Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 1. august 2006 21 tíðindi Stóru altjóða nøvn­ ini, sum koma at spæla á Summar Festi­ valinum, seta stór krøv til ljóðútgerðina, og í ár skal Atlantsflog flúgva eyka útgerð inn, so at talan verður um størsta og besta festivalljóðið í Føroyum nakrantíð Summar Festivalur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ljóðið á Summar Festi­val­ inum verður nakað heilt serligt. Nógv eykaútgerð verður leigað uttanlands afturat tí stóru rúgvuni, sum finnist í Føroyum, og samanlagt verður talan um størsta festi­valljóðið nakrantíð í Før­oyum. – Tað eru tvær orsøkir til, at nógv eykaútgerð verður leigað í ár. Onnur er, at stóru útlendsku bólkarnir krevja stórt ljóð, og hin er, at vit vilja gera betri ljóð til ein størri part av festivaløkinum, sigur Hans Andor Johannesen, sum hevur ábyrgdina av ljóðinum á Vágsbøi, har stórur konsertirnar á Summar Festivalinum verða hildnar. – Í ár kunnu vit bjóða bæði betri og harðari ljóð, og talan verður um næstan tvífalt so stórt ljóðanlegg, sum vit brúktu á Summar Festivalinum í fjør. Atlantsflog spennir seg út Tað er ikki bara sum at siga tað at leiga ljóðútgerð av hesum slagnum uttanlands, og tað hevði ikki borið til hjá Summar Festivalinum at bygt ljóðanleggið út, um ikki føroyska flogfelagið At­lantsflog var við í ætl­ anini. Atlantsflog spennir seg rættiliga út í sambandi við ljóðanleggið á Summar Festi­valinum og flýgur eina rúgvu av útgerð heim úr Dan­mark beint undan festi­ valinum og avstað aftur eftir festivalin. – Vit hava eitt slogan sum sigur, at tað skal verða stuttligari at búgva í Føroyum. Festivalarnir hava fingið stóran týdning fyri samfelagið, og vit vilja í verki virka fyri, at festi­ valarnir fáast at rigga væl, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi. – Í hesum førum flúgva vit ljóðútgerð heim, so at teir størstu útlendsku bólk­ arnir kunnu koma hendan vegin at spæla. – Tað er umráðandi, at før­oyingar hava góðar møguleikar at sleppa út í heim, men tað er eisini týdningarmikið, at vit kunnu lokka kendar bólkar og persónar til Føroya. Tað er gott fyri trivaðin í Føroyum, sigur Magni Arge. Ljóð til 10.000 fólk Millum útlendsku bólkar­ nar, sum sleppa at spæla ígjøgnum tað útbygda ljóð­­an­leggið, eru David Phelps, Johnny DeLuxe og ikki minst The Rasmus, sum hev­ur sett stór krøv til støddina á anlegg­in­um. Talan verður tí um eitt rimmar rockbrak, tá ið The Rasmus fer at spæla á Summar Festivalinum fríggja­kvøldið. – Ljóðið á Summar Festi­ valinum í ár er gjørt til at kunna spæla fyri umleið 10.000 fólkum, sigur Hans Andor Johannesen, leiðandi tøkningur. Stutt sagt The Rasmus endar langt burturi Tá rockbólkurin The Ras­­mus kemur til Før­ oya at spæla á Summ­ar Festivalinum fríggja­kvøld­ ið, verður tað ein av sein­ astu konsertunum á ver­andi konsertferð, sum hev­ur vart mest sum eitt heilt ár. Eftir framførsluna í Klaksvík skal The Ras­ mus spæla konsertir í lond­ um sum Finlandi, Belgia, Ungarn og Kekk­ia, og konsertferðini hjá teim­um endar við eini kon­sert í Dominikanska Lýð­veld­ inum tann 19. august. -mørk Hogdson heiðraður ASCAP, sum er ein stytt­ing fyri The American Society Of Composers, Authors and Publishers var sett á stovn í New York City hin 13.februar í 1914. Endamálið hjá fe­lags­ skapinum er at taka sær av upphavsrættindum og fíggjarviðurskiftum hjá eitt nú tónaskøldum. Ein av uppgávunum hjá stovn­inum er at fylgja við hvussu ofta løg verða spæld í útvarpi og sjón­ varpi, umframt at tryggja sær at roy­alties(lønir) koma á rætta stað. Árliga afturvendandi heiðurstiltakið hjá ASCAP varð hildið sein­asta mei mánaða. So­nevnda POP virðis­lønin varð í ár lat­ in Roger Hodgson, fyrr­ verandi oddamanni og høv­ uðssangskrivara í enska bólkinum Super­tramp, fyri lagið Give A Little Bit. Orsøkin til hetta er, at sangurin var ein hin mest spældi á yvirlitinum hjá ASCAP fyri árið 2005. -mørk Lena fer til Póllands Ætlanin var, at Lena And­ersen skuldi spæla á Summar Festivalinum í ár, men hon hevur givið avboð, tí hon hevur fing­ ið møguleikan at spæla á stórum festivali í Póllandi um sama mundið. – Tí verður Lena ikki við á Summar Festi­val­in­um 2006, men vit vóna, at hon hevur møgu­leikan at vera við seinni. Lena er ein av føroysku tón­leikarunum, sum veruliga satsar í útland­ inum, og nú hon fekk ein frálíkan møguleika at spæla á ein­­um stórum festivali utt­ an­lands, var einki at siga til, at hon vildi taka av hesum møguleika. Summar Festi­valurin ynsk­ir henni alt tað besta á ferðini til Póllands, skrivar Summar Festivalurin á sínari heim­ asíðu -mørk Atlantsflog tryggjar størsta festivalljóðið nakrantíð Ljóðið á Summar Festivalinum um vikuskiftið verður tað størsta og besta í Føroyum nakrantíð. Nógv eykaútgerð verður flogin inn til festivalin Stjórin á Atlantic Airways dylur ikki fyri, at eisini tey síggja stórt virði í stóru festivalunum, sum hava tikið seg upp í Føroyum