Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 2. august 2006 9 tíðindi Stutt sagt For­kanningar av nýggjari samferðsluhavn Svínoy: Tey hava leingi tosað um tað og vónað tað, men nú sær út til at okkurt er í umbúna, tá tosað verð­ ur um samferðsluhavn í Svínoy. Landsverk er í løt­uni í ferð við at gera for­kann­ ingar í samband við at ein nýggj samferðsluhavn møguliga skal gerast á staðnum teir kalla Yviri í Havn. Hetta seinasta árið hava teir kannað streym- og alduviðurskiftini á staðn­ um, og í summar eru gjørd­ar dýpdarmátingar. Nú verður so farið und­ ir tær numerisku simul­er­ ingarnar, og síðani skulu forprosjektið og tilmælið gerast liðug í november mánaði. sb Hóast forkanningar nú verða gjørdar av nýggjari samferðsluhavn í Svínoy er ikki vist at ætlanin verður veruleiki Keldan fyllist við tiltøkum Skálafjørður: Hóast sam­komuhúsið Keldan verð­ur karmur um Fjarða­ festivalin seinni í hesum mánaðinum, so forðar tað kortini ikki fyri øðrum útlendskum vitjanum í samkomuni. Vikuskiftið undan festi­ valinum – tað er: dagarnar 18. til 20. august – fær sam­ koman nevniliga vitjan av bretanum Jonathan Conrathe og einum toymi av fólkum sínum. Jonathan er stovnari av eini apostólskari tænastu sum ber heitið Valley Min­istries, har tey ferðast kring allan heimin og tæna samkomum. Nú standa so Føroyar á skránni. Undir vitjanini í Keld­uni verða møti øll kvøldini. Umframt hetta verður eitt seminar hildið leygardagin. sb. Jonathan Con­ rathe vitjar Føroyar seinni í mánað­ inum Tað er næstan ikki dagur at ikki Klaks­ vík­ar kommuna fær fyrispurningar um ídnaðarøki til ymisk endamál Ídnaður Snorri Brend Klaksvík: Fyri Klaksvíkar kommunu hevur tað tí havt stóran týdning at fáa gjørt øki búgvin til hetta, og nú er eitt avgerandi stig tikið í hesum máli. Kommunan hevur nevni­ liga gjørt avtalu við Upp­ salahagan um keyp av einum 14.000 fermetrar stórum øki sunnanfyri bátahylin í Borðoyarvík. Her er ætlanin í fyrstu at gera eini átta øki byggi­búgv­ in, men dult verður kortini ikki fyri at møguleiki er fyri enn fleiri økjum. Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen fegnast um hetta stigið. Við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu sigur hann, at økið liggur væl fyri, bæði í mun til sjálvan býin, men eisini við góðum ferðasambandi til restina av landinum. – Full semja er um, at hetta ídnaðarøkið skal ger­ast klárt sum skjótast. Ætlanin er, at fyrstu økini skulu latast seinni í ár, sigur borgarstjórin. Seinnu árini hevur komm­unan leigað ella selt eini 10 økir til vinnu­ virki í Klingrugarði og á havnarøkinum. Men í løt­ uni liggja fleiri umsóknir hjá kommununi um onnur byggiloyvi. Fyrstu ídnaðarøkini tøk í heyst Stórur áhugi fyri ídnaðarøkjum í Klaksvík Turkur, skógareldar og ógvusligur hiti í londunum sunnanfyri fara helst at flyta ferðafólkini norðuryvir í framtíðini. Hjá Smyril Line merkja tey longu hesa gongdina. Nógv fleiri útlendingar eru við Norr önu í summar Ferðing Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Summarferðing: – Jú, vit merkja heilt greitt til økta áhugan hjá týskarum, fraklendingum og itali­en­ arum at vitja Ísland. – Hetta er ein týðiligur trendur, sum vit í Føroyum eisini fáa ágóðan av, sig­ur Hendrik Egholm, markn­að­ arstjóri í Smyril Line. Fyritøkan er allatíðina til arbeiðis við at marknaðarføra seg og Norrönu í útlondum, og hetta úrslitið sær longu nú út til at geva úrslit. Í veruleikanum eitt nógv betri úrslit enn væntað: Norröna hevur í summar verið at kalla fullsett á Dan­ markarrutuni. Og ein rætti­ liga stórur partur av hesum ferðafólkunum eru komin úr suðureuropeiskum londum. – Vit hava í okkara markn­ aðarføring júst víst á, at Føroyar eru eitt øðrvísi ferða­mál. – Vit siga teimum, at okkara land er unikt. Og tað er longu líkt til, at fólk hava givið hesum gætur, sigur Hendrik Egholm. Hitin hækkar Veðurgranskarar eru komnir eftir at strendurnar við Mið­ al­havið kunnu gerast ov heit­ar fyri norðureuropeisk ferðafólk, orsakað av globalu upphitingini. Um eini 70 ár koma ferða­ fólkini í Stórabretlandi og Týsklandi at finna betri klimatisk støð í heim­ landinum enn við Miðal­ havið, stendur í eini nýggjari frágreiðing. Hvørt ár vitja um 100 mió fólk úr hesum báðum londunum við Miðalhavið, men longu um fá ár kann broyting koma í. – Fólk fara ikki longur at leita eftir sól, sjógvi og sandi og síðani verða tvungin at leita sær skugga, orsakað av hita, sigur granskarin, David Viner sum er ein av monnunum aftanfyri frá­ greiðingina. Aðrir granskarar vísa á, at um 100 ár kann hitin í heim­ inum hækka við millum 1,4 og 5,8 stigum. Hetta ger so aftur tað, at ferðafólk ikki fara at trívast við strendurnar sunnanfyri, men heldur fara at leita sær norðureftir. Hitin flytur ferðafólk til Føroya Strendurnar í Føroyum kunnu um fáa ár verða fyltar av suðureuropearum sum flýggja undan hitanum (savnsmynd)