Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 146 - 2. august 2006 tíðindi SAMBAND Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Seinnapartin í gjár setti Heðin Mortensen borgar­ stjóri hakan í fyri skúlanum við Løg­mannabreyt, sum Tórshavnar kommuna letur byggja Útbúgving Ella Larsen ella@sosialurin.fo Útgrevsturin og planeringin verða væntandi liðug um tríggjar mánaðir, tá verður arbeiðið at byggja skúlan boðið út. Eftir ætlan skal skúlin vera liðugur til skúlaársbyrjan í 2008, meðan frítíðarskúlin og 1. til 3. flokkarnir skulu taka skúlan í nýtslu í januar 2008. Kostnaðurin á skúlanum verður mettur at verða 110 milliónir, umframt innbúgv og meirvirðisgjald. Skúlin verður í fýra lonum og flokkarnir verða deildir upp eftir aldri. Eisini verður felagsøki, kantina og dupult fimleikahøll. Hóast Hoyvíkar skúli júst er vorðin útbygdur, heldur Heðin Mortensen, at tað er stórur tørvur á hesum nýggja skúlanum. Tað er stórt trýst á skúlunum í býnum og orsøkina heldur Heðin Mortensen millum annað vera, at nógv nýbygging er í Hoyvíkshaganum, har eini 170 nýggj hús eru bygd tað síðsta árið. Skúlin á Løgmannabreyt er fyrsta stig í útbyggingini av skúlaverkinum í Tórshavnar kommunu. Bæði í Argja skúla og Velbastaðar skúla er plásstrot og har er neyðugt at byggja út. Harafturat er ætlanin eisini at byggja ein nýggjan skúla úti á Fløtum í staðin fyri núverandi Venjingar­skúlan. STUBBIN Fjarðarvegur 12, Vestmanna Tlf. 471 800 stubbin@stubbin.fo www.stubbin.fo Stórt úrval av bátum Vitja okkum í Vestmanna Skúlin á Løgmannabreyt: 9 árgangir Tveir flokkar í hvørjum árgangi, Frítíðarskúli til næmingarnar í 1. og 2. flokki. 450 næmingar Stødd: 6255 m2 FAKTA Heðin Mortensen setur hakan í fyri nýggja skúlanum í Hoyvíkshaganum Mynd: Álvur Haraldsen Tíðarætlan: Juni 2006: jørðarbeiðið byrjar Januar 2008: 1.-3. flokk og frítíðarskúli August 2008: skúlin liðugur FAKTA Nýggjur skúli á Løgmanna­breyt um tvey ár Sáttmálin um útgrevsturin verður undirskrivaður. Frammanfyri sæst modellið av nýggja skúlanum – Festivalurin tekur skap fyri hvønn tíma, sum fer. Tað er sumt, sum vit ikki fá gjørt fyrr enn stutt áðrenn. Men tað gongur væl Steintór Rasmussen, fyriskipari av Summarfestivalinum