mikudagur 2. august 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 146 - 2. august 2006
tíðindi
Akvarium í Íshúsinum
Hópurin, sum
leitaði sær heim í
nýggja akvariumið,
var so stórur, at
fyrireikararnir
púrasta vórðu tiknir
av bóli.
Á ólavsøku lat fyrsta ak
variumið í landinum dyrn
ar upp fyri almenningi
num. Tað eru feðgarnir
báðir, Bjørki og Dávid
Geyti, sum hava tikið stig
til verkætlanina, ið hevur
til húsa í Íshúsinum á
Argjum.
Bjørki Geyti sigur, at teir
eru ovurhonds nøgdir við
tiltakið, og hann metir at
eini 2-3000 fólk vitjaðu í
Íshúsinum.
– Vit høvdu lýst við, at
opið var fríggjadag og
leygardag millum klokkan
14 og 18. Men av tí, at so
nógv fólk vóru inni, fingu
vit ikki latið aftur fyrr enn
um níggjutíðina á kvøldi,
sigur Bjørki Geyti. Og
hann avdúkar, at hann eis
ini lovaði nøkrum fólkum
inn sunnudagin, og at
knappliga vóru eini 300
fólk inni.
– Eg haldi at junglu
trummurnar fóru í gongd
og at fartelefonirnar hava
gingið kykar hesa lítlu
løtuna, sigur Bjørki Geyti.
– Og eg má enn einaferð
gera vart við, at talan er
bert um eina fyribils fram
sýning, og var endamálið í
stóran mun at geva fólki
eina fatan av, hvat er teim
um í væntu, sigur Bjørki
Geyti. Og hann sigur seg
vóna, at akvariumið kann
lata upp fyri almennum-
og skúlavitjanum einaferð
í heyst, tí tá skuldi verið
nóg gott og fjølbroytt
grundarlag verið fyri ein
ari áhugaverdari og fjøl
broyttari framsýning. Og
hann roknar við, at tørvur
verður á at tvey starvsfólk
fara at starvast á akvari
uminum burturav, og at
onnur kunnu verða tikin
inn, um tørvur er á tí.
– Vit hava atgongd til
bát, so tað fer at bera til at
flota hann við eitt nú skúla
flokkum, sum síðani kunnu
arbeiða víðari við tí sum
tey hava fanga, inni í ak
variuminum, sigur Bjørki
Geyti.
Hóast vitjanin á ólavsøku
var ókeypis, so roknar
Bjørki Geyti við, at fólk
framyvir skulu rinda fyri
at koma inn. Men at ser
stakar skipanir verða fyri
bólkar og barnafamiljur.
– Men væntandi fara vit
framyvir at gera tað ókeyp
is á ólavsøku, tí tað er ein
góður háttur at marknað
arføra verkætlanina, sigur
Bjørki Geyti.
Góður faldari
Í faldaranum, sum fólk
kundu fáa sær á framsýn
ingini, hava fyriskiparar
nir greitt frá um verkætl
anina, og vit prenta burtur
úr henni her:
Í nógvum førum hava
tankar verið frammi, um at
seta á stovn eitt akvarium í
Føroyum. Biofar verkætl
anin var gróðrarbotnur fyri
einari rúgvu av spennandi
granskingar verkætlanum.
Ein tanki, sum búnaðist í
sambandi við Biofar verk
ætlanina, undir leiðslu av
Arna Nørrevang, var tank
in um eitt akvarium í Før
oyum.
Royndir
vórðu
gjørdar í kjallaranum í
fiskahúsinum í Kaldbak,
og áhugin fyri hesum smáu
royndum var ómetaliga
stórur. Síðst í 90’unum var
ætlanin at byggja eitt stórt
akvarium á Sandágerði í
sambandi við eina saman
Vakri búnin var eingin forðing, tá dýpið skuldi granskast.
Hygg ein vakur krossfiskur
Ein risastórur djúphavskrabbi hevur fangað ein hummara, sum
var partur av framsýningini.
Í stóra akvariuminum,
sum stendur fram við
vegginum, eru skeljadjór,
krabbar, plantur og hýsur.
Ólavsøkan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Rigmor Dam