Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 146 - 2. august 2006 tíðindi Steintór Rasmussen letur væl at fyrireik­ ingunum til Summ­ arfestivalin í ár. Hann er sera væl nøgdur við nøvnini í ár. Hann metir, at Summarfestivalurin hevur eina breiða skrá. Næsta ár fara teir at spenna bogan enn meira SUMMARFESTI­ VALURIN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Steintór Rasmussen er fyri­ skipari fyri summar­festi­ valinum. Hann letur væl at fyrireikingunum: – Festivalurin tekur skap fyri hvønn tíma, sum fer. Tað er sumt, sum vit ikki fá gjørt fyrr enn stutt áðrenn. Men tað gongur væl, sigur Steintór. Tað er nógv, sum sam­ skipast fyri til ein slíkan festival. Steintór hevur valt at hava ein einfaldan leiðsluhátt: – Vit hava ein lítlan yvir­ bygning. Vit eru fáir, sum taka avgerðirnar, tí at tað ger alt smidligari. Tá ið nógv hava ábyrgdina, kann verða torført at samskifta nøktandi. Steintór ásannar tó, at uppgávurnar eru ov nógvar og stórar til, at nakrir fáir persónar kunnu klára tær. – Tað er sera nógv, sum skal samskipast, og tí velja vit at útdelegerað uppgávur til fólk og feløg. Tað er alt tað praktiska, flutningur hjá tónleikarunum og ferðslan til dømis. Har hava vit valt at geva øðrum uppgávurnar, so at ikki øll fara at ringja til mín, um til dømis onkur trupulleiki er á tjaldingarplássinum. Ein stórur munur á festi­ valunum í ár frá í fjør er, at undirsjóvartunnilin er opnaður. – Tað er ein stórur lætti, at vit ikki noyðast at hugsa um at skipa fyri eykatúrum og tílíkt. Hinvegin vænta vit meira ferðslu í Klaksvík, og tí má tað samskipast væl, sigur Steintór. Tað sæst aftur í Klaksvík, at Summarfestivalurin stend­ ur fyri durum. Tað verð­ur fríðkað um økið við rund­ koyringina og ljós verða sett upp. Eisini verða pallarnir settir upp. Barnaøkið uttan fyri Norðoya Sparikassa er eisini í ger. – Tað eru nógv fólk farin í sving, men eg haldi tó ikki, at tað er eins nógv arbeiðsorka og til G! Festi­ valin, sigur hann. Vóna ein ruddiligan festival Á G! Festivalinum var sera nógv órudd, og eis­ini er illgruni um, at søla av rús­ evnum var á tjaldingarp­ lássinum. Stei­ntór ætlar at taka serlig fyrilit fyri teimum trupulleik­unum, sum hinir festivalarnir hava havt. – Tú hyggur eftir, hvat gongur væl og minni væl hjá hinum festivalunum, og so roynir tú at taka serlig fyrilit fyri tí. Tað gongur báðar vegir, haldi eg. Vit fara serliga at leggja okkum eftir at fáa ein meira ruddiligan festival enn G! Festivalin. Summarfestivalurin liggur í einum býi, og tað skuldi givið okkum betri fyritreytir fyri at halda skil á. – G! Festivalurin er meira ein ungdómsfestivalur, og tí gerst kanska eitt sindur óruddiligt. Summar­festi­ valurin er breiðari. Tað er ein familjufestivalur - ein fólkafest, og tí vænta vit ikki at fáa teir somu trupulleikarnar. Vit fara í hvørt fall at gera tað, sum vit kunnu fyri at halda skil á, sigur Steintór. Góð nøvn Summarfestivalurin hevur nógv kend nøvn á skránni í ár. Steintór er væl nøgdur við tey nøvnini, sum koma hendavegin: – Eg eri væl nøgdur við nøvnini. Eg haldi, at vit hava fingið eina breiða skrá, og eg rokni við, at fólk í øllum aldri og við øllum ymiskum áskoðanum kunnu finna okkurt, sum teimum dámar. – Eg gleði meg serliga til at hoyra Roger Hodgson frá Supertrump, The Rasmus og Shubidua. Annars rokni eg við, at eitt navn sum David Phelps hevur selt nógv atgongumerki í ár. – Tað er sera torført hjá einum festivali í Føroyum at fáa stór nøvn innan allar tónleikagenrer, tí at okkara festivalur er so lítil sammet við hinar festivalarnir í norðanlondum. Í ár mangla vit kanska eitt stórt country- navn. Harafturímóti hava vit eitt stórt gospelnavn. Næsta ár fara vit kanska at leggja okkum serliga eftir at fáa eitt stórt country- navn, sigur Steintór. Fólk tykjast at vera sera væl nøgd við nøvnini í ár, men spurningurin er, um tað ikki verður torført hjá Summarfestivalinum at gera tað líka gott næsta ár? – Tú kanst siga, at tað verður ógjørligt at gera tað líka gott næsta ár, men vit taka fegnir avbjóðingina. Vit mugu bara spenna bog­ an enn meira næsta ár, sigur Steintór Rasmussen at enda. Festivalurin tekur skap fyri hvønn tíma, sum fer. Tað er sumt, sum vit ikki fá gjørt fyrr enn stutt áðrenn. Men tað gongur væl, sigur Steintór. Mynd: Súsanna Kass Kristiansen Russisk pressufólk á Summar Festivalin Millum teir mongu gestirnar til Summar Festivalinum um vikuskiftið verða eisini tvey fjølmiðlafólk úr Russlandi, sum skulu dekka festivalin fyri russiskt tónleikarit og ferðavinnublað Nógv pressufólk verður til staðar, tá Summar Festivalurin verður hildin um vikuskiftið. Flestu av teimum føroysku miðlunum verða til festivalin, og eisini úr útlandinum koma fjølmiðlafólk at dekka festivalinum. Millum útlendsku gestirnar eru tveir mans úr Russlandi, sum arbeiða fyri ávíkavist tónleikablaðið Rolling Stone og fyri ferðavinnublaðið Mir. Saman við teimum fer eisini russin Ivan Eginson, sum hevur búð í Føroyum í fleiri ár, at dekka festivalin. Áhugin fyri føroyskum tónleiki hevur í nógv ár verið stórur uttanlands, og útlendsk fjølmiðlafólk vitja javnan í Føroyum í hesum sambandi. Tað man tó verða sjáldan, at pressufólk koma allan vegin úr Russlandi til Føroya at dekka eitt tónleikatiltak. Steintór Rasmussen: Summarfestivalurin er ein fólkafest