Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 2. august 2006 5 tíðindi Føroyar eru eftirbátur á mongum økjum innan umhvørvisvernd. Hetta er ein av niðurstøðunum, nú norðurlendskir náttúruverndar­ felagsskapir hava ársfund í Føroyum Náttúruvernd Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Norðurlendsku náttúru­ vernd­ar­felagsskapirnir hava ársfund í Føroyum í hesum døgum. Frá 28. juli til 3. aug­ust hittast umboð fyri felagsskapirnar og í ár er ársfundurin í Føroyum. Tey ymsu londini greiða frá tí, ið arbeitt verður við, ymsir viðkomandi fyrilestrar eru, ið fakfólk innan gransking og umhvørvisarbeiði halda, eins og høvi er hjá teim vitjandi at uppliva verts­landið, tí skipað verður fyri útferðum, bæði á sjógvi og landi. Norðurlendsku luttak­ar­ ar­nir komu til Føroya 28. juli og fingu ólavsøkuna við, eins og skipað varð fyri út­ferðum fyrstu dagarnar til Kirkjubøar og Saksunar. Mánadagin 31. juli gekk leiðin til Suðuroyar, har sjálv­ur ársfundurin verður hildin á Gistingarhúsinum við Á í Øravík. Henda fyrsta dagin funnu gestirnir seg til rættis, hugdu seg um í Øravík, og sum byrj­an uppá fundin løgdu ymsu londini fram ymiskt viðvíkjandi teirra landi í tí, sum á skránni nevndist „præsentation af de enkelte lande“ og „præsentation af Færøerne og Suðuroy“. Síðani vitjaði ferðalagið í Famjin við bussi. Umhvørvið á breddan Týsdagurin 1. august vig­ aði tyngri í skránni. Á skránni vóru fyrilestrar, hildn­ir av føroyskum fyri­ lestrahaldarum. Fundarhølið í Øravík var karmur um fundin og fyrilestrar. Kári Thomsen, formaður í Føroya Náttúruverndarfelag, hevði frágreiðing í samband við ársfundin, har hann greiddi frá umstøðum fel­ags­ ins og tí, ið arbeitt verður við í Føroyum. Í greiðari og viðkomandi frágreiðing greiddi Kári Thom­sen frá arbeiði felags­ ins. Norðurlendsku feløgini hava nøkulunda somu ar­beiðsgongdir og arbeiðsøki, metti Kári, ið greiddi frá, at føroyska felagið varð stovnsett í samband við ætlaða vatn­ orku­útbygging hjá SEV í Vágunum. Har eydnaðist at steðga ætlanini, men 13 ár seinni var felagið vitni til, at annað stórt vatn varð tikið og gjørt til innidemmaðan orkubrunn, nevniliga Eiðis­ vatn. Føroyska lógar­grund­ar­ lagið er tunt, tá um náttúru og umhvørvi ræður, greiddi Kári frá. Náttururverndarlógin er frá 1970 og umhvørvislógin frá 1988. Umsitingin hev­ur verið í fleiri ráðum, men nú er ætlan gjørd um at leggja alt økið undir Inn­ lend­ismálaráðið, so roknast kann við betri umsiting. Kári greiddi frá, at felagið hevur verið noytt at hefta seg við størri mál, og lata minni mál fara framvið, uttan at taka tey upp, tí orka hevur ikki verið til hetta. Tó hava t.d. vatnorkuútbyggingar og hand­fraring av burturkasti alla tíðina vigað tungt í arbeiði felagsins. Tunt soð Viðvíkjandi visión 2015 segði Kári Thomsen, at ein arbeiðsbólkur er sett­ur, men at Føroya Náttúru­vernd­arfelag ikki er við í bólk­inum. Tá felagið mót­mælti, fekk felagið í boði at vera við, tá náttúru og umhvørvisverndarvisiónin varð løgd fram. Kári metti nógv vanta í visiónini og boðaði hetta ikki frá nøkr­um góðum, ella nøkr­um málrættaðum um­hvørvispolitiki frá myndug­ leikunum. Støða er frá føroyskari síðu ikki tikin til Kyoto­ proto­kollina og verður hetta av felagnum mett at vera ein av týdningarmestu trupulleikunum í Føroyum í altjóða høpi. Løgmansrøðan í ár segði onki um Kyoto, umhvørvisvernd ella orku oig metir Kári Thomsen, at hetta sigur nógv um, hvussu landsstýrið raðfestyir hesi evnini. Frágreiðingin hjá Kára Thomsen fevndi víða og kom m.a. inn á søguna hjá vindorku í Føroyum, sum hevur havt mótvind. Felagið fekk í 2001 stuðul til eitt vindmylluatlas og ljós varð varpað á vindorku mótvegis vatnorku. Í stuttum kann sigast, at fram kom, at Føroyar eru eitt av heimsins mest dálkandi londum, tá um­ræður útlát av gassi av ymsum slag. Tað vísti seg, at felagið hevði rætt í sínum útrokningum og gav hetta bronsu til Føroyar, gull til USA og Silvur til Australia. Felagið hevur umboð í nevndini, ið tekur sær av kappingini um „Best røktu bygd“. Og felagið fegnast um arbeiðið innan vøkstur og blómur í Føroyum, og at Føroyar hava fingið tjóðar­ blómu. Felagið hevur verið virkið í orðaskiftinum um sonevnda nationalpark - tjóðpark - í Føroyum, og er ikki samt við teim uppskotum, ið mynd­ ug­leikar hava, sum eru t.d. í Vágum og Koltur. Føroya Náttúruverndarfelag hevur hinvegin víst á Hvannhaga í Suðuroynni og Kári Thom­sen segði, at felagið framvegis fer at fylgja við og gera sítt til, at úrslitið verður skilagott. Fyrilestrar Bogi Hansen frá Fiski­rann­ sóknarstovuni hevði fyri­ lestur um veðurlags­gransk­ ing við serligum atlti til At­lantshav. Hann kom inn á árinini á náttúruna, ið eru sera ymisk og eisini ring at spáa um. Serliga kom hann inn á menniskjaskapt árin og vakstrarhúsárinið er eitt vandamál. Torført er at meta um alt hetta, segði Bogi Hansen m.a., men skaðarnir kunnu vera stórir og óbótaligir. Maria Dam frá Heilsu­ frøðiligu Starvsstovuni hevði fyrilestur um náttúrueitran. Anna Maria Fosaa frá Náttúrugripasavninum hevði fyrilestur um plantur í Føroyum og var hetta ein ferð í føroyskari vegetatión. Um hvørjum granska verður í og hvussu støðan er hjá teim ymsu plantunum, eru tær útdeyðar, í vanda ella er støðan ivasom. Fleiri plant­ur finnast bert á 2 - 3 støðum í Føroyum og ikki øll støðini hava tað so gott. Onkrar plantur finnast ikki í so nógvum øðrum londum og spurningurin her var, um ikki Føroyar her áttu altjóða skyldur í samband við varðveitslu og líknandi. Ein niðurstøða var, at tað er trupult at fáa fólk at yvirhalda tann veruleika, at summi øki eru friðað. Janus Hansen, biologur, greiddi frá djóralívi í Føroyum. Hetta var gongd innan innsavnan av tilfari og vitan og enn er ikki komið á mál og í Føroyum eru vit ikki komin har, at vit hava regluliga skráseting. Fleiri fuglasløg eru í aftur­ gongd og onnur sløg eiga mest í Føroyum, í onkrum føri 95% av heimsstovninum, og aftur her varð komið inn á altjóða skyldur í so máta. Dømini vóru mong um vantandi ábyrgdarkenslu tá umræður djóralív og náttúru yvirhøvur. Føroyar eftirbátur Í kjakinum eftir fyrilestrarnar kom greitt fram, at útlendsku luttakararnir undraðust á vantandi lógir og vantandi medvit í Føroyum, tá um­ræður umhvørvisvernd og náttúru. T.d. var torført hjá teimum at skilja, at tað kundi vera ein trupulleiki, at friðað øki ikki verða vird sum slík. Og tað kom greitt fram, at í mun til londini kring okkum, so eru Føroyar eftirbátur. Norðurlendsku fel­øgini bjóðaðu í fyrstu atløgu moralskan stuðul til Føroya Náttúruverndarfelag, men semja tyktist vera um, at felagnum tørvaði orku og pening, skuldi felagið einsamalt megna at varpa meira ljós á umhvørvismál. Møttu ikki Annað, ið ein legði til merkis týsdagin var, at hóast lands- og lokalpolitikarar og onnur høvdu fingið í boðið at koma við til ársfundin, so møttu sera fá. Ein landspolitikari og tvey býráðsumboð av Tvøroyri møttu, og kann hetta kanska eisini nýtast sum mátistokkur fyri áhug­ anum hjá landsins mynd­ug­ leikum og borgarum fyri umhvørvinum. Hóast nakað av mjørka seinnapartin týsdagin, fóru fundarluttakararnir túr í Hvann­haga, ið er í uppskoti til tjóðpark. Mikudagin skuldu lut­ tak­ararnir vitja í Hvalba og Sandvík og so var kjak um norðurlendskt samstarv á skránni og eisini skuldi takast samanum. Á kvøldið beyð skráin siglitúr og vitjan á Tvøroyri í gomlu Kgl. hand­ ils­bygningunum. Hósdagin vitjar ferðalagið í Sumba, har m.a. fuglabjørg eru at síggja og síðani gong­ ur leiðin aftur til Havnar og fríggjadagin fara lut­tak­ar­ arnir aftur hvør til sítt. Føroyar eftirbátur á umhvørvisøkinum Føroyar er vertur, nú norðurlendsk nátt­ úruverndarfeløg hava ársfund Stað: Øravík Luttakarar: Danmark: Gunver Bennekov, stjóri Else Maria Bisshof- Larsen Noreg: Tore Killingland Finnland: Antti Halkka Tom Gullberg Áland: Christel Forsgård Ísland: Bergur Sigurðsson Bjørgólfur Thorsteinsson Føroyar: Kári Thomsen Anna Antoniusen Eliesar Olsen Óli Mikkelsen Leivur Nattestad FAKTA Á ársfundinum hjá nor›urlendsku umhvørvisverndarfeløgunum í Øravík í hesum døgum er ein ni›urstø›a, at Føroyar eru eftirbátur á umhvørvisøkinum Lands- og lokalpolitikarar og onnur høvdu í boði at taka lut á fundinum hjá umhvørvisfel­øgun­ um, men uppmøtingin var ikki nakað at reypa av Myndir: D. Olsen