týsdagur 1. august 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 145 - 1. august 2006
tíðindi
gott og minni gott frá
framførslunum. Inep-
tus havi eg longu
nevnt. Næstu bólkar-
nir, fram til midnátt, tá
teir íslendsku Mezzo-
forte spældu, komu í
hesi røð: Beatboy,
Crawling Blue, Gunnar
& Maria Guttesen,
Kristleif Zachariassen,
Høgni Lisberg, Lena
Anderssen, Eyðun
Nolsøe Band og
Marius (solo). Hetta
eru sera ymiskir bólkar
og artistar, sum spæla
ymsi sløg av popp-,
rapp-, rokk- og blues-
tónleiki.
Eyðun Nolsøe
í stórformi
Sum heild fari eg at
halda, at ongin av hes-
um nøvnum skaraði
fram um nakað annað,
og tey, sum eg fram-
manundan hevði
størstu vónirnar til, so
sum Lena Anderssen,
Maria Guttesen og
Eyðun Nolsøe Band,
gjørdu tað, sum vænt-
ast kundi av teimum:
spældu og sungu gott
og høvdu góðar fram-
førslur. Eyðun Nolsøe
Band var mannað við
nøkrum av bestu tón-
leikarum okkara, so
sum Leivi Thomsen á
gittar, Hans Petur í
Brekkunum saxofon,
Rógva á Rógvi á
trummum og Arnold
Ludvig á bass, og tað
hoyrdist. Skal nakar
takast framum nakran
henda fyrsta partin av
konsertini, má tað
vera teir, tí teir høvdu
veru liga tak á lurtara-
fjøld ini, ikki minst
Eyðun Nolsøe sjálvur,
sum var í stórformi,
og sum til dagsins
høvi avdúk aði, at hann
gevur út nýggja fløgu í
heyst. Góð tíðindi fyri
gamlar Frændur og
Eyðun Nolsøe
fjepparar.
Úrmælingarnir úr
útnorðri:
Mezzoforte
Stóra tónlistarliga
upplivilsið og høvuðs-
navn á ólavsøkukon-
sert ini hesaferð var
íslendski bólkurin
Mezzo forte. Við sínum
framúr dugnaligu tón-
leikarum og eini spæli-
gleði, sum skein langa
leið av pallinum, berg-
tóku teir í útivið
hálvan annan tíma ikki
so fáar av teimum tá
umleið 900
áhoyrarunum – altso
ein heil Mezzo forte
konsert í ólav søku-
konsertini. Tað var
feitt og allar
pengarnar vert, bara
tað. Tey, sum ikki
kendu Mezzoforte
áðrenn mundu kortini
kenna aftur løg frá
ítrótta sendingum í
útvarpi num, har tey
Kokkporn úr ólavsøku-
kabarettini var eitt av
festligu innsløgununum
í MC-Hár framførsluni
Eyðun Nolsøe Band var
mannað við nøkrum av
bestu tónleikarum okkara
Mezzoforte
spældi í útivið
hálvan annan
tíma – altso ein
heil Mezzoforte
konsert í ólav-
søku konsertini
Hans Petur
í Brekkunum
spældi við
Brekku Brothers
og Eyðun
Nolsøe Band
Side Effect tóku
áhoyrararnir á bóli
The Dreams við
nýggjum útgávum
av kendum
lættisoppaløgum
Danski Beatboy
kom á pallin við
sínum ljóðshowi