Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 145 - 1. august 2006 Tíðindini um, Castro var sjúkur og trongdu til hvíld fingu góða móttøku millum teir nógvu útlagnu kubanararnar í Florida. útlond SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Nú ræður tann yngri bróðurin Meðan tann 79 ára ganli Fidel er sjúkur, ræður tann 75 ára gamli Raul fyri borgum í Kuba. Kuba Árni Joensen: fartekst@mail.dk Útlagnir kubanar í USA fóru út á gøtuna at fagna boðunum, tá kubanska sjónvarpið í gjárkvøldið kunngjørdi, at landsins gamli leiðari, Fidel Castro, hevði fingið eina skurð­ viðgerð, sum kravdi, at hann skuldi hvíla seg í fleiri vikur. Samstundis kunngjørdi sjónvarpið, at bróður for­ setans, Raoul Castro, røkir leiðarastarvið, meðan Fidel hvílir seg. Tað ber í sær, at Raoul nú er forseti, aðal­ skrivari í kommunista­ flokkinum og ovasti fyri kubanska herinum. Dagliga er Raul Castro varaforseti og verju­mála­ ráðharri, og hann hevur øll árini verið hildin vera tann, sum skal taka við, tá Fidel eina ferð fer frá. Fidel hevur fleiri ferðir avsannað, at hann hevur nakrar ætlanir um at fara frá, men eygleiðarar í Kuba siga, at í seinastuni hevur Raoul verið oftari á sjónvarps­ skíggjanum enn fyrr. Tann almenna frágreið­ ingin um hvíldina hjá Fidel Castro er, at hann er strongdur eftir eina ferð í Argentina. Sambært sjón­ varpinum hevur hann liðið av bløðingum í maganum og noyddist tí á skurð­borð­ ið. Fagnaður í Florida Fyri fimm árum síðani svímaði Fidel Castro, júst sum hann stóð og helt røðu, og fyri tveimum árum síðani datt hann og breyt annað beinið og annan armin. Hesir tilburðir fingu fleiri at gita, at hansara dagar í kubanska leiðara­ starvinum vóru farnir at fækka, men síðani hevur heilsan ikki bilað fyrr enn nú. Castro hevur stýrt Kuba síðani kollveltingina í 1959. Tíðindini um, at hann var sjúkur og trongdi til hvíld, fingu góða móttøku millum teir nógvu útlagnu kub­an­ ararnar í Florida. Tey flestu valdu at tulka tíðiindini sum eina fráboðan um, at tann gamli leiðarin verður ikki sitandi við valdið leingi afturat. Tann 79 ára gamli Fidel Castro hevur latið tann 75 ára gamla Raul røkja forsetaembætið, meðan hann er sjúkur. Stutt sagt Avlíva 50.000 hundar fyri at forða hundaøði Í Kina eru trý fólk deyð av hundaøði, og tað kostar túsundtals hundum lívið. Síðani leygardagin hava myndugleikarnir í einum landsparti har suðuri í Kina avlívað umleið 50.000 hundar, eftir at trý fólk har eru deyð av hunda­øði. Upprunaliga bóðu myndugleikarnir eig­ararnar avlíva hund­ar­ nar, men tað vildu mong ikki, og tí noyddust myndugleikarnir at fara fram við høðrum, skrivar BBC. Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at myndug­leik­ar­ nir hava givið eigarunum pengar aftur fyri hunda­ rnar, men upphæddin er sera lítil, verður sagt. Sambært einum blaði er samsýningin minni enn fýra krónur. Myndugleikarnir hava givið boð um, at allir hundar í landspartinum skulu avlívast, tí annars ber ikki til at basa hunda­ øðini, siga teir. Tað fekk fleiri túsund fólk at kopp­ seta sínar hundar ímóti hundaøði, men sambært BBC vórðu teir kortini avlívaðir. Boðini umfata hinveg­ in ikki teir servandu hundarnar hjá løgregluni og herinum. Kina Árni Joensen: fartekst@mail.dk Góðtaka framvegis ikki forsetavalið Vinstravongurin í Meksiko vil framvegis ikki viðurkenna, at hann tapti forsetavalið. Vinstravongurin kunn­ gjørdi í nátt, at hann fer at seta fleiri tiltøk í verk fyri at krevja, at úrslitið av forsetavalinum herfyri verður ógildað. Útlendskir eygleiðarar siga, at boðini eru er ein greið ábending um, at tann politiska støðan í landinum verður óstøðugari, enn hon longu er. Eins og í Ukreina á sínni hava fólk á vinstra­ vonginum skipað mót­ mæl­islegur í høvuðs­ staðnum Meksiko Býi, og í gjár vóru legurnar so tættar nógvastaðni í bý­ num, at ferðslan lá still. Hetta var serliga galdandi í tí partinum av býnum, sum hýsir nógvum bank­ um og ymsum fíggjar­ stovnum. Forsetavalevnið hjá vinstravonginum, Andres Manuel Lopez Obrador, gisti sjálvur í einari av mótmælislegunum í nátt, og fleiri túsund viðhalds­ fólk fagnaðu honum. Hann gjørdi greitt, at mótmælistiltøkini fara at halda fram, og at tey verða víðkað, til almenna valnevndin gongur við til at telja atkvøðurnar frá forsetavalinum 2. juli um­ aftur. Sambært valnevndini vann høgramaðurin Fe­ lipe Calderón forseta­val­ ið, men munurin millum hann og Obrador var bert 0,6 prosentstig. Meksiko Árni Joensen: fartekst@mail.dk Lesið Sosialin - so eru tit við