Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 2. august 2006 15 tíðindi legging av Biofar, Føroya Náttúrugripasavni og Nát­ túruvísindadeildina á Fróð­ skaparsetri Føroya. Hend­ an ætlanin fór fyri bakka, men Íshúsið á Argjum stóð framvegis niðri við sjó­ varmálan á Argjum - eitt framúr vælegnað stað til endamálið. Í 2005 savnaði Bjørki Geyti ein áhugabólk, og søkt varð um loyvi til at nýta Íshúsið til akvarium. Saman við peningi til smærri íløgur og rakstur játtaði býráðið í 2005 at lata húsið og økið rund­an­ um til endamálið. Har­um­ framt játtaði býráðið at fíggja rakstrinum av verk­ ætlanini í 2006. Áhugabólkurin Ein áhugabólkur er settur saman av fólki, sum av ymsum orsøkum hava áhugað fyri akvariuminum, tey eru eisini til gagns fyri verkætlanina, av tí, at tey við sínum førleikum kunnu stuðla uppundir akvari­ umið. Gunnar Djurhuus og Bjørki Geyti hava báðir starvast á Biofar. Teir eru kavarar, og hava drúgvar royndir frá alivinnuni. Magnus Gaard er lív­frøð­ ingur við granskingar-, framsýningar- og undir­ vísingarroyndum. Og Suni Petersen er verkfrøðingur á umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstov­ uni og hevur harumframt undirvísingarroyndir. Arbeiði í 2006 Teknisk leiðsla og góðar hendur eru neyðug fyri at stápla eitt akvarium upp á beinini. David Geyti, sum er útbúgvin fínmekanikari, og hevur starvast á Eks­ perimentarium í Keyp­ mannahavn, hevur saman við pápa sínum Bjørka, staðið fyri øllum tí prak­ tiska arbeiðinum í 2006. Nógvar fyritøkur og nógv fólk hava víst verkætlanini stóra vælvild, við at lata arbeiði gera sera bíliga ella at lata tilfar fyri niðursett­ an prís. Framtíðin At vit ikki fyri langari tíð síðani hava fingið eitt alment akvarium í Føroyum kann tykjast løgi. 18 oyggj­ ar mitt í Norðuratlantshavi, umgyrdar av sjógvi. Ofta hevur tað verið havt á tungu, men altíð hevur vegurin frá talu til veru­ leika verið ov tungur. Allar ætlanir, bæði stórar og smáar, eru farnar frá skrivaraborðinum og niður í onkra skuffu. Hendan verkætlanin er ein roynd at gera júst tað øvuta. At seta akvariumið upp fyrst, fyri at 447512fáa royndirnar, og síðan, í smáum ella í stórum, at byggja út so hvørt sum pengar og vilji eru til tess. Vit fara nú at fáa møguleika fyri at læra, hvørji djór eru góð at hava í einum akvariumi, og hvørji eru trupul at fáast við. Vit fara at royna ymsar framsýningar og aktivitet­ ir til barnagarðar, skúla­ flokkar, pedagogar, lærar­ ar og almenningin. Har­ umframt hevði tað verið áhugavert, um ymsar mari­ timar granskingar­verk­ætl­ anir vórðu skipaðar við støði í akvariuminum. Við somu vælvild frá býráð­ num í 2007 og vónandi við øðrum stuðli og inntøkum um­­framt, skuldi verið gjør­ ligt at fingið akvariumið í eina fasta legu í fram­ tíðini. Onkur vildi vera við, at vitjanin á nýggja og forkunnuga akvariuminum í Íshúsinum á Argjum var einasta tilboði til barnafamiljur, sum var pengarnar vert – og so var tað ókeypis. Og hetta sigur kanska ikki so lítið um avmarkaða útboðið av tilboðum til børn og barnafamiljur á ólavsøku. ” Bæði børn og vaksin kanna lívið í havinum. Mitt á gólvinum stendur eitt stórt kar, har tey vaksnu kunnu hyggja niður í, meðan børnini síggja inn gjøgnum síðurnar.