Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 146 - 2. august 2006 Ísraelski herurin tók minst tríggjar Hizbollah-menn í einum álopi á eitt sjúkrahús í Baalbek í nátt Miðeystur Árni Joensen: fartekst@mail.dk Ísraelski herurin flutti nógv­ ar hermenn til sjúkrahúsið við tyrlum, og sambært libansku trygdartænastuni vóru harðir bardagar har millum ísraelsku her­ menn­inar og limir í Hiz­ bollah. Ein talskvinna hjá ísraelsku herleiðsluni segði fyrrapartin, at álopið gekk eftir ætlan. Eingin ísraelskur hermaður varð særdur, og tað eydnaðist hermonnunum at taka tríggj­ar Hizbollah-menn við sær aftur um markið, segði hon. Keldur hjá Hizbollah søgdu harafturímóri, at teir ísraelsku hermenninir blivu kringsettir, so skjótt teir vóru komnir úr tyrl­ unum, og at minst fýra ísraelskir hermenn fullu í bardøgunum. Tað avsannar ísraelska herleiðslan. Libanska trygdartænast­an upplýsti seinni, at ísraelsk flogfør høvdu søkt at fleiri støðum hjá Hizbollah einar tveir kilometrar frá sjúkrahúsinum í Baalbek, og at minst 15 fólk vórðu særd. Embætismenn hjá trygdartænastuni søgdu, at Baalbek verður mettur sum ein av høvuðsstøðunum hjá Hizbollah, og at ísraelsmenn helst søktu at býnum, tí teir hildu, at teir burturfluttu hermenninir blivu fjaldir á sjúkrahúsinum. Hizbollah rekur sjúkrahúsið. Ísraelskar keldur søgdu harafturímóti, at ætlanin var at taka ein av leiðarunum í Hizbollah, Sheikh Mo­ham­ med Yazbek, sum sam­ bært ísraelsmonnum var á sjúkrahúsinum í gjár. Sambært CNN arbeiða sýriskir og iranskir læknar á sjúkrahúsinum, og ísraelsku hermenninir kannaðu øll skjøl teirra. Herða álopini Ísrael hevði boðað frá, at tað fór at taka loftálopini uppaftur aftan á midnátt í gjárkvøldið. Samstundis samtykti stjórnin at herða álopini á jørðini, og longu í gjárkvøldið fóru nógvir hermenn afturat norður um libanska markið. Ísraelskir fjølmiðlar vilja vera við, at nú eru umleið 20.000 ísraelskir hermenn í Libanon. Fleiri túsund libanar tóku til rýmingar, tá ísraelska herleiðslan boðaði frá, at hon fór at herða álopini har suðuri í Libanon. Norð­an fyri býin Tyre sóust fólk í túsundatali flýggja norð­ ureftir, samstundis sum onn­ur komu til býin sunn­ an­­eftir. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Sjálvandi vænta vit, at muslimsk lond styðja Hizbollah og libanska fólkið við vápnum, heilivági og mati. Tað er einfalt ein átrúnaðarlig skylda! Ayatollah Ahmad Jannati Við sínari ávirkan á Hizbollah hevur Iran ein avgerandi leiklut í kreppuni í Libanon, men í altjóða samfelagnum er ikki semja um at lata prestastýrið medvirka til eina loysn. Og aftanfyri spøkir stríðið um iransku kjarnorkuætlaninar Miðeystur Árni Joensen fartekst@mail.dk Øll eru á einum máli um, at Iran er ein partur av trupulleikanum millum Ísrael og Hiabollah, men tann stóri spurningurin tykist vera, um Iran eisini er ein partur av loysnini. Í Washington er svarið eitt greitt nei. Har er støðan, at kreppan í Libanon kann einans loysast við at byrgja Iran inni. Tí eitt er, at Iran styðjar Hizbollah, men landið roynir samstundis at elva til ótrygg viðurskifti í øllum Miðeystri, halda amerikanararnir. Franska stjórnin held­ur harafturímóti uppá, at tað dugir ikki at byrgja Iran inni, og fleiri ser­frøð­­ingar í Miðeystur-við­ur­­skift­ um taka undir við frans­ monnum. Tá franski uttan­ ríkis­ráð­harr­in, Philippe Douste-Blazy, var í Liba­ non mána­dagin, segði hann, at Iran er ein týðandi og virdur samstarvspartur í Miðeystri. Hetta segði hann, eftir at hann hevði hitt iranska uttan­ríkisráð­harran, Manouchehr Mottaki, sum eisini var í Liba­non. Eins og flestu aðrar stjórn­ ir hevur iranska stjórnin kravt vápnahvíld í Libanon beinanvegin, men hon hevur samstundis gjørt greitt, at hon fer ikki at viðurkenna nakra avtalu, sum er til fyri­­mun fyri Ísrael. Tað sam­svarar eisini væl við politikkin hjá forsetanum, Mahmoud Ahmadinejad, sum fleiri ferðir hevur sagt, at Ísrael eigur at verða strikað av heimskortinum. Ein partur av loysnini, sum higartil hevur verið um­­rødd, er at taka øll vápn­­ini frá Hizbollah, men tað er ikki serliga sann­­líkt, at Iran fer at taka undir við einari tílíkari loysn. Tað shia­muslimska presta­stýrið brúkar tann shiamuslimska Hizbollah til at útvega sær ávirkan á tann sunni­muslimska part­ in av Miðeystri. Sam­bært vesturlendskum fregnar­ tæn­astum fær Hizbollah vápn úr Iran, sjálvt um prestastýrið heldur uppá, at talan er bara um politiskan og moralskan stuðul. Kjarnorkan Skal Iran medvirka til at loysa kreppuna í Libanon og góðtaka, at Hizbollah skal lata vápnini frá sær, fer landið at krevja okkurt munagott afturfyri, og her er tað, at stríðið um landsins kjarnorkuætlanir kemur inn í myndina. USA og ES vilja vera við, at Iran finglast við at útvega sær kjarnorkuvápn, og londini hava saman við ST fleiri ferðir kravt, at arbeiðið verður steðgað alt fyri eitt. Men Iran heldur uppá, at landið ætlar at brúka kjarnorkuna til friðar­ lig endamál, og at tað tí hevur rættin á sínari síðu. Nú hevur ST-trygdarráðið so givið iranska stýrinum freist til tann 31. august at gevast við at ríka uran. Annars verða tiltøk sett í verk ímóti landinum. Men enn er einki, sum bendir á, at Teheran ætlar sær at lurta eftir ST, og hinvegin kann tað væl henda, at Iran fer at gera støðuna í Libanin uppaftur verri, verða tiltøkini hjá ST sett í verk. Helst var tað ein greið ábending um iransku støð­ una, tá ayatollah Ahmad Jannati kom við sínari met­ ing av støðuni: – Sjálvandi vænta vit, at muslimsk lond styðja Hizbollah og libanska fólkið við vápnum, heilivági og mati. Tað er heilt einfalt ein átrúnaðarlig skylda, segði hann í gjár. Teheran togar í træðrirnar Bardagar um sjúkrahús Lítil útlit tykjast fyri friði í Libanon Mynd: Retuers