Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 1. august 2006 17 tíðindi ÓLAVSØKUKONSERT eftir nýggjum leisti 20. ólavsøkukonsertin er farin afturum, og hon varð óvanliga illa vitjað. Tað var keðiligt, tí tónleikurin var góður, bólkarnir framførdu væl, ljóðið sum heild var fínt og veðrið helt sær heilt til MC-Hár endaði konsertina, tá klokkan næstan var farin av fýra ólavsøkuaftansmorgun. Tá fór at sirma. So tit, sum settust aftur vegna veður, skrá ella whatever: tit hava forsømt tykkum. Staddur í kommunu- skúla garðinum eitt sindur í átta mátti eg spyrja meg sjálv an, um eg var komin í rættan garð. Ongin spurdi eftir atgongu- merkinum, eg hevði havt um skøvn ingin á høgru hond í fleiri dagar, ongir áhoyr arar vóru, og menn gingu og riggaðu garðin til at hava tivoli í dagin eftir. Kanska væntaðu fyri reikararnir sær ikki áhoyrarar í ár? Ella var hetta kanska ein partur av konsertini? Eg var so har. Og saman við mær nøkur fá tandur, sum ivaleyst eisini vóru har í professio nellum ørindum. Pop-Top vinnarin spældi fyri ongum Neyvan hevur tað verið megafeitt hjá Pop-Top vinnaranum, Ineptus, at trína á pallin sum teir fyrstu á konsertini. Men til teirra lukku var eg har, og eg fekk eitt merki- ligt upplivilsi, tí bólk- urin spældi væl, góðan tungan rokk, og sang- arin og hinir í bólki- num rokkaðu og rull- aðu sum var kom- munu skúla garð urin fullur av dansandi áhoyrarum. Eg vendi mær á fyri at hyggja, men garðurin var enn líka tómur. Tað løgdu teir líka í, tíbetur, og teir spældu av so fullum huga, at teir at enda máttu rekast av pallinum. Fjúrtan bólkar spæl- du, og eg fari ikki at taka fram hvønn ein- stakan bólk her. Men eg vil taka fram ymiskt UMMÆLI Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð Myndir: Álvur Haraldsen Við sínum framúr dugnaligu tónleikarum bergtók Mezzaforte áhoyrarnar MC-Hár hevði tveir stripparar við á pallin fyri at hátíðarhalda 15 ára føðingardagin