Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 146 - 2. august 2006 tíðindi At Eivør eigur nógvar fjepparar í Tønder er eingin loyna, hetta sást millum annað aftur, tá hon vitjaði Tønderhøllina í desember í sambandi við DMA Folk. Tað kvøldið vann Eivør heiðurslønirnar sum besta songkvinna innan danskan fólkatónleik og fyri bestu fløgu við vísusangi. Í døgunum 24.-27. august verður árligi Tønder Festi­ valurin, og Eivør er eitt av høvuðsnøvnunum á festi­ valinum. Á heimasíðuni hjá festivalinum, er tað mynd­in av Eivør og tveim­ um øðrum, ið prýðir for­ síðuna har ein velur mál. Eingin sleppur sostatt inn á síðuna uttan at síggja føroysku songkvinnuna, komin innum er tað mynd­ in av Eivør einsamallari, ið prýðir síðuna. Eftir Tønderfestivalin í fjør fýltist ummælarin hjá jp.dk á, at konsertin við Eivør konsertin ikki var nóg long, tí honum hevði dámt at lurta í minst ein tíma afturat, og við luttøkuni á ársins festivali fær ummælarin ynski upp­ fylt. Ummælarin skrivaði eisini at hennara rødd gjørdist stórsta upplivingin á endakonsertini á festi­ valinum. “I perioder brugte hun stemmen som sit andet instrument foruden gui­ taren og frembragte stem­ ninger af drama eller skønhed ved ordløs sang - en slags usynlig keyboard. For at udføre dette uden mislyde kræves der megen træning og erfaring, men trods sin alder har Pálsdóttir allerede prøvet meget i et krydsfelt mellem klassisk, folk, jazz og rock.” Eivør luttók fyrr í ár á Roskilde Festivalinum, og eisini á heimasíðuni hjá hesum festivali eru lov­ orðini til føroysku song­ kvinnuna stór. Festivalurin skrivar á heimasíðu síni, at fólk beinanvegin kunnu læra seg navnið á Eivør, ið leveraði eina av vakrastu konsertunum á lounge pallinum í ár. Eivør er høvuðsnavn á Tønder Festivalinum Á heimasíðuni hjá Tønder Festivalinum verða heiðursplássini givin til Eivør, ið er vorðin eitt stórt navn í lítla suðurjútska býnum. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Rolling Stone á Summarfestivalin Millum teir mongu gest­ irnar til Summar­festi­val­ inum um vikuskiftið verða eisini tvey fjølmiðlafólk úr Russlandi, ið skulu dekka festivalin fyri russiskt tón­ leikarit og ferðavinnublað. Nógv fjølmiðlafólk verð­ ur til staðar, tá Summar Festivalurin verður hildin um vikuskiftið. Flestu av teimum føroysku miðl­ unum verða til festivalin, og eisini úr útlandinum koma fjølmiðlafólk at dekka festivalinum. Millum útlendsku gest­ irnar eru tveir mans úr Russlandi, sum arbeiða fyri ávíkavist tónleika­ blaðið Rolling Stone og fyri ferðavinnublaðið Mir. Saman við teimum fer eis­ ini russin Ivan Eginson, sum hevur búð í Føroyum í fleiri ár, at dekka festi­ valin. nud Týr á Napalm Records DVD Týr skrivaðu fyrr í ár undir sáttmála við Napalm Rec­ ords, hetta hevur havt við sær konsertferð, endur­út­ gávu av Eric The Red og upptøku av eini nýggjari Týr fløgu, og nú er bólkurin við á nýggju Napalm Records DVD’ini The Realm Of Napalm Rec­ ords. Á fløguni eru tvey sjónbandaløg við Týr, Hail To The Hammer og Regin Smiður, umframt løg við bólkum sum Atrocity, Battlelore, Beseech, Dark­ well, Elis, Hurtlocker, Korpiklaani, Lacrimas Profundere, Leave’s Eyes, Sina­more, Visions of Atlantis, Live: Enthroned, Saltatio Mortis, Midnattsol og Wigwam. DVD’in er at fáa á heimasíðuni hjá Napalm Records. Tað gongur væl hjá Týr í løtuni. Sambært Dimma­ lætting í dag fer bólkurin komandi vikurnar á kon­ sertferð í Týsklandi, Eyst­ urríki, Sveis og Slovenia saman við finska bólkinum Let Me Dream og týsku bólkunum Apokalyp­tisch­ en Reiter og Hämatom. Konsertferðin byrjar sunnudagin í Berlin og heldur fram til 30. august, tá hon endar við eini konsert í Bern. nud Lesið -so eru tit við!