mikudagur 2. august 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 146 - 2. august 2006
Tað er í dag at kalla einki land, sum setir spurnartekin
við rætt Ísraels til at verja seg móti álopum frá
teimum, sum eru ímóti sjálvum statinum Ísrael.
Meðan friðaravtalur eru gjørdar millum Ísrael og eitt
nú Egyptaland og Jordan, so er enn eingin avtala gjørd
millum Ísrael og Sýria. Sostatt er kaldigt millum hesi
bæði lond. Tað er eingin loyna, at Hamas, Hizbollah
fáa stuðul úr Sýria og Iran, sum eru opinberligir
fíggindar Ísraels og als ikki góðtaka, at hetta land
er til sum statur. Tað er tí skiljandi, at Ísrael roynir
at verja seg móti dagligum álopum frá Hizbollah
og Hamas. Hamas situr við stjórnarvaldinum í
sjálvstýrandi palestinsku økjunum, meðan Hizbollah
er ein yvirgangsfelagskapur, ið heldur til í sunnara
Libanon. Eingin ivast í, at Hizbollah fær stuðul
út Sýria og Iran. Serstakliga Hizbollah hevur sum
kunnugt gjørt ónáðir í norðara parti av Ísrael, sum so
hevur svarað aftur við bumbuálopum á støðirnar hjá
yvirgangsfelagsskapinum.
Eitt er at verja seg, annað er at leypa framav. Tann
framferðarháttur, sum Ísrael nýtir í stríðnum við
Hizbolla er farin út um alt sømiligt mark. Bumbuálopini
eru heilt úti av proportiónum, tí tey raka sivilfólkið so
ómetaliga hart. Stórur partur av teimum, ið doyggja
av bumbuálopunum hjá ísrelsku hermegini eru børn.
Seinasta dømið var fyrradagin, tá 37 børn lótu lív
í lítlari bygd har suðuri í Libanon. Uttan mun til
hvørjar grundir Ísrael hevur fyri at fremja hesi álop,
so kunnu álopini ikki verjast. Hesi álop eru í roynd og
veru krígsbrot. Krígsbrot kunnu ikki góðtakast og als
ikki, tá ið tey verða framd av einum fólkaræði. Hetta,
at Hizbolla eisini fremur krígsbrotsverk er eingin
umbering fyri at gera tað sama. Eitt fólkaræði kann
ikki verja seg við ólógligum vápnum.
Ísrael er komið í eina ómetaliga trupla støðu. Landið
hevur fingið ein stóran etiskan trupulleika og vinirnir
fara av álvara at ivast. Tað er torført at skilja, hvat ið
veruliga bagir og hví farið er so langt út um alt sømiligt
mark. Nógv bendir á, at Olmertstjórnin í roynd og
veru ikki er so sterk, sum hon letist vera. Tískil
hevur hermegin fingið alt ov leysar teymar. Kreppan
í Miðeystri kann bert verða loyst við politiskum
miðlum – ikki við hermegi, hóast henda hermegi er
ein hin sterkasta í heiminum. Besta prógvið er, at
rakettálopini frá Hizbolla einki eru minkaði, heldur
standa tey við og versna. Tað er bert ein politisk loysn,
sum kann skapa frið. Lykilin til hesa loysn hevur
USA, og so leingi USA ikki vil eina politiska loysn
heldur kríggið fram, hóast t.d. ST aðalskrivarin, alt
ES og tey sterkastu arabisku londini vilja medvirka
til politiska loysnir. Sorgarleikurin í Miðeystri heldur
fram og eitt av teimum fáu demokratisku londunum
í Miðeystri, Libanon liggur í andaleypi. Hetta er
ein sera vandamikil støða, ið kann enda við einum
stórkríggi í Miðeystri.
Sosialurin
Vandamikil støða
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eitt fólkaræði kann ikki verja
seg við ólógligum vápnum
(Brot úr oddagrein)
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
viðmerkingar
Stórur munur á fólkapen
sjónini.
Fólkapensjóns stuðulin,
sum liggur í “Blokkinum”
verður goymdur.
Tað viðførur, at tøkur
peningur ikki er til fólka
pensjónina í landskass
anum.
Samhaldsfasti
hevur
einki við fólkapensjónina
at gera (AME-gr).
AME-gr. Arbeiðsmark
naðar EftirlønarGrunnurin
er at sammeta við ATP í
Danmark.
ATP: Arbejdsmarkedets
TillægsPension.
Arbeiðsmarknaðurin skal
gjalda inn í AME-gr. Millum
onnur Palliba og Marsanna,
inntil tey eru 67-ára gomul.
Allir fólkapensjónistar fáa
eins upphædd úr AME-gr.
Løgmaður hevur boðað
frá eini hækkan: Hjún
við kr.1.744 og støk við
kr.1.894 um mð.
Munurin skal aftur gerast
størri millum støk og hjún. Er
ikki hjúnarbandsvinarligt.
Sum skilst, skal hetta
gerast við at økja um
útgjaldið úr Samhaldsfasta
og við regulering av fólka
pensjónini. Vit eru afturút
í fólkapensjónini, og í mun
inum millum hjún os støk.
Løgtingslóg um viðbót
til ávísar pensjónistar v.fl.,
er eins fyri støk og hjún.
Tvey brúka meira enn eitt
fólk í hita-vatn, hita og el.
Frádráttarfrí inntøku
upphædd er kr. 52.100,00
(Hjún kr. 104.200). í DK
støk kr.50.800, hjún kr.
101.600. Á hesum økinum
eru vit líkastillaði. Men
Ikki í frádráttarupphæddini.
Í Føroyum 60 av hvørjum
100. Í DK 30 av hvørjum
100 omanfyri loftið, sum
avdráttarfrítt.
Munurin
er stórur. Ein forðan fyri
arbeiðshugin!
Uppskot til broytingar:
Javnstillið og hækkið
fólkapensjónina.
Hækkan av útgjaldinum
úr samhaldsfasta.
Í ávísum førum eigur ikki
av verða gjørdur munur á
støkum og hjúnum.
Lækkan í frádráttinum, í
samband við meirinntøku.
Ætla løgtingið og kunnan
til føroyska fólkið.
Fólkapensjónina
Tann føroyska, samanborin við tí donsku
Hjún
um mðn
um árið
um mðn
um árið
Grundupphædd
6626
79512
9672
116064
Viðbót
4260
51120
4546
54552
Útgjald, áðrenn skatt
10886
130632
14218
170616
*óskattað
*skattað
** gift ella maki
Hjún
um mðn
um árið
um mðn
um árið
Grundupphædd
4169
50028
4836
58032
Viðbót
2752
33024
3868
58416
Útgjald, áðrenn skatt
6921
83052
8704
116448
*óskattað
*skattað
2006
2006
Føroysk
Donsk
Donsk**
Føroysk
2006
2006
Rætt til fólkapensjón: Í Føroyum 67 ár, í Danmark 65 ár
Ditleif
Eldevig
Rød Bølge
Johan Dalsgaard
att: All býarverkfrøðingar wannabe
Leggið vinarligast til merkis og legg í geyma, hvussu væl bilferðslan gongur í Havn,
á t.d. ólavsøku, tá allar ljóskurvar eru sløktar.