitt trýst á fólk um at handla í óðum Eyðstein Poulsen SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 viðmerkingar Løgtingslimur í Suður­ streymi mælir til, at Føroyar skal vera eitt valdømi, tí alt ov nógvur lokalpolitikkur er í løgtingsarbeiðinum. Sami løgtingslimur, ið vil føra landspolitikk, sigur í sama andadrátti, at viðkomandi má sleppa at verja sítt lokaløki, tá hetta øki verður kriteserað fyri at hava alt, og taka restina frá hinum. Hvar er logikkurin, er tað landspolitikkur tá í viðkomandi verjur Suður­ streym, og lokalpolitikkur tá ið onkur løgtingslimur úr Norðoyggjunum,Sandoy, Vágum og Suðuroy verjur sítt øki? Veruleikin er jú, at summ­ ir løgtingslimir duga at standa saman, uttan mun til politiskan lit, og draga til sítt øki, meðan aðrir hvørki hava viljan, dirvi ella duga og tískil einki fáa til sítt øki. Havi følt størri og størri ótryggleika, síðan sitandi samgonga kom til valdið. Vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at tær akademisku kreftirnar hava fingið takið á okkara landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Hetta er nakað, sum undanfarnir landsstýrismenn í sama ráði hava megnað at staðið ímóti. Rákið, sum hevur lig­ið í luftini tey nógvu sein­ astu árini, er nú farið at blóma, tí vit hava fing­ið ein móttakiligan fiski­mála­ ráðharra. Hevði fiskivinnan havt onkran góðan suðuri í Havn, høvdu vit havt eina natúrliga frá- og tilgongd í tí føroyska fiskiflotanum. Óvissan, sum er komin í, síðan Bjørn Kalsø kom til valdið, hevur skapt eitt trýst á fólk um at handla í óðum. Hetta, fyri at sleppa sum frægast burtur úr hesu ómenniskjansligu viðferð, sum Bjørn ”óvitandi” tekur undir við, sjálvt um hann heldur at hann ger væl, sum hann so róliga sigur ferð eftir ferð í fjølmiðlunum. Míni ráð til sitandi lands­ stýrismann eru, leita aftur til tínar røtur og far djúpari í spurningarnar, sum taka seg upp. Gloym ongantíð, at tey sjónarmið, sum tú so ríkiliga verður fóðraður við í tinum sitandi starvi, sjálvdan koma frá monnum, sum tóku takið, tá ið tað skuldi takast. Lít á míni orð, teir koma heldur ikki at taka takið við okkum aftur, tá ið brúk verður fyri tí. Hetta ljóðar kanska sum enn ein bittur reiðari, sum vil hava pengar, men so er ikki. Tað einasta, sum hesin reiðarin vil, er at venda tí óhølvaða tosinum, sum leingi hevur verið frammi, um at vit fáa nakað ókeypis. Hetta er rein propaganda. Vit, eins og aðrir, hava keypt øll okkara rættindi, og samstundis sum vit hava goldið fyri hesi, eru vit við til at hækka um inntøkuna fyri føroya land ár um ár. Mær vitandi er tað hesin peningur, sum vit øll liva av. Hví skulu vit lata okkum lynda at hoyra og síggja í fjølmiðlunum, at vit eru reinir bandittar fyri føroya land. Hesi orð koma mest frá fólki, sum ikki eftir mín­ um tykki, men eftir veru­ ligum tølum (sum eg ikki fái ávirkað) meir ella minni eru ein útreiðsla fyri Føroya land. Gott fiskiár øll somul Landspolitikkur í Suðurstreymi – og lokalpolitikkur í restini av Føroyum? Bjørn Kalsø ein lemjandi ósigur fyri smáu reiðaríini Finnleif Guttesen Eyðstein Poulsen