týsdagur 1. august 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 145 - 1. august 2006
lýsingar
Lærarastørv
í Fuglafjarðar skúla
Hesi tíðaravmarkaðu størv verða lýst leys til setanar:
Starv 1
• 1 lærari í tíðaravmarkað parttíðarstarv (uml.
0,7) frá 14. august til 19. desember 2006
fyri lærara í barnsburðarfarloyvi
Starv 2
• 1 lærari í tíðaravmarkað parttíðarstarv (uml.
0,7) frá 14. august til 6. oktober 2006
fyri lærara í barnsburðarfarloyvi
Starv 3
• 1 lærari í tíðaravmarkað starv frá 16. oktober
2006 til umleið 5. mai 2007
fyri lærara í barnsburðarfarloyvi
Stórur møguleiki er fyri, at sami persónur verður
settur í starv 2 og 3
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
• eru stundisligir og nærlagdir
Harafturat skulu lærararnir kunna átaka sær
hesar tímatalvur:
Starv 1: Flokslærari í 4. a, 4. a í náttúru/tøkni,
tilevning og føroyskum, 8. abc í lívfrøði og 8. b
í kristnikunnleika
Starv 2: Floksærari í 9. c, 9. c í føroyskum, 5.6.
í tilevning og heimkunnleika. Eisini eru 9 t/v í
bókasavnsarbeiði
Starv 3: Flokslærari í 4. b, 4. b í støddfrøði,
náttutu/tøkni, kristnikunnleika og tilevning,
3. b. í tilevning og 8. 9. 10. fl í handarbeiði
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestnaður ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1-27.4.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í
seinasta lagi hósdagin 3. august kl. 10.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja
til Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 214087.
Eisini ber til at senda teldupost til skúlastjóran:
suni@ffs.fo
Fuglafjarðar skúli
Postboks 9
FO-530 Fuglafjørður
Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár umleið 335 næmingar
í 19 flokkum. Við skúlan fara at starvast 34 lærarar, 1 stuðul, 1
húsavørður og 4-5 reingerðingarfólk. Áhugað kunnu lesa meira
um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo
Gjáarlon søkir námsfrøðing,
hjálparfólk og tímaløntir avloysarar
Søkt verður eftir námsfrøðingi, hjálparfólkum og
tímaløntum avloysarum til dagstovnin Gjáar-lon í
Vestmanna at byrja 1. september 2006.
Vit sóknast eftir
• 1 námsfrøðingi 30 tímar um vikuna at byrja 1.
september til serligt arbeiði í avmarkaða tíð, og
við møguleika fyri at halda áfram í starvi sum
námsfrøðingur. Lønin fylgir lønarskalanum 11 – 18.
Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk
sett í staðin. Hesi fylgja lønarskalanum 3 – 8.
• 1 hjálparfólk 35 tímar um vikuna at byrja 1.
september
• 1 hjálparfólk fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi
20 tímar um vikuna frá 1. september 2006 til 20. mai
2007.
• tímaløntum avloysarum
Dagstovnurin er í 5 eindum við vøggustovu og
barnagarði – skipaður til íalt 84 børn.
Stovnurin letur upp kl. 7:15 og letur aftur kl. 17:15.
Gjáarlon er ein grønur srovnur, sum leggur dent á at
fara væl um umhvørvið inni sum úti.
Umstøðurnar eru sera góðar bæði innan– og
uttandura.
Vit bjóða
Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit stóran dent á
trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum, og vit virka
alsamt fyri at skapa álit og tryggleika fyri børn og
foreldur. Gerðandisdagurin er somuleiðis merktur
av, at vit eru ein grønur stovnur.
Vit ynskja
Vit leggja dent á, at tú hevur førleika at arbeiða
sjálvstøðugt, ert ágrýtin og nýhugsandi. Tú
tekur ábyrgd og virkar í góðum samstarvi við
samstarvsfelagar og foreldur, og saman við okkum
ert tú við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiði. Vit
vænta, at tú sært møguleikar og avbjóðingar fram
um forðingar.
Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru skipað sambært
sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
Morið A. O. Gardy, leiðara, á telefon 230134.
Umsókn og freist
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir
skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 11. august,
kl 12:00. Setanarsamrøður verða í viku 33.
Send eina umsókn við avriti av prógvum og
viðmælum til:
Gjáarlon
Hornavegur 16
FO – 350 Vestmanna
Umsóknir skulu merkjast ”Gjáarlon”.
Eysturskúlin søkir eftir 2 lærarum í tíðaravmarkað
starv skúlaárið 2006/07.
1 størv vegna avlopstímar.
1 starv, fyribils til 13. november, fyri lærara í barns
burðarfarloyvi.
Søkt verður eftir lærarum, sum kunnu undirvísa
í føroyskum, donskum, kristni, søgu og ítrótti í
framhaldsdeildini umframt at undirvísa næmingum
við serligum tørvi.
Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya
lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:
• Í undirvísingini at taka støði í teimum mongu
førleikunum
• At leita eftir sterkum síðum hjá næminginum
• At styrkja lærugreinatoymini
Søkt verður eftir lærarum sum:
• Hava læraraútbúgving
• hava áhuga fyri undirvísing
• Duga væl at samstarva og samskifta
• vilja at menna skúlan
• ikki ræðast nýggjar avbjóðingar
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í
samband við skúlastjóran, Eyðdis Eidesgaard á tlf.
302540 ella 214752. Eisini ber til at senda teldupost
til eys@skulin.fo.
Umsóknir við prógvum, cv og møguligum viðmæl
um skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi
mikudagin 9. august.
Eysturskúlin
Tórgarðsgøta 17
100 Tórshavn
Í Eysturskúlanum verða komandi ár 564 næmingar í 1. til 10.
flokk og uml. 50 lærarar. Innskúling er skipað við sjálvstýrandi
toymum og arbeitt verður við at skipa allan skúlan á henda
hátt. Vit arbeiða í løtuni við at orða virðisgrundarlag skúlans,
menna ársætlanirnar og at innrætta skúlan til eitt kveikjandi
lærlingaumhvørvi.
Lesið Sosialin - so eru tit við