mikudagur 2. august 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 2. august 2006
17
tíðindi
Fyrradagin gjørdi
Reyði Krossur Føroya
av at senda enn
meira neyðhjálp til
Libanon. Higartil
hava føroyingar sent
150 túsund krónur til
Libanon
Miðeystur
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Reyði
Krossur
Føroya
hevur játtað 100 túsund
krónur afturat til neyðhjálp
í Libanon:
– Á fundi fyrrakvøldið
avgjørdu vit at senda 100
túsund krónur afturat, hóast
vit enn ikki vita, hvussu
nógv er komið inn. So í alt
hava vit sent 150 túsund
krónur avstað, sigur Suni
Vinther, formaður í Reyða
Krossi. Hann skoytir uppí,
at skriv er sent til lands
stýrið um at veita enn meira
hjálp til Libanon.
Innkomnu
pengarnir
eru komnir umvegis tiltøk
hjá Reyða Krossi, men
somuleiðis hevur felagið
fingið sera nógvar peninga
gávur sendandi.
Lítil ivi er um, at føroyski
peningurin kemur væl við í
arbeiðinum at fáa lívskorini
hjá fólkinum í Libanon á
eitt rímiligt støði, men enn
vantar nógv í.
Altjóða Reyði Krossur
hevur heitt á heimssamfe
lagið um at játta 475 milli
ónir tilsamans sum hjálp til
íbúgvarnir í Libanon.
– Higartil hava vit í
Føroyum sent 150 túsund
krónur til Libanon. Lítið er
betri enn einki, sigur Suni
Vinther.
Peningurin frá Reyða
Krossi verður brúktir til at
útvega vatn, heilivág, mat,
tjald og teppi til tey neyð
støddu í Libanon:
– Umboð frá Reyða
Krossi hava verið í øllum
býunum, sum liggja við
ísraelska markið. Til nú eru
um 1000 tons av neyðsynj
arvørum bornar út, men
nógvar eru ávegis, greiðir
Suni Vinther frá.
Higartil hevur Altjóða
Reyði Krossur bert boðað
frá, at peningur skal sendast
til Libanon. Hetta kemst av,
at Reyði Krossur í Ísrael
sigur seg megna at útvega
hjálp til alt Ísrael.
Reyði Krossur veitir enn meira neyðhjálp
– Í Jordan er tað trygt
at vera. Har eru sera
nógv flóttafólk, og eg
eri ikki bangin um
familju mína, sigur
Azzam Melhes, sum
er jordani, men býr í
Føroyum
Miðeystur
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Azzam Melhes er jordani,
men hevur búð í Føroyum
seinastu fimm árini. Hann
er júst komin aftur til
Føroya frá einari langari
summarfrítíð í Amman
– høvuðsstaðnum í Jordan
– har familja hansara býr.
Azzam Melhes fortelur,
at í løtuni streyma fólk úr
øllum ættum til Jordan fyri
at finna tryggleika:
– Jordan er í løtuni tað
tryggasta landið í Miðeystri.
Tískil flýggja øll tey, sum
hava ráð, til Jordan. Fólk
koma bæði úr Libanon,
Ísrael og Irak, har tað eisini
hevur verið ófriður í fleiri ár.
– Í roynd og veru er
alt Jordan eins og eitt
uppihaldsstað – ein statión,
har øll bara standa og bíða.
Eingin ætlar sær at verða
verandi í Jordan, men øll
miða eftir at sleppa heima
aftur sum skjótast. Tey
trúgva somuleiðis uppá, at
ófriðurin fer at halda uppat
beinanvegin.
Hvussu er dagligdagurin
hjá jordanum merktur av
stríðum?
– Øll eru sjálvandi kedd
av støðuni og práta nógv
um hana, men tey royna tó
at liva, sum tey eru von at
gera. Eg eri ikki bangin um
familju mína, tí í Jordan er
trygt at vera, sigur Azzam
Melhes.
Tað kemur týðiliga til
sjóndar, at Azzam Melhes
er merktur av støðuni í
Miðeystri. Tá eg práti við
hann, vil hann alt fyri eitt
hava at vita, hvat annað vit
hava skrivað um støðuna í
Miðeystri:
– Flest allir fjølmiðlar
eru litaðir og skriva bara
tað, sum teir halda er rætt.
Eitt nú skriva amerikonsku
bløðini bert út frá støðuni
hjá ísraelum. Tað eru bert
fáir fjølmiðlar, sum veru
liga vita, hvussu støðan er
í Miðeystri. Ein noyðist at
uppliva stríðið frá øllum
síðum,
greiðir
Azzam
Melhes frá.
Og hann leggur at enda
dent á, at flest allir jordanar
stuðla Libanon.
Azzam Melhes:
Í Jordan valdar friður
Azzam Malhas prátar beinleiðis til føroyingar:
– Tað eg vil siga við føroyingar er ikki so nógv. Men
fleiri støð, sum mær dámar so væl og havi ein serligan
tokka til, eru í dag lagd í oyði. Eg leggi einki í, hvørjar
orsøkirnar eru til kríggið. Eg hugsi um børnini og
mammur og pápar teirra, sum hvønn dag verða
dripin.
Føroyingar í Ísrael:
Byrja eina nýggja
tilveru í Tel Aviv
Heidi Vinther, sum býr í ísraelska býnum, Maalot, er
enn saman við familju sínari í Tel Aviv. Tá Maalot júst
varð rakt av rakettálopum frá Hizbollah, helt familjan
til í einum bumbuskýli og livdi av dósamati. Men eftir
eina viku flýddu tey til Tel Aviv. Har fóru tey at vitja
nøkur vinfólk fyri at finna tryggleika. Nú hava tey verið
har í nakrar vikur og hava tað gott:
– Tey hava tað framúr í Tel Aviv. Børnini eru sloppin
at spæla við í einum orkestri, og Heidi og maðurin
hjálpa til við einari legu, sum er í Tel Aviv í hesum
døgum. Tey eru so mikið langt suðuri í Ísrael, at har er
eingin vandi á ferð, sigur mamma Heidi, Tita Vinther,
sum situr heima í Føroyum og fylgir við støðuni hjá
dóttrini.