Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 1. august 2006 15 tíðindi Fríggjadagin 28.07. fingu 11 føroyingar eitt náttúru- upplivilsi í heimsflokki. Hetta kvøldið skipaði Faroe Dive fyri snorkling í gjónni við Gjógv. 11 fólk í øllum aldrum komu spent til Gjáar at royna snorkling fram við føroysku strondunum. Fleiri av luttakarunum høvdu roynt hendan aktivitet aðra­ staðir í heitum londum, men ongantíð her á okkara leiðum. Áðrenn luttakarinir fóru á sjógv, fingu tey útgerð frá fyriskiparunum. Turrdrakt, brillur, snorkil og fitjur. Eftir eina stutta leið­bein­ ing varð fari út í gjónna, fram við tí norðara arminum á gjónni. Ein leiðari var allatíðina við luttakarunum á sjónum og hjálpti teimum, um tørvur var á hesum. Flestu av luttakarunum vóru sera bilsin av hvussu framúr vakur heimurin í sjónum, um oyggjar okkara í verðuleikanum er. Onkur nevndi at heimurin í gjónni var minst líka vakur sum tann onnur lond hava at bjóða fram. Eftir at øll høvdu verið í gjónni, bjóðaði Gjógv Ad­venture heita súpan, kaffi og ikki minst vaflur, á hugna­ligu cafe´ini í bygdini. Hetta var ein deiligur endi á einum deiligum summardegi í Føroyum. Regatta-sigling til Nólsoyar Árliga regatta-sigl­ing­in, sum Hósvíkar Róð­rar­fe­ lag skipar fyri, verð­ur í ár vikuskiftið 11. og 12. august. Siglt verður av Eiði fríggjakvøldið 11. au­gust kl. 19.00 til Hós­ víkar. Tá komið verður til Hós­víkar, eru all­ir lut­tak­ ar­arnir bod­nir til døg­urða í Bygdar­húsinum. Og upp aftur seinni - tá mat­ urin er farin niðurum - verður skipað fyri góðum ’Regatta-dansið í somu hol­um, og verður tað LM- Band, sum stendur fyri undir­haldinum. Ætlanin er, at luttakar­ arnir skulu kunna yvir­ nátta í Hósvík, har møgu­ leiki verður at seta tjøld upp. Leygarmorgunin eru all­ ir luttakararnir somu­leiðis bodnir til morgun­matar í Bygdarhúsinum, áðrenn leiðin gongur víð­ari til Nólsoyar, har nólsoyingar skipa fyri Ovastevnu. Fyrireikararnir heita ann­ars á fólk og bátar um at vísa varsemi tá siglt verð­ur, eins og tað er hent at hava trygdarnet við á ferð­ini. Tilmelding til tiltakið fer fram á www.hosvik.fo -mørk ĞSANGIROGVÄSURTILGAMANOG¸LVARA Snorklaðu við Gjógv Tað er ikki bara í heitaru londunum sunnanfyri, at snorkling kann nýtast sum frítíðarítriv