mikudagur 2. august 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 2. august 2006
3
tíðindi
Skattainntøkurnar
teir fyrstu sjey
mánaðirnar í ár vóru
munandi hægri enn
sama tíðarskeið árini
fyri. Tøl frá Toll- og
Skattstovuni vísa,
at higartil í ár er A-
inntøka føroyinga
komin upp á 4,1
milliardir krónur í
mun til 6,9 milliardir
krónur alt árið í fjør
BÚSKAPUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
– Tað stendur væl til í
Føroyum.
Hetta segði løgmaður í
røðu síni í Løgtinginum
ólavsøkudag, og sambært
teimum nýggjastu tølunum
frá Toll- og Skattstovu Før
oya vísir tað seg, at skatta
inntøkurnar higartil í ár hava
verið væl hægri í mun til
somu tíðarskeið undanfarnu
árini.
Hóast verandi samgonga
hevur samtykt at veita 90
milliónir krónur í skatta
lætta, sum verða latnar av
landsskattinum, so eru fyri
bils skattainntøkurnar í ár
munandi hægri í ár enn tey
undanfarnu árini.
Í 2004 var A-inntøkan hjá
føroyingum góðar 6,7 milli
ardir krónur og alt árið í fjør
6,9 milliardir. Teir fyrstu
sjey mánaðirnar í ár eru A-
inntøkurnar longu komnar
upp á 4,1 milliard.
Hægri
kommunuskattur
Í julimánaði í ár vórðu 600
milliónir krónur skrásettar
sum A-inntøka í mun til 545
milliónir í juli í fjør. Besti
mánaði í ár fyri landskassan
var marsmánaði, tá 642,6
milliónir krónur vórðu skrá
settar sum A-inntøka.
Fleiri kommunur hava
ta seinastu tíðina hækkað
kommunuskattin, men hóast
inntøkurnar í kommunuskatti
tí áttu at verið hægri, so er
inntøkurnar frá kommunu
skattinum hægri, enn flestu
kommunur høvdu roknað
við. Í julimánaði í ár rindaðu
føroyingar 100,5 milliónir
krónur í kommunuskatti í
mun til 87 milliónir krónur
sama mánaða í fjør.
Tilsamans hava føroyingar
goldið 607,4 milliónir krónur
í kommunuskatti teir fyrstu
sjey mánaðirnar í ár í mun til
1,1 milliard alt árið í fjør.
Skattainntøkurnar hægri í ár
enn tey undanfarnu árini
Fyribilsskattur 2003 - 2006
0
100.000
200.000
300.000
400.000
500.000
600.000
700.000
800.000
jan
feb
mar
apr
maj
jun
jul
aug
sep
okt
nov
dec
2003
2004
2005
2006
Stabbamyndin vísir, at fyribilsskatturin hevur verið munandi hægri í ár enn undanfarin í ár. Í marsmánaði
var A-inntøka føroyinga 642,6 milliónir krónur, og var inntøkuríkasti mánaðin higartil í ár
Løgmaður gjørdi
stutt fyri middag við
merkingar av tingsins
røðarapalli tey ringu
skotsmálini, sum and
støðan hevur givið
løgmansrøðuni á
ólavsøku
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Síðani Jóannes Eidesgaard,
løgmaður helt sína triðju
løgmansrøðu ólavsøkudag,
hava floksformenninir í and
støðuni nýtt høvi til at gera
viðmerkingar til røðuna.
Sum vera man hava hesar
viðmerkingar verið rættiliga
atfinningarsamar.
Sosialurin royndi í morg
un at fáa viðmerkingar frá
Jóannesi Eidesgaard til sjálva
løgmansrøðuna og til kritikkin
frá andstøðuni, men løgmaður
vildi ikki gera viðmerkingar
fyrr enn hann hevði verið
tingsins røðarapalli. Sostatt
eydnaðist ikki at fáa eina
samrøðu við løgmann, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Edmund Joensen, ting
formaður, setti tingfundin í
morgun klokkan 9, har løg
mansrøðan varð umrødd. Stutt
fyri middag slapp løgmaður
framat, eftir at serliga for
maður Høgni Hoydal, formað
ur Tjóðveldisfloksins, hevði
funnist hvassliga at verandi
samgongu. Høgni Hoydal
tosaði nógv í myndum segði
m.a., at samgongan líktist ein
um fótbóltsliði, ið als ikki vil
spæla fótbólt.
Jóannes Eidesgaard segði
m.a. at í øðrum parlamentum
var tað altíð við spenningi,
at bíðað verður eftir hvat
andstøðuleiðarin hevur at
siga, men at hann var vón
brotin av røðuni hjá formanni
Tjóðveldisfloksins í morgun.
Hinvegin rósti løgmaður
framsøgumonnum Sjálvstýris
floksins og Miðfloksins.
Løgmaður vildi vera við,
at røðan var konkret, sum t.d.
Miðflokkurin hevur sagt, at
hon ikki var. Løgmaður vísti
á, at eini 90 mál eru nevnd
í løgmansrøðuni, og hann
helt ikki, at Fólkaflokkurin
átti so stóran part av røðuni,
sum fleiri í andstøðuni vildu
vera við.
Løgmaður vildi eisini
vera við, at Høgni Hoydal
vildi fremja karaktermorð
ímóti honum, men hesum
vísti Høgni Hoydal staðiliga
aftur.
Løgmaður vardi seg
Løgmaður vardi seg í tinginum í dag