Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 145 - 1. august 2006 ] Norska liðið byrjaði betri, men tá føroyska liðið hevði fótað sær, vóru teir munandi betri enn gestirnir, og hevði tað ikki verið fyri tiltikna føroyska gestablýdni, sum føroysku leikararnir høvdu tikið við sær inn á vøllin, hevði sigurin verið munandi størri NM-KAPPING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Á niðara vølli í Gundadali brast føroyska U19-lands­ liðið saman við Noreg. Norsku leikararnir sluppu væl frá byrjan, og hildu eisin føroyingunum í stuttum tjóðri fyrstu 20 minuttirnar. Teir megnaðu tó ongantíð at spæla seg til tað heilt stóra hesa løtuna, og tá so føroyingarnir fyrst høvdu slitið seg leysan úr norska tjóðrinum var tað ongin, sum kundi temja teir. Tað var serliga í seinna hálvleiki, at føroyingarnir settu dagsskránna. Tað sást á øllum brøgdum, at før­ oyska liðið var tey bæði árini eldri, sum tað nú eina­ ferð er. Føroyingarnir vóru størri, skjótari og sterk­ari. Bóltførleikin tókt­iskt at vera betri og spæl­fatanin tað sama. Serliga var tað fram eftir vøllinum, at tað riggaði væl hjá før­oy­ ingunum, og Bill McLeod Jacobsen, annar av lands­ liðsvenjarunum, dylir held­ ur ikki yvir, at tað er serliga á hesum økinum, at nógv orka hevur verið løgd. Møguleikar til málveitslu Einasta málið í dystinum fall, tá 51 minuttir vóru leiktir. Framman undan hevði liðið havt fleiri góðar møguleikar, uttan at nakað stórvegis spurdist burtur úr tí. Levi Hansen, sum hevur slitið sínar barnagaggur í B36, men sum nú leikar fyri Skála, var í millum mest sjónligu leikararnar á føroyska liðnum. Tað var eisini hann, sum átti uppleggið til málið frá Jón Krosslá, tá hann varð spældur leysur í vinstra borði og setti ferð á niðan eftir vøllinum. Hart pressaður av einum verju­ leikara slapp hann sær inn í brotsteigin, og legði fyri føturnar á Jón Krosslá, sum dagliga leikar fyri VB/Sumba. Hesin hevði ein verjuleikara hangandi á rygginum, men hegnisliga vendi hann sær og dróg bóltin við sær, áðrenn hann legði bóltin trygt í málið. Málið og leiðslan var fult uppiborin, men føroyska liðið settist ikki aftur at verja borg. Teir hildu áfram við ágangandi spælinum, har Ólavur í Ólavsstovu hjá HB vísti seg sum ein sannan brand, og var hann snúningsdepilin á liðnum. Fyri at nevna nakrar av stóru møguleikum før­ oy­inganna, kunnu vit nevna, at Jón Krosslá helst átti at fingið meiri burtur úr, tá hann slapp einsamallur móti einum norskum verjuleikara, men ikki slapp framvið. Einar Hansen úr NSÍ slapp eftir hornaspark at standa fullkomiliga blankur, men úr stuttari fjarstøðu setti hann stútaran skeivu megin stongina. Eisini føroyski leikarin við 18 talinum á rygginum hevði ein risa stóran møguleika, tá Levi Hansen legði honum bóltin fyri føturnar, men málverjin bjargaði væl góða skotinum frá Kristoffur Jacobsen. Men tað vóru ikki bara føroyingarnir, sum høvdu sínar kjansir. Norðmenn vóru eisini framvið av og á, og tá teir royndu seg við skjótum kontraálopum, var føroyska verjan avgjørt til at tosa við. Eitt korter inn í seinna hálvleik vóru norðmenn nær við av javna. Teir broderaðu seg niðan eftir vøllinum í høgru síðu og løgdu bóltin inn í feltið, men skotið úti frá tók í ein føroying á vegnum, og harvið endaði góða álopið við hornasparki. Og nakað seinni kunnu norðmenn bara takka sær sjálvum fyri, at teir ikki fingu bóltin í netið. Málverjin Rógvi Ryggs­ hamar ætlaði at seta eitt skjótt álop í gongd, og tveitir bóltin út Einar Han­ sen í vinstru. Einar, sum framman undan er pressaður av einum norðmanni, fær ikki tamarhald á bóltinum og missir hann frá sær. Norðmaðurin er skjótur, fangar bóltin og leggur hann til ein áleypara. Tíbetur rakar hann ikki bóltin sum ætlað, og leirvíkingurin í málinum bjargaði og fekk rættað mistakið hann gjørdi stutt frammanundan. Verjuparturin haltaði Tað vóru ikki mong, ið fylgdu dystinum, sum varð bríkslaður í gongd í góð­veðrinum í Gunda­ dali kl. 14.30. Men tey upp­møttu fingu eina fína fótbóltsuppliving. Leik­ ferðin var rættiliga høg, og serliga í seinna hálvleiki var hugaligt at fylgja føroyska liðnum. Fram eftir vøllinum gekk tað rættiliga væl, og skapti føroyska liði fleiri góðar málmøguleikar og áttu teir at fingið meiri enn tað eina málið. Hinvegin haltaði verju­ parturin eitt lítið sindur. Sigurin átti at verið størri Meitilberg skoraði fyri EB/Streym Herfyri tryggjaði EB/Streymur sær undirskriftina hjá Jørgen Meitilberg, og skal hann ætlandi styrkja um offensiva partin hjá felagsliðnum. Hann byrjaði inni í landskappingardystinum móti ÍF, men eydnaðist tað ikki at gera mál í dystinum, sum seinni varð avblástur. Í venjingardysti móti B71 í farnu viku var hann eisini við frá byrjan, men EB/Streymur tapti 2-4 og Jørgen átti hvørki av málunum. Í steypadysti á ólavsøku var Jørgen Meitilberg við frá fyrsta brískli, men Brian Olsen skeyt einsamalla málið hjá EB/Streymi. Men mánakvøldið leiktu Skála og EB/Streymur venjingardyst á Skála, og tá skeyt Jørgen Meitilberg sítt fyrsta mál fyri EB/Streym, tá hann skoraði fyrsta málið í dystinum. Dysturin endaði 3-1 til EB/Streym. Noreg - Føroyar 01- (0-0) 0-1: Jón Krosslá, 51. Rógvi Ryggshamar - Pætur T. Jørgensen, Sam Jacobsen, Jóhan Davidsen, Einar Hansen - Kristoffur Jakobsen (Frank Poulsen, 70.), Bogi Løkin (Rasmus F. Nielsen, 18.) Ólavur í Ólavsstovu, John Hansen - Levi Hansen, Jón Krosslá (Jann Martin Mortensen, 59.) Gul kort: John Hansen 20., Kristoffur Jakobsen 62., Jóhan Davidsen 81. min. Reyð kort: - FAKTA Olavur í Ólavsstovu var millum mest eyðsýndu leikararnar á liðnum Mynd: Álvur Haraldsen Laudrup til Villa Síðani Michael Laudrup gavst sum venjari hjá Brøndby, hava nógvar gitingar verið um, hvar hann nú skal vera venjari. Sjálvur hevur Laudrup sagt, at hann ynskir at halda frí í eitt ár, uttan so at okkurt heilt serligt tilboð kemur. Higartil hevur Laudrup havt frí í ein mánað, men sambært enskum fjølmiðlum er ferian skjótt liðug. Teir vilja vera við, at Laudrup stendur ovast á ynskilistanum hjá Aston Villa saman við skotanum Martin O´Neill. Aston Villa hevur framman undan tveir danir knýttar at felagnum; verjuleikarann Martin Laursen og málverjan Thomas Sørensen.