mikudagur 2. august 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 2. august 2006
19
tíðindi
– Sum at síggja
deyðan í eyguni og
bíða eftir honum
Jad Georges Haddad, 27 ár, kristin libani, uppvaksin í
Beirut, men nú búsitandi í Dubai. Umvegis internetið
práti eg við hann um hansara støðu og uppliving í øllum
ófriðinum.
Unnusta hansara Diana Mansour, 23 ár, er í løtuni
í Libanon og bíðar eftir at sleppa til Dubai, har Jad
arbeiðir í eini teldufyritøku. Systrar Jads og mamma
hansara bíða eisini eftir at sleppa úr landinum til Jad.
– Eg vóni bara at tað skjótt er yvirstaðið, mín yngri
systir er komin til Dubai nú. Og eg vóni at restin av
familjuni eisini fær komið skjótt.
– Tað var ætlanin at tey skuldu koma higar í oktobur
saman við damuni hjá mær. Eg vil bara hava tey úr
landinum sum skjótast til ber!
– Um tað ikki er Ísrael, sum loypir á, so er tað Sýria
og vit eru endaði mitt í. Vit eru bara deyðatroytt av
kríggi
– Nei, eitt, sum eg við vissu kann siga tær, er, at vit
eru deyðatroytt av Ísrael, Sýria, Iran og Hizbollah. Tað
er friður vit hava brúk fyri, tað er tað. Vit hava fingið
nokk.
Jad vil hava familju sína í Libanon til sín í Dubai sum
skjótast.
– Vit bara bíða og ganga ørkymlaði í kring. Tað er sum
at síggja deyðan í eyguni og bíða eftir honum. Familjan
í Beirut flytir frá einum staði til annað í tí trúgv, at tað
har er tryggari. Men hetta er ikki til at halda út.
– Tey eru farin úr teirra húsi og til systkinabarnið.
Nøkur av familjuni eru farin úr Beirut og niðan í eina
fjallabygd, har tað er tryggari. Og í Libanon er tað ikki
so lætt at fáa fatur í hvør øðrum. Og eg havi eisini
trupult við at fáa tosa við tey.
– Í Beirut royna tey bara at yvirliva. Har er eingin
streymur, bara seks tímar um dagin. Og í nøkrum
øðrum býum er als eingin streymur.
– Unnusta mín er í Libanon. Hennara familja var
noydd at fara úr teirra húsi, tí har var komin skaði á
orsakað av einum ísraelskum álopi. Tey leiga nú eina
íbúð. Hetta var nærhendis Dahye, býnum sum allatíðina
verður álopin.
Seinni um kvøldið práti eg eftur við Jad og tá fortelur
hann at støðan er versna.
– Í kvøld er tað blivið verri í Libanon. Tað er
ørkymlandi og eg eri bangin um mína familju. Eg veit
bara einki í løtuni. Tey fortaldu mær at eitt sjúkrahús er
álopið, men havi ikki hoyrt meiri um tað... Flogfør eru
í kvøld allatíðina yvir Beirut. Men eg fari nú at hyggja
eftir tíðindunum og fari at royna at ringja til tey aftur
í Libanon.
Miðeystri
shiamuslimarnir ein bólkur,
sum eingin gav sær far um –
ein forsømdur fólkabólkur,
sum lá niðast í samfelagnum
undir harramonnunum úr
teimum størru familjunum
við tí mesta av politiska
valdinum. Men í dag – í
stóran mun takkað verið
politiska og hernaðarliga
felagsskapinum Hizbollah
– eru shia muslimar ein
støðugt vaksandi, politiskur
leikari í landinum. Eftir at
sýrisku herdeildirnar tóku
seg aftur hevur Hizbollah
fingið ein størri politiskan
leiklut í landinum og síðsta
valið eydnaðist sera væl hjá
felagsskapinum. Ofta verður
sagt, at felagsskapurin er
ein “statur innan í statin
um”. Felagsskapurin hevur
ein her á nakrar túsund
mans, eitt væl útbygt
sosialt trygdarnet, eina væl
umtókta sjónvarpsrás, al-
Manar. Og sambært grein
í tíðarritinum New York
Review of Books hevur
felagsskapurin ein fíggjar
ætlan á $ 100 mill., har
stórur partur kemur úr
Iran.
Meðan útlit fyri eini
vápnahvíld
eru
døpur
roynir eitt túsundtal av
fólki báðu megin markið
– men serliga í Libanon -
at sleppa undan ófriðunum
og álopum. Sunnara part
ur av Libanon ber hjá
summum heitið Hizbollah-
land og her búleikast ein
stórur partur av tí fátækara
fólkinum, sum ikki hevur
møguleika at sleppa burtur
úr krígsrakta økinum.