Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 146 - 2. august 2006 ] Fenerbache prógvaðu enn einaferð, at teir eru nakrar klassar omanfyri toppin av føroyskum fótbólti, tá teir góvu B36 undirvísing í fótbóltsspælinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast Fenerbache í løt­um líktist nøkrum so sjáld­ somum sum turkiskum summ­argestum í Føroyum, so kundi eingin sál vera í iva um, hvat betra liðið var á Tórsvølli týskvøldið. Talan var um seinnu uppgerðina hjá føroysku meistarunum móti turkiska stórfelagnum, og eftir 4-0 í Istanbul mundi heimaliðið væl og virðiliga kenna sín leiklut: Tann hjá lítlu músini, sum roynir at sleppa livandi frá kettuni. Dýr mistøk Heilt livandi slapp B36 ikki, tí 0-5 er uttan iva ein avsmurningur, sum vil nakað. Tølini undirstrikað eisini munin, sum var mill­ um liðini, men tað skerst ikki burtur, at teir hjá heima­liðnum iðraðu seg rætti­liga nógv um tey bæði fyrstu málini. Ikki minst tí B36 stóran part av fyrra hálvleiki tóktist at hava so hampuligt tamarhald á dystinum. Gamaní var sjónligt, at Fenerbache ikki hevði ætlanir um at leggja alt ov nógv fyri á Føroya-ferðini. Teir trýstu sjáldan veruliga á ferðilin, og hóast teir til tíðir sýndu sera skjótt og gott samanspæl, so var av­rikið eisini merkt av, at einstaklingarnir ov ofta royndu seg í sjálvdrátti. Einar tvær ferðir høvdu teir tó verið heilt nær við. Fyrru ferðina eftir stórt mistak frá Jákupi Mikkelsen, sum tó gjørdi skaðan góðan aft­ur, og síðani tá Alex úr 18 metrum dundraði á tvør­træið. Beint fyri steðgin fekk B36 tó sum kalda pøs. Her­bert í Lon Jacobsen, sum ikki tóktist hava sín besta dag, var óskettin við afturlegging, og so kundi Tuncay runda Jákup, áðrenn hann legði bóltin í meskarnar. Og seinni hálvleikur var ikki gamal, tá B36-mistak aftur varð revsað. Hesa ferð ætlaði Santos at skerma bóltin útav, men kviki Yozga vann nærdystin, og so setti hann kós móti málinum. Jákup hálvbjargaði fyrstu royndina úr spískum, men í aðru atløgu varð potað inni við nærmara stólpa. Kreftirnar uppi Eitt mál hvørju megin steðg­in var ikki tað, sum B36 hevði størsta tørvin á í brekkuni, sum longu var brøtt at ganga. Tað tóktist merkja spælið nakað, men kortini var løtan eftir seinna málið helst besta løtan, sum B36 átti í dystinum. Í øllum førum, um tosað verður um møguleikar. Um tað var ósketni frá gestunum, sum bar hetta við sær, skulu vit lata vera ósagt, men í øllum førum fekk B36 tveir gyltar møguleikar at minnka um munin. Fyrru ferðina lobbaði Sylla tó við síðuna av bæði Recber og málinum, tá hann hevði strítt seg leysan, og í aðru atløgu varð Hanus Thorleifsson tacklaður somikið ógvus­ liga í skotløtuni, at hann noyddist skaddur av vøllin­ um, og tað var dyggur smeit­ur fyri B36. Ein smeitur, sum eisini gjørdist serstakliga dýrur seinasta korterið ella so. Við Hanus uttan fyri misti B36 ein av rennisterkastu spælarunum á liðnum, og tað gav at bíta, tá kreftirnar hjá liðfeløgunum vóur um at ganga undan. Hartil gjørdi hetta, at B36 at kalla eingi alternativ hevði, tá Sylla nakað seinni mátti skiftast út. Loysnin varð, at Fróði Benjaminsen varð fluttur niðan í álopið, og so restaði eisini krumtappurin og stýrimaðurin á miðvøll­ inum. Og so skramblaði púr­ asta saman seinastu tíggju minuttirnar. Tapið var kanska óneyðuga – og í øllum førum keðiliga - stórt, tá hugsað verður um, hvussu nógva orku B36 støðugt hevði nýtt. Men júst hetta sama hevði so eisini við sær, at nú var ikki meira. Misjavnar kenslur Mótstøðumenninir vóru eis­ ini nóg kaldir til bara at drepa dystin fullkomuliga, og so kundu teir nøgdir fara til hús. Teir lovaðu nógv mál á Tórsvølli, og tá alt kom til alt, so gjørdu teir eisini hetta. At B36 sjálvir góvu teimum tey bæði fyrstu, og at hini trý komu móti dystarenda, fara søgubøkurnar ikki at siga nakað um. Tær staðfesta, at B36 samanlagt tapti 9-0 fyri Fenerbache, og tað er tað. Og júst hetta tóktist eisini tyngja huglagið eftir dystin nakað, tó at teir hvítu allir sum ein kunnu ganga upp­ rættir. Tikið verður ofta til, at tað er eingin skomm at tapa fyri einum betri liði, og í so máta var uppgávan hjá B36 einamest at avmarka tapið. Hinvegin stendur eft­ ir, at B36 sum fyrsta før­ oyska liðið hevur vunnið seg víðari í europisku meist­arakappingini, og tað – saman við fíggjarliga vinn­inginum av hesum – er avgjørt nakað, sum bæði spælarar og leiðarar munnu gleðast um. B36-Fenerbache 0-5 (0-1): Fótbóltsleiktiónir á Tórsvølli B36-Fenerbache 0-5 (0-1) Champions League undankappingardystur 1.548 áskoðarar á Tórsvølli 0-1: Tuncay Sanli, 44 0-2: Mehmet Yozgatli, 48. 0-3: Can Arat, 79. 0-4: Semi Senturk, 81. 0-5: Murat Hacioglu, 90. Fenerbache víðari við samanlagt 9-0 B36: Jákup Mikkelsen - Niels Joensen (Rúnar í Lon Jacobsen, 87.), Herbert í Lon Jacobsen, Klæmint Matras (liðf.), Alex José Dos Santos - Bergur Midjord, Fróði Benjaminsen, Mikkjal Thomassen, Johan V. Gunnarsson - Hanus Thorleifsson (Johan Ellingsgaard 61.), Amed Davy Sylla (Bárður H. Joensen, 75.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Magnus E. Poulsen, Okeke Obele Onyebuchi, Sigurd Carlsson, Ásbjørn V. Gunnarsson Venjari: Sigfríður Clementsen Hjálparvenjari: Magni Mohr Liðleiðarar: Áki Mørk, Bárður Olsen Stjóri: Kristjan á Neystabø Lækni: Bjarni á Steig Fenerbache: Rustu Recber - Serkan Balci (Kerim Zengin, 70.), Can Arat, Onder Turaci, Umit Ozat (liðf.) - Mehmet Yozgatli, Marco Aurelio Prazeres, Ugur Boral - Semi Senturk, Alexsandro (alex) De Souza (Olgan Adin, 81.), Tuncay Sanli (Murat Hagioglu (65.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Volkan Demirel, Servet Getin, Mahmut Hanefi Erdogdu, Zafer Biryol Venjari Artur Antunes Coimbra (Zico) Hjálparvenjari: Moraci V. Santanna Tulkur: Samet Guzel Manager: Volkan Balli Lækni: Ethem Kavukgu Fysioterapeutur: Michael Schulten FAKTA Bill verður høvuðsvenjari Fyri stuttum boðaði B68 frá, at felagið hevði sett klaksvíkingin Bill McLoud Jacobsen sum høvuðsvenjara fyri yngru lið felagsins. Tað er hann eisini framvegis, men nú er so greitt, at Bill eisini skal venja Formula-liðið hjá felagnum. Undan 1-1 javnleikinum móti ÍF í 16. umfarinum valdi felagið at siga Jóannes Jakobsen úr starvinum, og síðani hevur verið leitað eftir nýggjum venjara. Og hendan metir felagið seg nú hava funnið. Áðrenn hann kom á Toftir, hevði Bill í hálvtannað ár ábyrgdina av besta liðnum hjá FS Vágum, men tað samstarvið steðgaði tó í vár. Á heimasíðuni sigur B68, at tey hildu tað vera skilabest við eini føroyskari loysn, soleiðis at felagið fær ein venjara, sum kennir til føroysk fótbóltsviðurskifti. -mørk Arnold aftur í KÍ Eftir at hann í fyrru helvt av kappingarárinum hevur spælt við ÍF, verður Arnold Joensen nú aftur at síggja í KÍ. Hetta skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari. Blaðið veit eisini at siga, at Arnold møguliga er partur av hópinum, sum leygardagin skal spæla Festival- og Formuladyst móti oddaliðnum, EB/ Streymi. -mørk – Teir vóru skjótari enn vit, og teir hoppaðu hægri, plagdi Henrik Larsen at taka til, tá hann hevði leiðslu av landsliðnum. Og tað sama var eisini galdandi, tá B36 t‡sdagin royndi seg móti krútsterka Fenerbache Mynd: Álvur