Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 145 - 1. august 2006 ] Framman undan dystinum móti dønum, høvdu føroysku leikararnir hildið, at eitt tap áljóðandi 0-1 móti dønum, var eitt frálík úrslit. Men eftir dystin í Klaksvík í gjár munnu teir allar flestu iðra seg um, at teir mistu í teimum seinastu minuttunum NM-KAPPING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Føroysku leikararnir munnu iðra seg nakað nógv, eftir at teir mistu sigurin burtur, tá bert sjey minuttir vóru eftir at spæla. Teir høvdu hildið tætt í samfullar 73 minuttir, men máttu í síðsta enda taka til takkar við einum teprum 0-1 tapi. Føroyska liðið kom annars væl frá byrjan, og megnaðu teir at standa dønum kurl. Tað var sjónligt, at danska liðið var nakað sterkari enn føroyska, men teir megnaðu ongantíð av álvara at hótta føroyska málið í fyrra hálv­leiki, hóast teir vóru spælstýrandi liðið. Nakrar smávegis mál­ møgu­leikar fekk danska liðið tó spælt seg til, men komu teir ongantíð so nær sum at verða vandamiklir. Í hinum endanum høvdu okkara mans eisini nakrar hálvar kjansir, sum tað tó heldur ikki spurdist nakað munagott burtur úr. Merktu møðina Sum seinni hálvleikur leið byrjaði møðin so smátt at síggjast á føroysku leik­ar­ unum. Danir, sum í fyrra hálvleiki høvdu havt leik­liga yvirvág, fingu alsamt betri tak á føroysku leikarunum, har orkan so smátt var við at renna undan. Tá trýstið bara var alsamt vaksandi fingu danir fleiri hornaspørk, og tað var aft­an á eitt tílíkt, at teir kundu leggja seg á odda. Eitt hornaspark varð sent væl innfyri, tá 73. minuttir vóru spældir. Bólturin varð sparkaður aftur og fram, áðrenn ein dani at enda kundi seta hann í málið og leggja Danmark framm um 0-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Pætur Clementsen er venj­ ari hjá føroyska liðnum, og hann dylir ikki fyri, at teir nú eftir dystin eru eitt sindur vónbrotnir: – Tú kanst lítið ætla, at tað er tungt at missa so seint í dystinum, so tað er ikki frítt, at vit eru vónbrotnir. Men samstundis hava vit allatíðina í huganum, at vit framman undan hildu, at eitt úrslit av hesum slag­ num var eitt frálíkt úrslit, so samanumtikið eru vit bara væl nøgdir við at hava fingið eina so fræga byrjan upp á kappingina, segði Pætur Clementsen, U17- landsliðsvenjari um dystin móti Danmark. Føroyar - Danmark 0-1 (0-0) Mistu í síðstu løtu Finnland–Ísland 2–5 (2–2) Eitt ordans come-back Á Skála spældu Finn­land og Ísland dyst. Finnland fekk eina dreymabyrjan og aftan á sjey minuttir vóru teir á odda 2-0. Tað vóru teir báðir Tapio Heikkila og Teemu Pukki, sum áttu málini. Men aftan á skelk­andi byrjanina fingu ís­lendingar fótin fyri seg, og tá fyrri hálv­leikur var gott og væl hálvrunnin, svaraðu ís­lendingar aftur við máli frá Kristinn Stein­dórsson. Hesin sami Kristinn Stein­ dórsson var aftur framvið ein minutt fyri hálvleik, og so var javnleikur 2-2. Í seinna hálvleiki vórðu finnar blástir av vøll­inum fyrstu minutt­irnar. Fyrst skoraði Viðar Kjartansson tá ein minuttir var farin, og sjey minuttir seinni økti Viktor Unnar Illuga­son. Tá tað restaðu tíggju minuttir skeyt Viðar Kjartansson sítt seinna mál í dystinum, og stað­festi hann sigurin og endaliga úrslitið 2-5. Harvið megnaði Ís­­land at gera eitt ordans come- back og vinna dystin, eftir at hava ver­ið aftanfyri 2-0 longu tá sjey minutt­ir vóru spældir av dyst­inum. Ongland–Svøríki 4–2 Sviar bastu onglendingum Ovara vøllur í Gundadali legði seinnapartin í gjár gras til uppgerðina millum Ongland og Svøríki. Talan var um eina undirhaldandi og málríka uppgerð, har tað stóð á jøvnum til allar seinasta minutt. Moses Barnett legði Ongland á odda, tá sjey minuttir vóru spældir. Sviar javnaðu eitt korter seinni, tá Jakob Johansson setti bóltin í netið. Ongland yvirtók skjótt leiðsluna aftur, tá Rhys Murphy skoraði til 2-1. Hetta var í 29. minutti, men longu í 31. minutti javnaði Ivo Pekalski aftur fyri Svøríki. 2-2 sá eisini út til at verða endaliga úrslitið, tí tá farið var undir seinasta minuttin stóð framvegis á jøvnum. Men so var tað, at Adam Smith og Jack Ainsley skoraðu hvør sítt mál beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, og harvið gjørdist endaliga úrslitið 4-2 til Ongland. Landis illa sperdur Doping-ákærdi vinnarin av Tour de france, Floyd Landis, tykist standa alsamt veikari í frágreiðing sínum. Hóast súkklarin sjálvur hevur bedýrað, at høga testosteron- innihaldið í blóðinum hjá sær er eitt náttúrligt fyribrigdi, so er ivasamt, hvørt hetta er allur sannleikin. Í øllum førum skrivar New York Times í dag, at A-royndin sýnir, at talan er um syntetiskt testosteron, og tí er neyvan hugsandi, at hetta er komið av náttúrligum ávum. Og seinasta frágreiðingin um, at hetta er íkomið av øl og whiskey, sum Landis hevði drukkið kvøldið fyri 17. etapuna, er neyvan nakað, sum verður tikið í fullum álvara. -mørk Vieira til Manchester Franski miðvallarskiparin, Patrick Vieira, sigst nú vera ávegis til enska stórfelagið, Manchester United. Vieira er annars partur av hópinum hjá Juventus, sum er tvangsfluttur niður í seriua B, og sjálvur sigur miðvallarin, at hann væl kann vera ávegis til Manchester United. – Ein og hvør spælari vil gjarna spæla fyri eitt felag sum Manchester United. Eftir níggju ár í Arsenal er tað kanska ikki lætt, men í fótbólti kann alt henda. – Enn veit eg ikki, hvar eg spæli næsta. Eg leiti framvegis eftir einum nýggjum felag, og kanska er ein loysn ávegis innan næstu 48 tímarnar, sigur Patrick Vieira, sum eisini slær fast, at hann ikki ætlar sær at spæla í seriu B komandi kappingarár. -mørk Undir trýsti var sjónligt, at leikararnir ikki kenna hvønn nóg væl, og tað sást aftur í, at norska liðið til tíðir hevði rímiliga lætt við at spæla seg í gjøgnum síðurnar báðar. Føroyar fingu tó altíð vart fyri, tá tað veruliga ástóð og norðmenn sluppu hinvegin at njóta føroyska gestablýdni á vøllinum, tá føroyingar ikki koyrdu bóltin í málið oftari enn hægst neyðugt. Føroyar - Danmark 0-1 (0-0) 0-1: Morten Nielsen, 74. Hans Jørgensen - Sámal Jákup Djurhuus, Viljormur H. Davidsen, Heri H. Nesá, Rógvi S. Holm - Erland B. Danielsen, Heini Vatnsdal, Gunleif Olsen, Erling Jacobsen - Klæmint A. Olsen, Páll A. Klettskarð. Andrias Ellingsgaard, Eli Simonsen, Uni H. Johannesen, Jóhan S. Edmundson, Petur M. Magnussen, André Olsen, Gunnar Thomsen FAKTA Føroyar eru í hesum døgum karmur um NM fyri U17-landslið. Kappingin eru fyri Norðanlond og eru tað fylgjandi sjey lond, sum luttaka: Danmark, Finnland, Ísland, Noreg, Ongland, Svøríki og Føroyar, sum er umboðað við tveimum liðum, tí U19-landsliðið er við sum gestaluttakari, orsaka av at Wales noyddist at geva avboð. Kappingin fór á rull í gjár og kappast verður í tveimum bólkum – A og B. Fýra lið eru í hvørjum bólki, og teir tilsamans fýra dystirnir í bólkunum báðum vórðu bríkslaðir í gongd samstundis í gjár í Havn, Klaksvík og á Skála. Dystast verður aftur í dag, týsdagin, og hósdagin á hesum støðum kl. 14.30: Argir, Fuglafjørður, Havn, Klaksvík, Runavík og Toftir. Leygardagin verða finaludystirnir leiktir, og teir skulu allir spælast í Gundali har byrjað verður kl. 11.00. Av tí, at talan er um eina U17-kapping, er ongin dystur longri enn 80 minuttir. Og teir, sum eru settir at stýra ungu leikarunum meðan spælt verður, eru bæði útlendskir og føroyskir dómarar. FAKTA Videoupptøkur og samrøður frá dystinum millum Noreg og Føroyar eru at síggja á www.portal.fo