Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 1. august 2006 13 Sigrun Smith, vanliga nevnd Sigrun í Ullvøru­ húsinum, andaðist á landssjúkrúsinum fríggja­dagin 28. juli, 81 ára gomul. Kistan fer úr Lands­sjúkra­ húskapellinum heim í Ebebezer týsdagin 1. august kl. 17.00 Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin 2. august kl. 13.00. Petur Halgadal, Fuglafjørður, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum leygardagin 29. juli, 84 ára gamal. Bønarhald verður í Kapellinum mikudagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður lýst seinni. Jóan Hendrik Højsted, Hvalvík, vanliga nevndur Henniba, andaðist í heiminum sunnudagin 30 august, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Robert Poulsen, Hoydalar, ættaður úr Vági, andað- ist í heiminum 29. juli, 74 ára gamal. Jarðar­ferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin kl. 13.00. Ingvald Petersen, búsitandi í Havn, ættaður úr Sanda­vági, andaðist leygardagin 29. juli, 84 ára gamal. Jarðarferðin verður úr salinum hjá Frelsunar­ herinum týsdagin kl. 14.00. Tey, ið vilja minnast Ingvald, kunnu lata Frelsunarherinum í Havn eina peningagávu; konta í peningastovninum. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri pápi og abbi Robert Poulsen Hoydalar andaðist í heiminum ólavsøkumorgun, 74 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Annika, Beinta og Andras Tey, ið ynskja at minnast Robert, kunnu lata eina peningagávu til Krabbameinsfelagið. Konta í peningastovnunum. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra móðir, vermóðir og omma Sigrun Smith Vanliga nevnd Sigrun í Ullvøruhúsinum andaðist á Landssjúkrahúsinum ólavsøkuaftan, 81 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin 2. august kl. 13.00. Familjunnar vegna Børnini Í gjár, mánadagin 31. juli, fylti Árni Dahl 60 ár. Árni hevur í mong ár verið nær­­lagdur og avhildin lær­ ari á Læraraskúlanum, og hann er eis­ini kendur fyri at hava skrivað um ítrótt, fyri at hava gjørt nógv­ar út­varpssendingar og fyri at hava staðið fyri forlagsvirksemi. Foreldrini hjá Árna vóru Bina fødd Johannesen (1914-85) og Óli Dahl (1915-92). Tey vóru bæði úr Funningi. Børnini hjá teimum eru Tóra Dahl Sandberg (1940), sum í mong ár hevur búð í Keypmannahavn, Andrass (1942) sum býr í Funningi, Árni og Nicolina (1956), sum býr í barnaheiminum í Klaksvík. Fyrstu barnaárini hjá Árna flutti familjan í sambandi við, hvar pápin var lærari. Árni er føddur í Funningsfirði, fyrstu sjey árini búði hann á Viðareiði, og frá 1953 og til 1963 búði hann í Klaksvík. Eftir at hava lokið realprógv í Klaks­ vík, fór Árni á Føroya Lærara­skúla, har hann leyk prógv í 1969. Fyrsta árið var hann lærari í Klaksvík. So var hann í trettan ár á Venjingarskúlanum. Frá 1977 var hann tímalærari á Lær­ara­skúlanum, og síð­ani 1983 hevur Árni verið í føstum starvi á Lærara­skúlanum, har hann hevur undirvíst í føroyskum. Eis­ini hevur hann undirvíst í Hoydølum (1979), fleiri ferð­ir á Før­oya­málsdeildini og síðani 1980 á eftirút­búgv­ingarskeiðum fyri lærarar. 1975-76 var Árni á ársskeiði á Fróð­ skaparsetrinum í føroyskum máli og bók­­mentum, og í 1977 leyk hann exam. art. prógv í norðurlendskum, ser­liga føroyskum máli og bók­mentum. 1989-92 og 1993-94 var Árni læru­greinaráðgevi í føroyskum á Lands­mið­støðini, og so hevur hann røkt fleiri onnur álitisstørv innan skúlagátt. Eitt nú var hann við til at stovna móðurmálslærarafelagið, sum hann var fyrsti for­maður í (1981- 86), og nú er hann formaður í mál­ stevnunevndini, sum arbeiðir við at orða uppskot um almennan málpolitikk, og skúlabókanevndini, sum ráðgevur um føroyska skúla­bókaútgávu. Umframt fjøltáttaða og rúgv­ismikla virksemið, sum er nevnt omanfyri, hev­ur Árni verið ógvuliga virk­in við penninum og sum fjølmiðamaður. Fyrsti spír­in var, tá ið hann 1966-77 var ítróttarskrivari á Dimmalætting. Í 1974 gav hann Úr Føroya ítróttarsøgu 1 út. Hetta var fyrsta bind í ætlaðari bókarøð. Tá ið Árni var givin at skriva um ítrótt, fór hann at skriva og leggja til rættis annað tilfar. Hann var í blað­ stjørnini á Skúla­blaðnum 1976-81, og hann var blaðstjóri og blaðmaður á Fríu Føroyum 1983-93. Tørvurin á undirvís­ing­ar­tilfari í før­ oyskum hevur altíð verið stórur. Hetta hevur ofta verið nógv tosað um. Árni hevur verið framúr at gera nakað við trupulleikan. Hann hevur víst gott hegni, og hann hevur verið ein sonn eldsál. 1980-83 skrivaði Árni Dahl Bók­ mentasøgu I, II og III. Hóast fjórðings­ øld er liðin síðani útgávurnar, so sigast hesar bøkurnar fram­vegis at verða ógvuliga nógv nýttar. Seinni hevur Árni skrivað, týtt og lagt til rættis eina rúgvu at tilfari og bókum, ið hava havt sum mál at bøta um tørvin á undirvísingartilfari. Eitt av stóru verkunum var Mál­læran, sum hann í 1997 skriv­aði saman við Paulivari Andreasen. Í 1978 fór Árni undir for­lagið Fannir. Forlagið hevur lagt til rættis og givið út umleið hundrað bøkur, og tað hevur kenst sum stuðul og íblásari hjá mongum, sum fyri fyrstu ferð royndi seg sum rithøvundi. Árni Dahl giftist 15. august í 1969 við Marionnu Debes fødd Joensen. Tey eiga tvey børn – Tóta Árna­dóttir (1970) og Teitur Árna­son (1972). Tóta býr í Saltangará, og Teitur býr í Keypmannahavn. Árni eigur tríggjar abbadøtrar. Marianna og Árni búgva bæði í Havnini og í Hattar­vík, sum tey kenna at vera sanna perlu. Árni hevur havt fjarundirvísing fyri lær­ara­skúlanæmingum úr Hattarvík, og har man hann eisini hava fingið so nógv annað frá hondini. Eitt nú hevur hann síðani 1990 gjørt nógvar útvarpssendingar um kvæði og dans. Sendingarnar vóru grundarlag undir bóka­ røðini Søga og stev, sum komu út 1996- 2000. Árni hevur eisini skrivað Føroya Lærarafelag 100 ár (1998), Er tað nakað grøð­andi? (1999), sum er brot úr søguni um heilivág og apotek, og ævisøguliga partin av Løgtingið 150 ár (2002). Í 1996 fekk Árni virðisløn M. A. Jacobsens fyri ment­an­aravrik. Sum unglingi í Klaksvík fyrrapartin av seksti árunum var Árni virkin í ítrótti. Hann spældi borðtennis í Glæm­uni, har hann í 1963 vann FM fyri einstaklingar í meistaradeildini, og á dreingjaliðnum hjá KÍ var hann við til at vinna meistaraheitið í 1962. Í læraraskúlatíðini og eisini aftaná spældi hann flogbólt, og tá sást aftur nógv til góða bólteygað og taktiska snildið. 60 ára føðingardagin var Árni sam­ an við familjuni staddur í Keyp­manna­ havn. J Árni Dahl 60 ár Dagurin í morgin 2. august. Hannibal. Teir vita einki halgimenni við hesum navni. Dagurin hevur havt nóg onnur nøvn, men frá árinum 1700 er Hannibal komin upp í halgimannatalið. Navnið er fønetiskt og merkir nágigáva Baals. Best kendi Hannibal í søguni var tann tiltikni herhøvdingin úr Kartago. Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri bróðir Martin Hansen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prest, kirkjutænarar, berarar og sangarar og øll tey, ið hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar, og til tey, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Systrarnar