Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 2. august 2006 7 tíðindi Stóra teltið við ítróttarøkið í Klaksvík er komið upp. Har verður dansur á Summarfestivalinum. Eisini verða onnur tiltøk í teltinum. Mynd: Súsanna Kass Kristiansen Ljóðførini hjá The Rasmus eru komin Í morgin kemur kendi rockbólkurin The Rasmus til Føroya, men longu týskvøldið komu ljóðførini hjá bólkinum til Klaksvíkar. The Rasmus hevur tryggjað sær, at teir kunnu spæla við sínum egnu ljóðførum á Summar Festivalinum, og nú teir hava frí í nakrar dagar undan ferðini til Føroya, hava teir sent ljóðførini avstað til Føroya. Ljóðførini verða nú goymd í Klaksvík, til bólkurin kemur til landið. Hóskvøldið koma tónleikararnir í The Rasmus til Føroya, og fríggjakvøldið fer bólkurin at spæla konsertina hjá sær. Tað verður eitt ordans rockbrak, tí The Rasmus fer at spæla ígjøgnum størsta ljóðanlegg í Føroyum nakrantíð. DeLuxe í hitanum Johnny DeLuxe eru betur umtóktir í Danmark enn nakrantíð áður. Teirra seinasta fløga, sum hevur selt sera væl og hevur fingið gull fyri sølu, er rættiliga inni í hitanum í hesum døgum. Eftir at útgávan hevur verið inni á almenna danska sølulistanum í heilar 41 vikur, er fløgan nú aftur ovast á listanum hesa vikuna. Hetta kemst millum annað av, at sangurin Drenge som mig hevur verið brúktur í lýsingarátaki í Danmark, og at bólkurin hevur havt góðar framførslur á stórum festivalum niðri. Í kvøld skal Johnny DeLuxe verða við í sendingini Go’ Aften hjá TV2, har tónleikararnir skulu tosa um góðu gongdina hjá bólkinum. Leygardagin setir bólkurin kós ímóti Føroyum, og leygarkvøldið spæla teir konsert á Vágsbøi í Klaksvík. Náttarbussar koyra úr Klaksvík Í sambandi við Summar Festivalin um vikuskiftið, fara náttarbussar at koyra úr Klaksvík til Havnar og Vestmanna. Bussarnir koyra frá parkeringsplássinum við KÍ- høllina, og teir koyra eftir tiltøkini fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Bæði kvøldini verður koyrt kl .04.15. Klaksvíkar Kommuna setir ljós upp rundanum festivaløkið. Tað eru ljósperur, sum fara at hanga á pelunum við rundkoyringina. Tað er El-In, sum ger arbeiðið fyri kommununa. Mynd: Heini S. Kristiansen Barnaøkið uttan fyri Norðoya Sparikassa verður gjørt. Tað er Viking Smíð, sum ger barnaøkið. Har verður millum annað sandkassi og borg. Barnaøkið verður kallað ”Silvi-land”. Tað er Norðoya Sparikassi, sum fíggjar tað. Mynd: Heini S. Kristiansen