mikudagur 2. august 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 146 - 2. august 2006
tíðindi
MIÐEYSTUR – STRÍÐ
IÐ MILLUM ÍSRAEL
OG HIZBOLLAH
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Í 1946 gjørdist Libanon
sjálvstøðug tjóð eftir at
hava verið undir fronskum
verndarstýri í 23 ár. Polit
iska skipanin hevur frá
byrjan av, og undir fronsk
um valdi, tikið atlit til fjøl
broyttu samansetingina av
fólkabólkum í landinum.
Valdið varð soleiðis býtt
ímilllum
trúarbólkarnar
– tey kristnu, sunni mus
limar,
shia
muslimar,
drusarar og aðrar minni
bólkar;
tilsamans
17
skrásettir bólkar. Síðan
Tjóðarsáttmálan
frá
1943 hevur forsetin verið
maronittiskur kristin, for
sætisráðharrin sunni mus
limur og tingsformaður í
libanska
tjóðartinginum
shia muslimur. Somuleiðis
vóru
týdningarmikil
embætisstørv
og
størv
í herinum givin út eftir
trúaruppruna. Átrúnaður
varð soleiðis innflættaður í
libanska fólkaræðið.
Tey fyrstu árini rigg
aði hetta væl. Stjórnmála
frøðingar vórðu hugtiknir
av hesi skipanini. Pressan
var fræls, almenna kjakið
opið og lívligt. Eisini vórðu
fólkaval regluliga hildin,
hóast atkvøður vórðu fluttur
aftur og fram. Men í 1958
var galið, og borgarakríggj
brast á. Libanon hevði
ongan virknan leiklut í
6 Daga krígnum í 1967.
Eftir hetta kríggið bleiv
Libanon ein høvuðsstøð
hjá stríðandi palestinskum
bólkum, ið skipaðu fyri
álopum á Ísrael. Líka síðan
hevur palestinska stríðið
ímóti norðara parti av
Ísrael verið kelda til mikið
høvuðbrýggj hjá libansku
mynduleikunum. T.d. í 1968
vórðu 13 ferðafólkaflogfør
álopin
og
oyðiløgd
á
flogvøllinum í Beirut av
ísraelskum stríðsflogførum
í hevnisøk fyri palestinskar
atgerðir.
Hendan støðan endaði
í einum longum libansk
um borgarakríggi í 1975.
Upprunin til hetta borg
arakríggj verður mettur
at vera fleirtýddur, men
ein
høvuðsorsøk
ligg
ur palestinska hernaðar
virkseminum í suðurpart
inum av Libanon.
Í 1978 tók Ísrael seg inn í
sunnara part av Libanon og
uppbygdi ein trygdarøki.
Fram til 2000 er hetta
trygdarøkið á ísraelskum
hondum. Hizbollah-deildir
taka seg inn á hetta økið í
2000, meðan ísraelar taka
seg aftur.
Í dag eru shia muslimar
hin størsti fólkabólkurin
í landinum, 40 % av
libansku íbúgvunum, størri
enn tey kristnu og sunni
muslimar. Hetta talið er ein
meting, eingi almenn tøl av
fólkatalinum, ið sigur frá
støddini av trúarbólkunum,
finnast. Hetta evnið er
eitt tabu-evni í libanska
politiska kjakinum.
Inntil 60ini vóru libansku
Libanon – veiki staturin í
Arabiska útgávan av CNN ella
BBC, Al-Jazeera, er á tremum við
oyðilegging av bygningum og illa
farnum mannakroppum. Bæði Irak
og Libanon eru rakt av ófriði, og er
hetta keldur til mikla vreiði og sorg
í økinum. Í dag hyggja vit nærri at
støðuni, og vit hava prátað við tveir
ungar menn úr Jordan og Libanon,
ið dagliga merkja til ófriðin.
Libanon er serliga merkt av at
vera eitt lítið samfelag í Miðeystri,
sum hýsir fleiri minnilutabólkum.
Her finna vit ein hóp av ymiskum
kristnum trúarsamfeløgum og
muslimskum trúarsamfeløg. Borg
arakríggið, ið varaði heili 15 ár,
frá 1975-1990, hevur kravt mestu
orkuna og fleiri lív frá hesum lítla
samfelagnum, og sárini eru enn
ikki lekt