týsdagur 1. august 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 145 - 1. august 2006
tíðindi
Í setanarrøðuni tók Her
álvur Joensen støði í felags
upplivingini, sum ólavsøk
an er fyri allar føroyingar.
Helst er tað júst tí, ólav
søkan er okkara tjóðar
hátíð, helt herálvur fram.
Onkursvegna er ólavsøkan
ein ímynd og samanrenning
av okkara verðsliga, pol
itiska og andaliga sam
leika, har øll kenna seg
aftur í onkrum, sum hon
umboðar.
Kjakið brúk fyri
útisetum
Men felags upplivingin
røkkur longur enn til
ólavsøkuna. Herálvur vísti
á, at Føroyar eru fáment
tjóð, og tí er ikki nóg mik
ið, at føroyingar í Føroyum
eiga samfelagsliga orða
skiftið einsamallir. Sum
dømi nevndi hann kjakið
um Visjón 2015, har vit
neyvan kunnu vera ósamd
um, at tað er gott, at lands
stýrið setur sær mál, ið
røkka longur enn til dags
ins evni.
– Skal ætlanin tó eydnast
til fulnar, er umráðandi, at
allir føroyingar, eisini teir,
ið búleikast uttanlands,
taka lut í orðaskiftinum
um, hvørji mál Føroyar
eiga at seta sær, segði
Herálvur og minti á, at
nógv samfelags- og ment
anarlig hugskot hava sæð
dagsins ljós millum føroy
ingar í útlegd, áðrenn tey
rúma tíð seinni eru rótfest í
orðaskiftinum – og kanska
sett í verk heima.
– Tað sigst, at føroyingar
kunnu vera heldur erkvis
nir, og útisetar, sum loyva
sær at siga sína hugsan,
kunnu rokna við onkrum
glepsinum fyri teirra støðu
sum útisetar, tá teir leggja
seg út í kjakið. Serliga um
teir siga onkran sannleik
an, segði Herálvur, men
minti á, at summi evni
høvdu helst verið tagd
burtur, um ikki onkur
framfýsin útiseti hevði
tikið tey upp.
Herálvur ivaðist tó ikki í,
at stóra talið av føroying
um, sum búleikast og nema
sær útbúgving í Danmark,
gevur góðar møguleikar
fyri, at tað eisini í komandi
árum fara at koma spenn
andi tankar og hugskot frá
føroyskum útisetum á hes
um leiðum.
Útisetar – týdning fyri
fólkaræðið
- Helst høvdu summi evni verið tagd burtur heima í Føroyum,
um ikki onkur framfýsin útiseti hevði tikið tey upp, segði Herálvur
Joensen, føroyskur sendimaður, í setanarrøðuni á Bryggjuni
– Føroyska fólkaræðið
hevur altíð notið gott
av, at føroyingar, ið
búleikast uttanlands,
siga sína hjartans
meining um evni, ið
eru frammi í føroyska
kjakinum, segði
Herálvur Joensen,
føroyskur sendimaður
í Keypmannahavn, tá
hann setti ólavsøkuna
á Bryggjuni
Ólavsøka á Bryggjuni
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ein minniríkur dagur
Nógv kend andlit vóru at
síggja á ólavsøkuhaldinum
á Bryggjuni í Keypmanna
havn. Millum onnur hittu
vit býráðslimin og ídnu
róðrarkvinnuna,
Jórun
Høgnesen, úr Klaksvík.
Heilt serlig sjarma
10 mannaróðurin í Havn
var júst liðugur, tá vit hittu
Jórun, og tað var eisini gott
tað sama, tí annars hevði
neyvan borið til at fingið
orðið á hana. Framvegis
nakað pøst av at rópa við
lív og sál á “Klaksvíkingin”
helt Jórun fyri, at hetta
sanniliga
gjørdist
ein
minniríkur dagur.
– Eg havi altíð ynskt at
sleppa at uppliva eina ólav
søku í Keypmannahavn.
At tað so gjørdist dagurin,
har “Klaksvíkingur” vann
hendan ótrúliga spennandi
10 mannaróðurin er jú heilt
fantastiskt. Eg sá tað ljós
livandi fyri mær, segði
ovurfegna róðrarkvinnan.
Jórun helt annars sum
marfrí á Bornholm, men
hevði sett hendan dagin
av til ólavsøkuhaldið á
Bryggjuni. Hon var rætti
liga tikin av fótum av fram
úr góðu og stórslignu um
støðunum, og ikki minst
av, hvussu væl fyriskipað
alt tiltakið var. Serliga at
tað allatíðina hendi okkurt
forvitnisligt,
men
tú
allíkavæl hevði tíð til at
práta við fólk.
– Eg elski at hitta før
oyingar, tá eg eri uttan
lands. Tað hevur sína heilt
serligu sjarmu, tí ofta er
tað jú fólk, tú ikki hevur
sæð í mong harrans ár,
segði Jórun, sum helt stig
takararnar eiga stóra tøkk
uppbornað.
- Tey hava skapað nakað
her á Bryggjuni, sum veru
liga er vert at savnast um.
Góðar røður, tiltøk, tón
leikur og ikki at gloyma
vøkru sjónina, at síggja
flaggskrýddar føroyskar
bátar sigla aftur og fram
her í Kanalini – eg njóti
hvørja løtu. Tað má eg siga,
hetta hevur í meir enn
ríkiligt mát livað upp til
allar
mínar
væntanir,
smíltist Jórun.
- Eg hevði sett mær
fyri, at eg fyrr ella
seinni skuldi upp liva
eina ólavsøku í Keyp
mannahavn. Men at
hetta skuldi gerast so
stórsligið og minni
ríkt, hevði eg nú ikki
væntað, helt Jórun
Høgnesen, býráðs
limur í Klaksvík, fyri,
tá við fingu orðið á
hana á Bryggjuni
Ólavsøka á
Bryggjuni
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Jórun Høgnesen, býráðslimur
og róðrarkvinna úr Klaksvík,
helt tað vera nakað heilt
serligt at sleppa at uppliva
ólavsøkuna á Bryggjuni í
Keypmannahavn
Føroyskur dansur
í 30 hitastigum
Kroppar gerast sum kunn
ugt ofta heitir í føroyskum
dansi – ovurheitir meir at
kalla í dansinum á Bryggj
uni í Keypmannahavn á
ólavsøku. Men hóast 30
hitastig og ikki eitt lot var í
luftini, vóru ólavsøkugest
irnir skjótir at nýta at sláa
ring, og dansað varð bæði
væl og leingi.
Og dansurin gekk ...
Hóast hann er farin um tey
80, stóð tað ikki á hjá
Sveini Sørensen at skipa
fleiri kvæði á tamb.
Tað var ikki minst honum
fyri at takka, at dansurin
gekk so fyrimyndarliga
væl, hóast øll ikki vóru
royndir dansarar, og onkur
kanska als ikki hevði roynt
tað fyrr.
Sum alt annað á ólav
søkuhaldinum á Bryggj
uni, var føroyski dansurin
sera væl fyriskipaður. Eitt
nú høvdu fyrireikararnir
syrgt fyri, at eitt serligt
gólv varð lagt á brúgv
arsteinarnar, har dansað
varð, ið fjaðraði og gav
eftir á hóskandi hátt.
Føroyski dansurin ólav
søkuaftan var partur av al
mennu skránni ólavsøku
dagarnar
á
Bryggjuni.
Hetta forðaði tó ikki ólav
søkugestunum í at halda á,
og út á kvøldið og ólav
søkudag hendi tað seg meir
enn so, at ein spontanur
dansiringur tók skap, og
trivið varð í eitt kvæði ella
bæði tvey.
Í 30 hitastigum,
sandalum, stuttum
buksum og sóltopp
um trein ein litfagur
skari dansin seinna
partin ólavsøkuaftan
á Bryggjuni í Keyp
mannahavn
Ólavsøka á
Bryggjuni
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sveinur Sørensen, ið hevur
búð niðri í meir enn 50
ár, tryggjaði, at føroyski
dansurin á Bryggjuni gekk
fyrimyndarliga væl.
30 hitastig forðaðu ikki ólavsøkugestunum á Bryggjuni at trína
dansin og kvøða fleiri kvæði á tamb
Bæði børn og vaksin hugnaðu sær óført á ólavsøkuhaldinum á
Bryggjuni.