mikudagur 2. august 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 146 - 2. august 2006 ]
Føroyska liðið rakti
stongina tvær ferðir
seinastu løtuna, og
í staðin vóru tað
onglendingar, sum
struku avstað við
sigrinum
NM-KAPPING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Føroyska liðið stóð sterkari
í myndini enn tað enska,
men kortini vóru tað bretar,
sum fingu øll trý stigini við
sær av vøllinum í Klaksvík
í dag.
Talan var um ein rættiliga
javnan dyst, og mótstøðan
føroyingar fingu í gjár var
munandi harðari enn tann
norðmenn borðreiddu við í
mánadagin. Og hóast bretar
vóru tað yngri enn okkara
U19-landslið, so vóru teir
líka fyri sum føroyingar á
øllum økjum.
Tá vanliga leiktíðin var
farin stóð var framvegis
talan um ein málleysan
dyst. Tá hevði tað tó ligið
í luftini longi, at eitt mál
var ávegis, tí minuttirnar
framman undan høvdu før
oyingar rakt stongina tvær
ferðir og bretar høvdu rakt
yvirleggjaran einaferð.
Útvísing og mál
Tá eitt korter var eftir av
vanligu leiktíðini, valdu
føroyingar at satsa frameft
ir. Tveir defensivir leikarar
vórðu fluttir longur fram á
vøllin í eini roynd at vinna
dystin, tí tað var als ikki
nøkur ómøgulig uppgáva.
Hetta var eisini um at
geva úrslit og kasta mál av
sær til Føroyar, men gav
tað eisini onglendingum
møguleikar fyri at kontra.
Hetta kostaði í hinum
endanum, tí tá nakrir fáir
minuttir restaðu í, slapp ein
onglendingur einsamallur
móti verjuskansanum Jóhan
Davidsen. Í nærdystinum
fer
onglendingurin
um
koll og linjuverjin veitraði
og segði, at Jóhan nýtti
neyðbremsuna. So var bara
eitt at gera hjá dómaranum,
og tað var at vísa Jóhan
Davidsen av vøllinum.
Hetta var ein avgerð, sum
ikki fall í góða jørð hjá
føroyingunum, og royndu
teir eisini at vísa á, at Sam
Jacobsen var beint við, og
at tað tí ongantíð kundi
vera talan um neyðbremsu
frá Jóhan Davidsen. Hetta
nyttaði tó lítið og avgerð
dómarans stóð við.
Fáar minuttir seinni skora
onglendingar so einasta
málið í dystinum. Teir
reka niðan í høgru síðu og
sleppa sær í millum bakkin
og miðverjuleikaran. Síð
ani verður smekka til, bólt
urin situr í netinum og ong
lendingar skoraðu harvið
einasta málið í dystinum,
sum eisini var eitt av tí
vakra slagnum.
Uppborin sigur
Soleiðis endaði dysturin
við einum 0-1 sigri til Ong
land. Ein herskin biti at
svølgja, men sigurin var
uppiborin hóast tað leik
aði javnt á stóran part av
dystinum.
Onglendingar
kendu sína vitjunartíð,
meðan Føroyar ikki tóku
av møguleikunum, tá teir
stóðu teimum í boðið.
Næsta uppgáva hjá U19
verður í Runavík hósdagin,
har teir skulu leika ímóti
Svøríki.
Øðrvísi treytir enn vanligt
Føroyska U19-landsliðið hevur í hesi kapping fingið ein leiklut, sum teir ikki eru vanir
at átaka sær. Leikararnir eru tvey ár eldri enn restin av mótstøðuleikarunum og tað
merkir, at teir eru minst líka væl fyri, um ikki betri, enn restin.
Hetta hevur við sær, at teir nú skulu inn at skapa dystin og ikki verja borg, sum teir
annars ofta gera.
Í dystinum móti finnum lá væl fyri at skapa dystin og skaptu teir eisini eina rúgvu
av møguleikum. Móti onglendingum var ætlanin tann sama, men komu teir ikki fram
til heilt so nógvar málmøguleikar, sum teir høvdu ætlað. Kortini spældi føroyska liðið
væl, og tað verður mett at vera sera umráðandi.
Bill McLeoud Jacobsen er venjari hjá føroyska U19-landsliðnum og hann heldur, at
kappingin lið hansara nú er við í er kærkomin.
– Hetta eru heilt øðrvísi treytir vit spæla undir enn vanligt. Vit eru vanir at skula
leggja størst vekt á verjupartin og at stríðast fyri, at mótstøðuliðið ikki sleppur í
gjøgnum hjá okkum. Nú skulu vit inn at vera við at skapa dystin, tí teir vit spæla ímóti
her, eru á sama støði sum vit hóast teir eru tað yngri, greiðir landsliðsvenjarin frá.
Hetta hevur samstundis møguligar broytingar í vanligu uppstillingini, og at venjarin
má leggja dent á aðrar partar enn hann vanliga ger.
– Vit hava at kalla ikki hugsa um verjupartin undan hesum dystunum, tí vit vilja vera
við at mynda dystin, tá vit nú hava møguleika fyri tí. Í heyst skulu leikarar okkara aftur
til eina kapping, men verður tað ímóti leikarum á teirra aldri. Tá skulu vit nokk fáa
verjupartin royndan, so nú royna vit at hugsa fram eftir vøllinum, tá møguleiki er til
tess, sigur Bill McLeuod Jacobsen, venjari hjá U19-landsliðnum.
-rwd
Føroyar U19 – Ongland 0-1 (0-0):
Kundu vunnið men mistu alt
Atgongumerki til Skotlands-
dystin
Fótbóltssambandið hevur á heimasíðu síni boðað frá, at tey nú hava
fingið boð um, hvar føroysku áskoðararnir skulu hýsast, tá Føroyar
tann 2. september vitja á Celtic Park.
Føroysku áskoðararnir skulu her sita á suðurendanum av stadion,
og nú ber so til at bíleggja sær at atgongumerki.
FSF heitir á fólk um at bíleggja hesi sum skjótast, við at senda
teldubræv til fsf@football.fo. Kostnaðurin fyri atgongumerkini er
215 kr. fyri hvørt.
-mørk
Keikti fótin
Tað tóktist sum sera álvarsligur skaði, tá Hanus
Thorleifsson hjá B36 mátti berast av vøllinum. Hetta
hendi, tá hann ein av bestu møguleikunum hjá B36 í
dystinum, men varð tacklaður hart í skotroyndini.
Eftir dystin høvdu vit orðið á Bjarna á Steig, sum er
lækni hjá B36, men hann væntaði ikki, at talan var um
heilt álvarsligan skaða.
- Hann hevur nokk keikt fótin. Enn eru sjey dagar,
til B36 skal spæla aftur, og so fæst at vita, um hann er
tøkur til ta tíð, segði læknin.
-mørk
Føroyar U19 - Ongland 0-1 (0-0)
0-1: Daniel Rose, 80.
Føroyar: Rógvi Ryggshamar -Pætur T. Jørgensen, Sam
Jacobsen, Jóhan Davidsen, Einar Hansen - Oddmar Færø,
Ólavur í Ólavsstovu, John Hansen (Henning Joensen, 46.)
- Kristoffur Jakobsen (Jann Martin Mortensen, 74.), Jón
Krosslág (Ári Samson, 29.), Levi Hansen.
Á bonkinum uttan at koma inn: Niklas Eysturoy, Frank
Poulsen, Mathias Samuelsen.
Venjari: Bill M. Jacobsen
Gult kort: -
Reytt kort: Jóhan Davidsen
Dómari: Tom H. Hagen
FAKTA
Hóast tvey ár á muni var enska
liðið á allar mátara líka væl fyri
sum tað føroyska
Mynd Heini S. Kristiansen