mikudagur 2. august 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 146 - 2. august 2006 ]
Knút og
Klæmint
vórðu
sleptir
Kappingarnevndin
tók ongan tíð málið
um teir báðar
spælararnar hjá EB/
Streymi og B36 upp
Fóttbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Ítróttardómstólurin
sendi Páll M. Joen
sen málið aftur í kapp
ingarnevndina á triða
sinni, var tað við boðum
um, at hetta mál skuldi
viðgerast við atliti til
málini um spæliloyvini
hjá Knút V. Vesturtún
og Klæminti Matras úr
ávíkavist EB/Streymi og
B36.
Tá hetta hava verið
kravboðini, so eru somu
atlit helst tikin. Men
sum skilst, so eru hesi
mál tó ikki tikin upp
av Kappingarnevndini.
Vórðu tey tað, so skuldu
bæði
EB/Streymur
og B36 fingið boð frá
Kappingarnevndini um,
at málini verða tikin upp,
eins og feløgini høvdu
havt møguleika at tala
sína sak.
Hetta er tó ikki hent, og
tí er helst greitt, at tey
bæði málini eru avgreidd
umsitingarliga, og at
Kappingarnevndin er
vorðin kunnað um, hví
hetta er gjørt.
Sum vit áður hava
skrivað, so var tó sera
ivasamt, hvørt B36 ella
EB/Streymur yvir høvur
kundu revsast fyri síni
brot. FSF hevur áður
boðað frá, at hjá Klæminti
Matras átti flytingin
av
spæliloyvinum
at verið gjørd longu í
2000. Viðvíkjandi Knút
Vesturtún visti Útvarpið
fyri 14 døgum síðani at
siga, at loyvið hjá honum
ikki kom í rættlag fyrr
enn 25. apríl. Men tá
Knút ikki spældi dyst
fyrr enn 30. apríl, kann
hetta ikki geva felagnum
stórvegis trupulleikar.
Fróði Benjaminsen
iðraði seg um, at tapið
týskvøldið skuldi
gerast somikið stórt.
Men hann helt, at
B36 hóast alt kann
vera væl nøgt um
europisku luttøkuna í
summar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum ein av lyklaspælarunum
á føroyska A-landsliðnum
í fleiri ár er Fróði Benja
minsen ein spælari við
drúgvum altjóða royndum.
Men hóast talan her hevur
verið um nógvar truplar
dystir, so ásannaði hann,
at Fenerbache var eitt av
sterkastu liðunum, sum
hann hevur spælt ímóti.
– Tað eru teir nokk. Í
styrki, skjótleika og tekn
iskum førleika eru teir heilt
framúr. Sjálvt á einum
vølli, sum tí her í Føroyum
megna teir at spæla sera
skjótt, og tað sigur ikki
einki um førleikan.
Og var hetta so kanska
eisini tann munurin, sum
var á liðunum báðum?
– Tað er tað nokk. Sjálv
andi høvdu vit vónað, at vit
høvdu klára tað betri, men
vit fáa tvey sera keðilig
mál ímóti okkum báðu
megin steðgin, og tað tekur
nakað av dampinum úr
okkum. Tað vísir so eisini,
at á hesum støðinum verða
mistøk revsað mest sum alt
fyri eitt.
– Og seinastu løtuna var
bara útselt. Allir høvdu
givið alt tað, sum var í
beinunum, og so seta
teir trumf á seinastu 10
minuttirnar.
Nøgdir hóast stórtap
Europiska ævintýrið hjá
B36 er av á hesum sinni. Og
hóast teir soleiðis máttu siga
farvæl við samanlagt 0-9,
so helt Fróði Benjaminsen
hóast alt, at teir kunnu vera
hampuliga nøgdir.
– Vit megna so at spæla
okkum víðari til næsta
umfarið, og tað var framúr.
Tá vit so møta eitt lið við
hesari styrkini, veit eg ikki
ordiliga, hvat vit skulu
vænta, men tað má so bara
takast sum ein uppliving.
– Nú hava vit so eina viku,
áðrenn landskappingin fer
ígongd. Tað er helst ein
fyrimunur hjá okkum, at vit
her hava tveir dagar eyka at
hvíla okkum, so allir mans
kunnu koma heilt fyri seg.
Og so mugu vit seta fokus
á landskappingina, har
málið heilt greitt er at vinna
okkum upp aftur í oddin,
staðfestir hann.
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Nú skulu vit inn at vera við at skapa dystin, tí teir vit spæla
ímóti her, eru á sama støði sum vit hóast teir eru tað yngri
Bill McLoud Jacobsen, venjari hjá U-19 landsliðnum
Har var ikki meira eftir
Eftir sjey viðgerðir
er HB framvegis úti
úr kappingini um
Løgmanssteypið.
Kappingarnevndin
hjá FSF hevur enn
einaferð dømt liðið at
tapa dystin móti VB/
Sumba
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at væl og viriðliga eru
farin um fjórða mánaðin ,
síðani HB og VB/Sumba
dystaðust í steypakappingini
í fótbólti, er framvegis
ógreitt, hvør teirra skal
spæla fjórðingsfinalu móti
EB/Streymi.
Kappingarnevnd, Aðal
nevnd, Dómsnevnd, Kapp
ingarnevnd,
Dómsnevnd
og Ítróttardómstólur hava
higartil viðgjørt málið, og
nú hevur Kappingarnevndin
so fyri triðu ferð mett, at HB
skal dømast at tapa dystin.
Soleiðis kann sigast, at HB
hevur nýtt sjey lív higartil,
og sum onkur tók til, so
er spurningurin nú, hvørt
felagið er sum kettan, ið
vanliga verður søgd at hava
níggju av slagnum.
Sum so var ikki stórvegis
nýtt í teimum niðurstøðum,
sum FSF hevur um málið.
Ein meiriluti í Kappingar
nevndini er enn sum áður av
teirri áskoðan, at HB skal
dømast at tapa dystin, tí teir
ikki høvdu spæliloyvið hjá
Páll M. Joensen í lagi.
Ein minniluti, Høgni í
Stórustovu, metti hinvegin
ikki, at HB skuldi dømast
at tapa dystin. Í viðgerðini
vórðu atlit eisini tikin til
spurningin um spæliloyvini
hjá Klæminti Matras og
Knút V. Vesturtún, men
mett verður ikki, at tað skal
kosta hesum feløgum nak
að, at tey hava nýtt hesar
spælarar.
Sjeynda lívið hjá HB farið
Sentrali miðvallarin hjá B36
staðfesti, at Fenerbache er eitt av
allar sterkastu liðunum, sum hann
hevur roynt seg ímóti – og tá eru
landsdystir íroknaðir