Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 1. august 2006 19 tíðindi hava verið nógv at hoyrt. Skuldi nakar ivast í, um Mezzoforte spælir nógv longur, nú teir eru komnir nakað upp í árini, er onki at koma eftir. Eythor Gunnars- son, ið leikar tangent- ar, segði mær eftir kon- sertina, at teir longu hava verið í ellivu lond- um og spælt bara í ár, so teir eru virknir sum ongantíð. Og tað hoyr- ist, tori eg at siga. Ein framúr konsert við fimm framúr góðum tónleikarum, ein stór uppliving fyri bæði okkum vanligu áhoyr- arar, men sanniliga eisini fyri allar teir føroysku tónleikarar- nar, sum lurtaðu og eygleiddu. Hugtakandi ljóðmyndir við hjáárinum Seinni parturin av ólavsøkukonsertini, frá umleið klokkan 01.30 til 04.00, var eitt blandað upplivilsi. Bólkarnir komu tá í hesi røð: EGR2PLZ, Dreams, Side-Effect og MC-Hár, har teir báðir seinastu høvdu tær bestu fram- førslurnar av hesum fýra. Dreams, sum hava verið nógv spæld- ir í útvarpinum, síðan teir góvu út fløgu við nýggjum innspæling- um av kendum lætti- soppaløgum, er bara ikki mín smakkur, men eg rokni við, at fyri teir av áhoyrarunum, sum dámar teir, var fram- førslan góð – í hvussu var futtur í, og tað er gott. Side-Effect tóku meg á bóli. Teir høvdu eina serstaka góða byrjan við teimum báðu fyrstu sangunum, og eg varð heilt seldur. Má viðganga, at eg havi ikki lurta so nógv eftir teimum fyrr. Eftir hesar fyrstu sangirnar var tað sum um tann góða framførslan gjørdist til ein stóran pott av óljóði, har tær annars so fínu ljóð- myndirnar flutu saman í ágangandi larm. Ella vóru tað míni oyru, sum ikki tímdu meira av tí sama? Eg haldi ikki. Teir báðir seinastu sangirnir hjá Side-Effect vóru sera ringir at fáa nakað burtur úr, so kanska áttu teir at latið MC- Hár sloppið framat eitt sindur fyrr. Í hvussu er brúkti Trónd ur Bogason í MC-Hár einar 10-15 minuttir av teimum 20-25 hjá MC-Hár bara til at fáa ljóm borðið at rigga aftur aftan á Side-Effect. Segði nakar hjáárin? Sterkt og kroyst endabrak Men MC-Hár høvdu klárt tað besta takið á áhoyrarunum kortini, eisini hóast framførslu- tíð teirra varð væl og virðiliga helvtað av nevnda óhappi. Hóast bólkurin, nú hann aftur fór á pall, ikki telur heilt somu manning sum upprunaliga, eru sangirnir og ljóðið tað sama, og tað líkaði fólki. Tað ljóðaði eisini væl. Teir høvdu eisini – sum vant – gjørt okkurt serligt burturúr fram førsluni. Eitt nú vitjaðu bæði ólavsøkukaba rettin og tveir stripp arar pallin hjá MC-Hár, og seinastu løtuna vóru so nógv fólk á pallinum, at tað var ringt at fylgja við. Men stak undirhaldandi. Keðiligt at MC-Hár skuldi missa so nógv at síni tíð, tí tað kom sjónliga illa við hjá teimum. Alt bleiv líka- n S e M k á e t v n b a t m u s s f v – o f v ó t h s s p r s K s a s t s s f The Dreams høvdu Paradox sangaran Heina Gilstóne Corfitz Andersen við sum gestagittarleikara Tveir flaggskrýddir unglingar vóru millum dansararnir hjá MC-Hár Tróndur Enni sang og spældi trompet í Eyðun Nolsøe Band Í tjaldinum spældu Stórbandittararnir vælsvingandi jazz Ljóðmyndirnar hjá Brynjolfur á Heygum og hinum í Side Effect hugtóku eina løtu Hóast áskoðaratalið var rættiliga lágt, var rættiliga góður hýrur á fólki