mikudagur 2. august 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 2. august 2006
11
Marin Muldbjerg, fødd Davidsen, ættað úr Haldarsvík,
búsitandi í Aalborg, andaðist mánadagin 31. Juli, 74 ára
gomul.
Jákup Jensen, vanliga nevndur Jákup á Skipagøtu, andaðist á
Landssjúkrahúsinum týsdagin 1. august, 86 ára gamal. Kistan
fer úr Landssjúkrahúskapellinum hósdagin kl. 14. Jarðarferðin
verður úr Skúvoyar kirkju fríggjadagin kl. 12. Í sambandi við
jarðarferðina siglir Sildberin av Sandi fríggjadagin, umleið
kl. 11, í sambandi við túrin av Gomlurætt kl. 9.45.
Hákun Frimodt Joensen, Tórshavn, ættaður úr Sumba
andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 1. august 81 ára
gamal. Bønarhald verður í Kapellinum á Landssjúkrahúsinum
hósdagin 3. august klokkan 16. Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni fríggjadagin 4. august kl. 13.
Jóhan Hendrik Højsted, Hvalvík vanliga nevndur
Henniba andaðist sunnudagin 30. juli 85 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum í kvøld kl. 20.
Jarðarferðin verður úr Hvalvíkar kirkju í morgin hósdagin
3. august klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara kæri pápi og abbi
Robert Poulsen
Hoydalar
andaðist í heiminum ólavsøkumorgun,
74 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
hósdagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Annika, Beinta og Andras
Tey, ið ynskja at minnast Robert, kunnu lata eina peningagávu til
Krabbameinsfelagið. Konta í peningastovnunum.
Í dag, mikudagin 2. august, verður
Marjun Joensen King 60 ár. Hon er
ættað úr Leirvík og hevur búð nógv
tann størra partin av lívinum uttanlands.
Kanska fleiri komast við hana frá
sjónvarpssendingini Ymisk lív.
Foreldrini hjá Marjun eru Solborg,
sum er ættað úr Gerðum í Klaksvík,
og John Joensen á Geilagarði í Leirvík.
John doyði í 1990. Børnini hjá Solborg
og John eru Sofus (1941) í Leirvík,
Jákup (1944) búði í Leirvík. Hann doyði
í november í 2005. Marjun, Jósleiv
(1948) í Leirvík, Anna Absalonsen
(1952) í Havn, Ingvar (1953) í Leirvík,
Sólbjørg Petersen (1956) í Havn og
Jónvør Christiansen (1961) í Havn.
Marjun droymdi um at gerast
korrespondentur, og dreymurin
gjørdist til veruleika, eftir at hon
hevði verið víða og lært mál. Blaðung
fór hon til Havnar at tæna og ganga
í handilsskúla um kvøldarnar. Hon
var eisini í Klaksvík, har hon gjørdi
handilsskúlan lidnan.
Marjun lærdi spanskt í Spania, týskt
í Týsklandi, eingilskt í Onglandi og
franskt í Fraklandi, har hon eitt skifti
var í trúboðanarfelagsskapinum OM. So
lærdi hon til korrespondent í sponskum
og eingilskum í Keypmannahavn. Hon
var liðug miðskeiðis í sjeyti árunum.
Eftir tað arbeiddi hon eitt stutt skifti í
Útvarpi Føroya og síðani á nýstovnaðu
Frímerkjadeildini hjá Postverkinum.
Lívsstarvið hjá Marjuni var í EEC
ella ES, sum tað nú verður nevnt. Hon
arbeiddi fyrst í Brússel, so varð hon
útsend til Tel Aviv í Ísrael í fimm ár,
og miðskeiðis í áttati árunum flutti hon
til London. Har skuldi hon eisini havt
verið avmarkaða tíð, men eftir at hon
varð gift og búsett í London, helt hon
fram at arbeiða á ES skrivstovuni har,
inntil hon í fjør legði frá sær.
Marjun giftist í 1990 við James King,
sum er ættaður úr London. Tey giftust
í All Souls kirkjuni mitt í London. Har
kenna tey seg heima, og har hava tey
hitt nógvar føroyingar.
Tá ið dugnalig, fryntlig, fyrikomandi
og hjálpsom føroysk kvinna hevur verið
á ES skrivstovum í fleiri londum, so hava
føroyingar á so ymiskum hátt fingið gagn
av hesum. Eitt nú politiski myndugleikin,
embætisstættin, vinnulívið, einstaklingar
og ikki minst pressan og eisini Sosialurin.
Saman við øðrum dugnaligum fólkum
sum Louis Wilson og Kate Sanderson
hevur Marjun mangan vart føroyska
borg, ikki minst tá ið ágangurin uttan
í heimi hevur verið stórur orsaka av
herferðum móti grindadrápi. Eisini hevur
Marjun verið ein av stuðlunum í føroyska
umhvørvinum í London.
Marjun og James eru sera hjálpsom, og
tey eiga vinfólk nógva staðni á knøttinum.
Teimum dáma væl at ferðast, og tey hava
víðgreinað áhugamál. Marjun hevur altíð
lisið nógv, og hon hevur søguligt innlit og
fylgir væl við í gongdini kring heimin.
Ikki minst í Miðeystri og Ísrael, sum hon
altíð hevur havt serligan áhuga fyri og
tokka til.
Hóast hon hevur verið burturi úr
Føroyum í so mong ár, so hoyrist lítið
til tað á góða føroyska bygdarmálinum.
Hon vitjar ofta mammuna og restina av
familjuni í Føroyum, og hon og James
hava ofta føroyska vitjan í Ealing í
London, har tey búgva.
Á 60 ára degnum í dag er
møguleiki at heilsa upp á Marjuna
í brøðrasalinum Hebron í Leirvík,
har øll eru hjartaliga væl komin frá
klokkan 18 í kvøld.
J
Marjun Joensen King 60 ár
Brynhild Absalonsen 90 ár
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara kæra móðir og vermóðir
Inga Hansina Weihe
Skála
andaðist á Landssjúkrahúsinum 1. august,
87 ára gomul.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum hósdagon 3.
august kl. 18 í Skála kirkju.
Jarðarferðin verður fríggjadagin 4. august kl. 14.00.
Sungið verður úr sálmabókini.
Familjunnar vegna
Kári og Majbritt
Tey, ið ynskja at minnast Ingu Hansinu, kunnu lata eina penin-
gagávu til Skála kirkju. Konta í peningastovnunum.
Hósdagin 3. august fyllir
Brynhild Absalonsen í
Klaksvík 90 ár.
Brynhild er ættað av Við
areiði. Foreldrini vóru Sára,
ið var ættað av Skælingi
og Olaf, ið var ættaður av
Viðareiði. Sára og Olaf
giftust í 1910 og búsettust
á Viðareiði. Sára andaðist
longu í 1928, og øll árini
hon búði á Viðareiði var
hon bert einaferð aftur og
vitjaði heimbygdina Skæl
ing. Soleiðis vóru ferða
umstøðurnar tá í tíðini.
Brynhild er triðja barnið
í einum systkinaflokku
uppá seks. Hini systkini
vóru Haldur Olafsson (f.
1912), Arni (f. 1914), Her
borg Gunnarsson f. 1918,
Solveig Joensen f. 1920
og Heini Svarthamar f.
1922. Umframt Brynhild er
Solveig framvegis á lívi.
Í 1939 giftist Brynhild
við Stefan, ið eisini var
ættaður av Viðareiði. Fyrstu
árini búðu tey á Viðareiði,
men í 1948 fluttu tey til
Klaksvíkar, har tey bygdu á
Gerðareiði.
Brynhild og Stefan fingu 6
børn, og sum hjá so mangari
føroyskari konu miðskeiðis
í farnu øldini, so var tað leik
luturin hjá Brynhild at hava
ábyrgdina av børnunum og
heiminum, meðan maðurin
stóran part av tíðini var burt
uri á føroyskum og stundum
útlendskum kjøli.
Stefan andaðist í novem
ber 1999, fáar dagar eftir
at tey høvdu hildið dia
mantbrúdleyp. Tey høvdu
sína trúgvu gongd í sam
komuni í Betesda og vóru
hollir stuðlar hjá Zarepta á
Vatnsoyrum. Gestablídni,
gudsótti og friður eyðkendu
hesi fyrimyndarligu hjúnini,
ið vóru eitt prýði fyri Klaks
víkar bý.
Hóast Brynhild nú hevur
rokkið teimum 90 er hon
framvegis gløgg, skilagóð
og áhugaverd at koma á tal
við. M.a. hevur Óli Jacobsen
á FF blaðnum prentað nakrar
sera áhugaverdar samrøður
við Brynhild.
Tvey av børnunum hjá
Brynhild eru ikki okkara mill
um longur. Jóhannes, sum
var føddur í 1940, druknaði
á Vánni í Klaksvík í 1968.
Sára, sum var fødd í 1944,
doyði av sjúku í 2000. Hini
børnini, Árni, Elsa, Olav og
Símun búgva øll í Havnini.
Brynhild eigur 15 ommu-
og 7 langommubørn.
Føðingardagurin verður
hildin í Skálanum í Klaksvík,
har vælkomst er frá kl. 16.
Tøkk
Eina hjartans tøkk veita vit øllum tykkum, sum á
ymiskan hátt mintust pápa, abba og
langabba okkara
Pætur Franklin Sørensen
Klaksvík
tá hann andaðist og varð borin til hansara seinasta
hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Sunnuva, Ragnhild og Birna