mikudagur 2. august 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 146 - 2. august 2006
Ólavsøkan týdning fyri Bryggjuna
Tað var ein hátíðarlig
løta, tá Niels
“Sømand” Pedersen
ólavsøkuaftan fekk
handað føroyska
flaggið og siglingar
loyvi til seksæringin
Norðbúgvin, ið
er fyrsti báturin,
skrásettur undir
føroyskum flaggi við
siglingarrættindum í
havnini í Keypmanna
havn
Ólavsøka á
Bryggjuni
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nakað síðani keyptu danir,
ið eru fegnir vilja fáa
“Føroyar til Danmarkar”,
seksæringin Norðbúgvin
av Toftum, ið er bygdur í
1956. Seinastu mánaðirnar
hevur danski bátabyggjarin
Per Brandt Møller umvælt
bátin frá innast til uttast.
Stuttlig avbjóðing
Tað var hansara barndóms
vinur, Niels Pedersen, betri
kendur sum Niels Sømand,
sum heitti á Per Brandt Møll
er um at umvæla bátin.
– Eina so øðrvísi og stutt
liga avbjóðing sigur tú ikki
nei til, sjálvt um báturin var
í sera ringum standi, sigur
Per, ið sum eitt tað fyrsta
valdi at klæða skrokkin við
glastrevju.
– Alt annað hevði verið
ábyrgdarleyst, um uppruna
ligi skrokkurin skuldi varð
veitast. Men nú er báturin í
allar mátar sjógóður. Sniðið
stavar frá víkingabátunum,
og víkingarnir vistu hvat
teir gjørdu, sigur Per, sum
brúkti einar tríggjar mán
aðir at umvæla bátin.
Virðiligt minni
Ólavsøkuaftan var løtan
so komin, tá umboð fyri
føroyskar
mynduleikar
handaðu einum glaðum og
ikki sørt rørdum skipara
á bátinum, Niels Sømand,
føroyska flaggið og sigl
ingarloyvi til bátin.
Eftir at hava silgt sólar
ringin runt tríggjar ferðir,
varð Norðbúgvin alt fyri
eitt tikin í nýtslu, og siglir
hann nú við ferðafólki
runt í Kanalini. Pláss er
fyri 22 fólkum umborð,
og fáa ferðafólkini eisini
ein góðan føroyskan bita
á túrinum. Hetta er fyrstu
ferð, at ein bátur, sum er
skrásettur undir føroyskum
flaggi, hevur fingið slík
siglingarrættindi í havnini
í Keypmannahavn.
Tá báturin ikki verður
brúktur sum ferðamanna
bátur, er ætlanin, at hann skal
hanga í gálga á Bryggjuni
sum eitt virðiligt minni um
tíðina, tá føroyingar róðu út
í Grønlandi.
Stjórin á Bryggjuni,
Helga Hjørvar,
fegnaðist um góðu
undirtøkuna av
ólavsøkuhaldinum,
sum hon heldur hava
stóran týdning fyri
myndina av Bryggjuni
úteftir
Í gott eitt ár hevur fyrr
verandi stjórin í Norð
urlandahúsnum,
Helga
Hjørvar, virkað sum stjóri
á Norðurbryggjuni í Keyp
mannahavn, har sendistov
urnar hjá Íslandi, Grønlandi
og Føroyum húsast. Helga
fegnast um, at stig vórðu
tikin til at fáa ólavsøku
haldið út á Bryggjuna fyri
trimum árum síðani.
– Bryggjan er ikki bara
eitt nátúrligt men eisini
eitt framúr gott umhvørvi
fyri ein slíkum tiltaki. Ólav
søkuhaldið hevur eisini
stóran týdning fyri mátan vit
markera Bryggjuna úteftir,
sigur Helga. Hon ásannar,
at mentanarlig tilboð ikki
júst eru ein mangulvøra í
Keypmannahavn. Tí hava
tey lagt serliga nógva orku í
at markera stovnin á ein hátt,
sum letur eyguni upp fyri
serstøku norðuratlantisku
mentanini.
– Samanumtikið hevur
hetta eydnast sera væl.
Tað er blivið alsamt meir
populert at vitja Bryggjuna,
og tiltøkini fáa góða undir
tøku, sigur Helga, sum
dámar sera væl í starvin
um.
– Tað býr jú eitt ótrú
ligt potentiale í einum so
serstøkum bygningi. Men eis
ini sum kunningarmiðdepil
hevur Bryggjan fingið ein
týdningarmiklan leiklut fyri
bæði virki og einstaklingar,
sum samstarva við londini,
sum eru umboðaði í húsin
um, sigur Helga Hjørvar.
ave
Føroyskur bátur siglingar
loyvi í Keypmannahavn
Jesper vann
plakatkapp ingina
- Eg kendi onki til
Føroyar, men helt
avbjóðingina síggja
sera spennandi út,
sigur 17 ára gamli
Jesper Cidlik úr
ejle, sum vann
plakatkapp ingina,
sum varð útskrivað
í sambandi við
ólavsøkuna 2006 í
Keypmannahavn
Ólavsøka á
Bryggjuni
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fyri at geva ólavsøkuhald
inum í Keypmannahavn
eitt gjøgnumgangandi sjón
ligt eyðkenni, útskrivaði
stýrisbólkurin
herfyri
eina plakatkapping. Ein
astu krøvini vóru, at yvir
skriftin “Ólavsøkan 2006”
umframt føroyska flaggið
á onkran hátt skuldi hava
pláss á plakatini.
Kannaði bøkur
um Føroyar
Í eini skúlastovu í Vejle
fekk 17 ára gamli Jesper
Cidlik eyga á lýsingina
fyri kappingina ein dagin
hann sat og leitaði á netin
um.
– Eg plagi at halda eyga
við slíkum kappingum,
tí tær hava ofta onkrar
stuttligar
og
øðrvísi
avbjóðingar við sær, sigur
Jesper, sum dámar sera
væl at arbeiða við graf
iskum myndum og sniðum
á teldu.
Tað einasta, Jesper visti
um Føroyar, var at lundin
er ein rættiliga vanligur
fuglur har, og at hann
ofta verður brúktur á post
kortum.
– Lundan vildi eg hava
við, tí litirnir og skapið
hóska væl til grafisk snið
av hesum slag. Restina,
so sum litirnir annars og
sóljurnar havi, eg funnið
fram til í bókum um Før
oyar, sum eg lænti á bóka
savninum, sigur Jesper,
sum samstundis gørdist
sera forvitin eftir at sleppa
at uppliva hetta landið.
Tí var hann eisini serliga
fegin
um
vinningin,
sum var ein flogferð frá
Atlantic Airways fyri tvey
aftur og fram til Føroyar.
– Eg fari at bjóða pápa
mínum og einum vin
manni við. So mugu vit
bara finna eitt tíðspunkt,
tá tað er gott veður í
Føroyum, smílist Jesper,
sum fer undir útbúgving
sum miðlagrafikari aftaná
summarfrítíðina.
17 ára gamli Jesper Cidlik var sera ovfarin og glaður, tá
hann fekk boð um, at hann hevði vunnið plakatkappingina
til ólavsøkuhaldi 2006 á Bryggjuni
Helga Hjørvar, stjóri á
Bryggjuni, tók sær av løttum
og hugnaði sær saman við
mongu ólavsøkugestunum
Tað var ein hátíðarlig løta,
tá føroyski sendimaðurin í
Keypmannahavn, Herálvur
Joensen, handaði Niels
“Sømand” føroyska flaggið
til Norðbúgvan
Norðbúgvin siglir nú sum ferðafólka
bátur í Kanalini í Keypmannahavn
- Eina so áhugaverda
uppgávu sigur tú ikki nei
til, sigur bátabyggjarin, Per
Brandt Møller, sum hevur
umvælt Norðbúgvan
tíðindi