týsdagur 1. august 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 145 - 1. august 2006 ]
Gongur
strúkandi
hjá Start
Mánakvøldið var
Todi síðsta hálva
tíman á vøllinum,
tá ið Start fór við
øllum stigunum av
Ullevål
NOREG
Jákup Mørk
Tað hevur havt gott árin
á úrslitini, at Start hevur
skift venjaran út. Fyrst
vann Start á heimavølli
móti Rosenborg. Tað
var roknað sum týdn
ingarmikil sigur. Mána
kvøldið var Start í
Oslo, og aftur hesa ferð
eydnaðist tað at fáa
fulla úrtøku.
Start vitjaði Lyn,
sum hevur heimavøll á
tjóðarvøllinum Ullevål.
Hetta var fyrsta ferðin,
at nýggi Start venjarin,
Stig Inge Bjørnebye,
hevði ábyrgdina av
Start liðnum, sum hann
bara hevði vant eina
ferð saman við undan
ferðini til Oslo.
Start vann 2-1, eftir
at teir høvdu verið
framman fyri 1-0, tá ið
tað var hálvleikt. Høgri
vongverjin, Kristoffer
Paulsen, skoraði eftir
frísparksinnlegg.
Fýra minuttir eftir
steðgin
økti
David
Nielsen um munin til
2-0. Hann var púra
leysur við málverjanum
Eddie Gustafsson, ið
er fyrrverandi kapp
ingarneyti hjá Jákupi
Mikkelsen í Molde, og
David Nielsen var púra
kaldur, tá ið hann vann
tvídystin.
Í 68. minutti minkaði
Lyn um munin til 2-1,
og síðstu løtuna trýstu
teir nógv fyri at javna,
men tað eydnaðist Start
at halda tørn.
Todi Jónsson varð
skiftur inn fyri David
Nielsen, tá ið tað
restaði ein hálvur tími.
Sigurin ber við sær,
at Start eftir fimtan
umfør er fýra stig frá
bronsuplássinum
og
tvey stig frá næstaftasta
plássinum, sum ber
beinleiðis niðurflyting
við sær.
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
» Enn veit eg ikki, hvar eg spæli næsta. Eg leiti framvegis eftir einum
nýggjum felag, og kanska er ein loysn ávegis innan næstu 48 tímarnar«
Patrick Vieira, Juventus
Kappingarnevndin
hjá FSF hevði fund
um Páll M. Joensen
málið í gjár. Og
heilt skjótt verður
úrskurðurin í
málinum liðugur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast
ætlanirnar
vóru
um tað, so eydnaðist ikki
Kappingarnevndini
at
avgreiða triðja umfarið av
Páll M. Joensen málinum
undan ólavsøku.
Men nú verður tað ikki
leingi at bíða. Formaðurin
í
Kappingarnevndini,
Høgni í Stórustovu, sigur,
at nevndin hevði fund um
málið í gjár, og at arbeiðið
við at skriva úrskurðin nú
er farið ígongd.
Júst nær úrskurðurin verð
ur almannakunngjørdur, er
ikki greitt enn, men sum
skilst, so verður hetta í
fyrsta lagi í kvøld.
Í viðgerðini av málinum
um Pall M. Joensen skuldi
Kappingarnevndin í hesum
førinum hava atlit til mál
ini um spæliloyvini hjá
Knút Vesturdal Vesturtún
og Klæmint Matras hjá
ávíkavist
EB/Streymi
og B36. Skrásetingarnar
viðvíkjandi spæliloyvunum
hjá hesum hava verið nakað
ógreiðar, og í viðgerðini
í Ítróttardómstólinum varð
mett, at FSF hevði ikki lyft
próvbyrðuna fyri, at hesir
vóru at rokna sum lógligir.
Kravt varð tí, at hesi bæði
málini mest sum gjørdust
partur
av
viðgerðini,
soleiðis at líkareglan er
galdandi, tá slík mál verða
viðgjørd.
HB-úrskurðurin er ávegis
Í B36 hava tey ikki
tapt heimadyst í
Europa-Cup í tvey
ár, og tað hava
spælararnir ongar
ætlanirnar um at
broyta í kvøld
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Klokkan
18.30
verður
dysturin millum B36 og
Fenerbache
bríkslaður
ígongd á Tórsvølli í Havn.
Talan er um seinna dyst
in millum liðini, og eftir
4-0 heimasigur í fyrru upp
gerðini, er neyvan nakar
hugsingur um, at B36 fer
at vinna seg víðari í kapp
ingini.
– Vit mugu nokk vera eitt
sindur realistiskir, so tann
møguleikan hugsa vit ikki
so øgiliga nógv um, sigur
liðformaðurin hjá B36,
Klæmint Matras.
Men hann leggur tó
dent á, at B36 ikki hevur
skarvin yvir á tann hátt, at
teir longu hava givið dystin
í kvøld upp.
– Vit fara so at gera
okkara fyri at røkka best
møguliga úrslitinum. Vit
hava ikki tapt Europa-Cup
uppgerð á Tórsvølli í tvey
ár, og tey hagtølini vilja vit
halda fast um.
– Sjálvandi hava teir
eitt øgiliga sterkt lið, men
vónandi taka teir eitt sindur
lættari upp á uppgávuna
hesaferð, nú teir longu
eru mest sum vísir í víðari
luttøku. Tað hevur eisini
verið tosað um, at teir
kanska fara at nýta fleiri av
eykamonnunum, men tað
nýtist so ikki at vera nakar
fyrimunur hjá okkum. Ofta
vilja slíkir menn prógva
fyri venjaranum, at teir eiga
at byrja inni næstu ferð, og
so kann tað væl gerast heilt
trupult, heldur Klæmint.
Mugu tora
Um uppskriftina hjá B36
til dystin, sigur hann, at tað
fyrst og fremst ræður um at
tora at spæla fótbólt.
– Tað nyttar einki, um vit
allan dystin eru í verjustøðu.
Tá verður talan aloftast um
sparkarí. Og megna vit ikki
at halda bóltin í egnari røð,
er skjótt, at trýstið verður
heilt stór. Og tí vilja vit
helst sleppa undan.
Í mun til dystin í Istanbul,
so er longu víst, at nakrar
broytingar verða gjørdar
á B36-liðnum. Mikkjal
Thomassen er tøkur aftur
eftir leikbann, og tað er
heilt víst, at hann verður
á sentrala miðvøllinum.
Her var Niels Joensen
vikarur á miðvøllinum,
og hann verður helst aftur
vikarur í kvøld. Hesa ferð
á høgra bakki fyri Kenn
eth Jacobsen, sum er leik
bannaður.
Og so er spurningurin,
um aðrar broytingar verða
gjørdar. Ein møguleiki
er, at Fróði Benjaminsen
veðrur fluttur upp á mið
vøllin, meðan Klæmint
Matras aftur fer í miðverj
una, men tað er so eitt
av putlispølunum, sum
B36-venjarin – Sigfríður
Clementsen – skal fáa
upp á pláss, áðrenn hann
sendir sínar ellivu mans út
á vøllin.
Vilja ikki tapa
Í Istanbul var trýstið á b36 øgiligt. Liðskiparin vónar ikki, at trýstið verður eins stórt hesaferð, og í øllum førum ætla hann og
liðfelagarnir sær, at talan verður um gott úrslit í kvøld