týsdagur 1. august 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 1. august 2006
27
Leiðari til dagstovnin
Látipípuna
Hervið verður søkt eftir leiðara til dagstovnin
Látipípuna hjá Vestmanna Kommunu.
Stovnurin er normeraður til 22 børn í útibarnagarði
og til børn úr 1. og 2. flokki í frítíðarstovu.
Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving, og
starvið verður sett frá í seinasta lagi 1. oktober 2006
at rokna.
Dámar tær væl at skipa fyri og at vera úti í náttúrini,
er hetta møguliga nakað fyri teg!
Lønin er sambært sáttmála ímillum Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagog–
felag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Maluna Stórá á Dagstovninum Látipípuni, tlf.
470146 ella 230145.
Umsókn saman við avriti av prógvi og møguligum
um mælum skal verða kommunuskrivstovuni í
hendi í seinasta laagi 21. august 2006, kl. 12.00.
Vestmanna Kommuna
Umsitingarligur
leiðari
FS Vágar søkir eftir fólki til umsiting felagsins.
www.fsvagar.fo
FS Vágar er fótbóltsfelag, ið leggur stóran dent á
at menna fótbóltin í vesturøkinum. Í tí sambandi
søkir felagið eftir fólki í parttíðarstarv til at røkja
umsitingarligar uppgávur.
Vit vænta at tú ert nærløgd/lagdur og álítandi,
at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og eisini, at tú
dugir at arbeiða við bókhaldi. Vit kunnu bjóða eina
spennandi avbjóðing í einum spennandi starvi,
sum tú saman við nevndini kemur at menna eftir
tínum og felagsins tørvi. Løn og setanarviðurskiftir
vera eftir avtalu.
Meira fæst at vita við at ringja á 533053.
Møguligar umsóknir skulu vera okkum í hendi
seinast 15. august 2006.
FS Vágar
v/ Albert Ari Thomassen
Postboks 51
FO-370 Miðvágur
Kunngerð
Vísandi til samtykt bygdaráðsins tann 26. juni 2006
fer
vegleiðandi fólkaatkvøða fram ley–
gardagin tann 9. september 2006.
Fólkaatkvøðan fer fram í skúlahøllini í 1974
skúlanum
frá kl. 10.00 til kl. 20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg, og verður tá
fólkaatkvøðan lýst liðug.
Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan
hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu
í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu
við at venda sær til kommunuskrivstovuna.
Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi innan
valið byrjar kl. 10.00 tann 9. september 2006.
Heimaval:
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki
kunnu møta við valstaðið, kunnu velja
heima í seinasta lagi dagin fyri fólkaatkvøðuna við
at boða kommunuskrivstovuni frá – helst innan kl.
15.00 hósdagin 7. september 2006 á tlf. 441.012.
Valkort:
Valkort verða send út við postinum. Um persónur,
sum heldur seg hava valrætt í kommununi ikki fær
valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at
venda sær til kommunuskrivstovuna.
Mint verður á, at tygum eiga at hava valkortið við
á val.
Gøtu tann 24. juli 2006
GØTU KOMMUNA
Páll Isholm
borgarstjóri
Kunngerð
Vísandi til bygdarráðssamtykt 26. juni 2006 fer
vegleiðandi fólkaatkvøða fram leygardagin
tann 9. september 2006.
Fólkaatkvøðan fer fram á kommunuskrivstovuni
kl. 10.00 – kl. 20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg, og verður tá
fólkaatkvøðan lýst liðug.
Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan
hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu
í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu
við at venda sær til kommunuskrivstovuna.
Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi innan
valið byrjar kl. 10.00 tann 9. september 2006.
Heimaval:
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki
kunnu møta við valstaðið, kunnu velja
heima í seinasta lagi dagin fyri fólkaatkvøðuna við
at boða kommunuskrivstovuni frá – helst innan kl.
15.00 hósdagin 7. september 2006 á tlf. 443 006.
Valkort:
Valkort verða send út við postinum. Um persónur,
sum heldur seg hava valrætt í kommununi ikki fær
valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at
venda sær til kommunuskrivstovuna.
Mint verður á, at tygum eiga at hava valkortið við
á val.
Leirvík, tann 24. juli 2006
LEIRVÍKAR BYGDARRÁÐ
Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42
520 Leirvík
lýsingar
Ortopædkirurgiskur
skómakari
& bandagistur fra
SAHVA
verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 29. august 2006
og á Landssjúkrahúsinum 1. september 2006.
Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 45 45, mánadag
og týsdag kl. 10-12, í seinasta lagi týsdagin 22.
august 2006.