Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 145 - 1. august 2006 tíðindi Lena verður ljóðblandað av Red Hot Chili Peppers blandara Ein av heimsins mest eftirspurdu ljóð­ blandarum hevur persónliga valt Lenu framum nógvar aðrar verkætlanir, tí hann vildi sleppa at ljóðblanda hana. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Lena og Niclas leggja í hesum døgum síðstu hond á upptøkurnar av komandi fløguni hjá føroyskt/kan­ adisku songkvinnuni. Upp­ tøkurnar eru gjørdar í út­ varpinum og í Abbey Road upptøkuhølunum í London, og at døma eftir konsert­ framførslunum er talan um tann besta tónleikin, ið Lena og Niclas hava skriv­ að saman. Nú sær tað út til, at løgini eisini fara at ljóða sera væl. Lena hevur tryggjað sær ein av heimsins mest eftir­ spurdu ljóðblandarum, til ljóðblanda fløguna. Ryan Hewitt, ið hevur ljóðbland­ að eina av best seljandi fløgunum hetta summarið Stadium Arcadium hjá Red Hot Chili Peppers, hevur játtað at ljóðblanda fløg­u­ na. Lena sigur, at teimum dámdi væl ljóðið á Stadium Arcadium, og tí settu tey seg í samband við um­­boðs­ mannin hjá Hewitt. Prísur­ in var tó alt ov høgur, so hetta var av fyrstan tíð av ongum. Men nakrar dagar seinni setti umboðsmaður­ in seg aftur í samband við Lenu. Mest sum av tilvild var Ryan Hewitt komin inn á skrivstovuna hjá um­­boðs­ manninum, meðan hann var á myspace síðuni hjá Lenu. Hewitt vildi vita hvør hetta var sum sang, og tá umboðsmaðurin segði, at hetta var handan daman, sum hann júst hevði avvíst, segði Hewitt “Men eg vil sleppa at ljóðblanda hana!”. Hesin maður, ið kann velja og vraka hvønn hann arbeiðir við, valdi sostatt sjálvur Lenu. Hewitt hevur eitt skitið og feitt ljóð, ið kann gerast sera spennandi saman við Lenu. Enn eru upptøkurnar ikki heilt komnar í hús og enn er eingin útgávudagur funnin, men vit bíða í spenningi eftir hesum, ið illa kann gerast annað enn eitt meistaraverk. Hewitt hevur eitt skitið og feitt ljóð, ið kann gerast sera spennandi saman við Lenu. G!Festivalurin í Morgunblaðnum Íslendska Morgunblaðið hevði í gjár langa frásøgn frá G!Festivalinum, tað var Føroyavinurin og tón­leika­ ummælarin Arnar Eggert Thoroddsen, ið aftur hevði vitja á klettunum, og í greinini verður Føroya­ ferðin lýst. Her er ikki talan um ummælir av konsertum á G!, men heldur um eina langa hugleiðing um før­ oyskan tónleik, føroyskan samleika og samfelags­við­ urskifti sum heild. Her verður m.a. hugleitt um ríkissambandið, um lógina um fosturtøku og um manglndi verndina hjá samkyndum í føroysku lóggávuni. Blaðmaðurin undrast á, at eitt land, ið er so frammaliga á tónlist­ar­ økinum, kann vera so langt afturi á øðrum økjum. Í stóran mun snýr greinin seg um føroyskan tónleik, og er við til at halda lív føroysku alduni í Íslandi. nud Rætting Í greinini »Klaksvíkingar hava keypt handils­imperi­­ið hjá Ossa« í Sosialinum í gjár skrivaðu vit, at Norðoyar Sparikassi m.a. hevði keypt Frants Restorff í Tórsgøtu. Hetta kundi skiljast sum um, tað var bygningurin, ið handilin heldur til í, men talan er einans um virksemið altso innbúgv og maskinur. P/F Frants Restorff eigur bygningarnir, ið virksemið heldur til í. Hugnaligt festivaltorg verður leygarmorgunin á Summarfestivalinum, har fólk kunnu keypa lunda, grind og spik, fríska og spennandi frukt, heima­gjørdan ís, festival­út­bún­að, summarklæðir og nógvar aðrar freistandi vørur. Mánadagin, týsdagin og mikudagin uppundir festivalin fara flest allir handlar í Klaksvík at hava opið til klokkan 8 um kvøldið. Hósdagurin, sum er eitt slag av “ Lítla festivalaftan” við tónleiki og undirhaldi í býnum, kunnu norðoyingar og festivalgestir hugna sær í býnum til klokkan 23. Fríggjakvøldið fara handlarnir eisini at spíla seg út, og ivaleyst fara teir sum liggja tættast við festivaløkið, eisini hetta kvøldið at hava hurðarnar opnar til seint út á kvøld­ið Leygardagin ber eisini til at keypa inn í Klaksvík, og á vakra túninum í miðbýnum verður skipað fyri hugnaligum sølu­marknaði frá klokkan 10 til middags, har Kátu Hornini, Crawling blue og Peter Thorup Trio fara at spæla góðan summar­jazz og nógvar góðar vørur verða at fáa. Fiskur, fuglur og festligur fyrrapartur Eftir eina konsertferð í Japan seinasta februar mánað vóru teir fýra ungu tónleikararnir í The Ras­ mus bidnir at hita upp fyri Metallica. Metalúrmælingarnir við føstum bústaði í San Fran­ cisco vóru í mars á ferð í Suður Afrika og lótu væl at unga finska bólkinum. James Hetfield, sum er forsangari og annar av gui­ tarleikarunum í Metallica, segði við ein tíðindamann hjá finska tónleikablaðnum Soundi Music Magazine : – "The Rasmus er ein áhugaverdur bólkur og eg haldi at løgini á fløguni Dead Letters eru frálík. Teir minna meg á 1980ini og bólkar sum eitt nú Def Leppard." nud James Hetfield við­ mælur The Rasmus Summarfestival aktuelli Roger Hodgson, hevur av álvara gjørt um seg aftur á bæði kanadiskum og amerikonskum festivalum Gamli Supertramp odda­ maðurin er eisini í Evropa ein eftirspurdur maður. Danski Langelands­festi­ valurin, sum lýsir seg sjálv­ an við orðunum Danmarks Største Havefest hevði um vikuskiftið vitjan av breta­ num, sum leygarkvøldið var á pallinum har hann framførdi eitt úrval av sín­ um kendastu løgum. Hodg­ son verður at hoyra leygar­ kvøldið 5.august kl.21.00 á Summarfestivalinum í Klaks­vík. nud Roger Hodgson í stórari veitslu um vikuskiftið