Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 146 - 2. august 2006 ] Føroysku mistøkini vórðu sektaði sera hart í Gundadali í gjár, tá Føroyar og Finnland leiktu í blika logn og bakandi sól, har eisini viðhaldsfólkini vóru fleiri í tali NM-KAPPING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Føroyska liðið mátti vera tveir leikarar fyri uttan í mun til dystin í móti Danmark mánadagin. Tá varð spælt í Klaksvík, og var tað ikki fyrr enn í allar síðstu løtu, at eina stigi glapp teimum av hondum. Í gjár varð aftur spælt, og tað var sjónligt, at leik­ararnir enn ikki vóru komnir seg heilt, eftir strævna dystin í Klaksvík dagin fyri. 3 mistøk og 3 mál Føroyska liðið tóktiskt at vera rættiliga stirvið, tá dyst­urin byrjaði, men tá góðir tíggju minuttir vóru spældir var enn onki mál komið. Hetta merkti tó ikki, at so var sloppið, tí tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin stóð 0-2 á máltalvuni. Fyrsta málið kom, tá eitt lítið korter var spælt. Ein finni slapp onkursvegna at standa púra leysur, og tá málverjin so kom óneyðuga langt úr málinum, lyfti hann bóltin hegnisliga upp um hann, og so var 0-1. Fáar minuttir seinni er aftur galið. Føroyingar rudda ikki burtur, og so kunnu finnar økja um leiðsl­una. Finnar oman á við tveim­ um málum, og mótbrekkan var longu nú vorðin ov brøtt, og møguleikin at vinna seg aftur í dystin var fyri so vítt farin. Tveir minuttir fyri hálv­ leik ger føroyska liðið triðja mistakið, sum kostar mál. Hetta málið var meinlíkt undanfarna málinum, og tóktiskt liðið at vera illa skipað hesa løtuna. Eitt innkast úr vinstru verður tveitt inn í brotsteigin. Før­oyska verjan bara hálv­ klárar, og so er lag á manni hjá finska 10-aranum at leggja bóltin í netið dygst við handaru stong. Føroyingar geva síðani bóltin upp fyri triðju ferð, og nú eydnast tað fyri fyrstu ferð í dystinum at skapa ein veruligan málmøguleika. Ein føroyingur roynir at leggja bóltin inn til áleyp­ aran, men bólturin tekur í armin á einum finna á vegnum og dómarin dømir brotsspark. Páll Klettskarð átók sær uppgávuna at taka sær av brotssparkinum. Hann fintaði málverjan til vinstru og ósvikaliga trygt setti hann bóltin upp í høgra málhorn. Betri skil á Í seinna hálvleiki var før­ oyska liðið nógv betri við. Liðið varð umskipað nakað í mun til fyrra hálvleik, og hetta vísti seg at vera skilagott, tí nú stóðu menn nógv betri í verjupartinum, samstundis sum tað eisini byrjaði at rigga fram eftir vøllinum. Tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki fáa føroyingar ein risa møgu­leika. Sámal Jákup Djurhuus er staddur á miðjuni í høgru síðu og leggur ein framúr góðan bólt heilt niðan í 5-meturin. Men ólukkutíð fær góða sendingin ikki ta lagnu hon hevði uppiborið, tá ein føroyingur í eini roynd at raka málið, sparkar bóltin langt upp um. Minuttin seinni er aftur um reppið, at Føroyar skora. Páll Klettskarð leggur ein góðan bólt innfyri, men stútarin frá einum føroyingi fer beint framvið málinum. Tá føroyingar ikki duga at taka av møguleikunum, tá teimum stendur tað í boði, so duga finnar í hinum endanum. Teir fara upp í vinstru síðu og bólturin verður lagdur innfyri. Ein finni og ein føroyingur fara upp í ein luftdyst, og har verður finnin oman á og skallar bóltin í netið. Hetta hendi tá 57 minuttir vóru spældir, og aftan á komu nakrir møguleikar til báðar partar, har tó onki mál spurdist burtur úr. Serliga kjansurin sum maðurin við 9-talinum á bakinum fekk, tá eitt lítið korter var eftir at spæla, var stórur. Men tíverri fór skot hansara fór beint framvið stongini, eftir at hann annars hevði sýnt frálíkt álopsspæl og sett ein verjuleikara av sær. Hampiligt úrslit Sum heild kunnu føroyingar vera hampiliga væl nøgdir við avrikið í Gundadali í gjár. Í fyrra hálvleiki var liðið als ikki klárt, og finnar revsaðu hesum hart. Í seinna hálvleiki gekk tó munandi betur, og áttu føroyingar tá at fingið okkurt málið aftrat. Men so var ikki, og tí endaði dysturin við einum 4-1 sigri til íslendingar. 7 mál í grannauppgerð Svøríki og Noreg brustu í gjár saman í einum braki av eini grannauppgerð. Heili sjey mál vórðu gjørd í dystinum á Svangaskarði, sum byrjaði kl. 14.30. Tað vóru norðmenn, sum fingu betru byrjanina, tá Marcus Pedersen legði teir á odda tá 20 minuttir vóru spældir. Men hetta vildu sviar ikki hava sitandi á sær, og upp á tveir minuttir skoraði Astrit Ajdarevic tvær ferðir. Hetta gjørdi hann, tá tað restaðu góðir tíggju minuttir av fyrra hálvleiki, og svenska leiðslan helt sær líka til hálvleik. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik høvdu sviar skorað tvær ferðir, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Tey bæði málini høvdu Dejan Doslic og Simon Helg gjørt. Og tá ein tími var spældur skeyt Michael Jidsjø seinasta svenska málið í dystinum. Tí hevði tað onki annað enn kosmetiskan týdning, tá Marcus Pedersen, sum skoraði fyrsta málið í dystinum, eisini skoraði seinasta málið, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 5-2 til Svøríki. -rwd Danir bastu íslendingum Grannar okkara fyri norðan høvdu tað trupult í móti dønum úti á Argjum seinnapartin í gjár. Okkara U17 landslið tapti mánadagin tepurt fyri Danmark - 0-1 var úrslitið tá. Nú skuldu íslendingar so royna seg ímóti dønum, men verri gekk hjá teimum enn tað hevði gingist okkum. Fýra mál komu í dystinum - trý til danir og eitt til Ísland. Tá eitt korter var spælt av dystinum løgdu danir seg á odda við máli sum Thomas Juel- Nielsen gjørdi. Góðar fimm minuttir seinni svaraði Ísland aftur, tá Viðar Kjartansson javnaði fyri Ísland. Hesin sami maðurin skoraði eisini tvey mál ímóti Finnlandi, so sigast má, at talan er um ein vandamiklan harra. Javnleikurin helt sær til farið var til hálvleiks. Tvey mál komu aftrat í dystinum, og bæði málini fullu til Danmark. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin legði Andreas Moos Danmark á odda, og ein minutt fyri leiklok staðfesti hann sigurin, tá hann skoraði málið til endaliga úrslitið 3-1. -rwd Føroyar U17 - Finnland 1-4 (1-3): Mistøkini vórðu sektað hart Føroyar - Finnland 1-4 (1-3) 0-1: André Karring, 14. 0-2: Jaako Ruuskanen, 19. 0-3: Jaako Lepola, 38. 1-3: Páll A. Klettskarð, 40. 1-4: Jaako Ruuskanen, 56. Føroyar: Hans Jørgensen - Sámal Jákup Djurhuus (Uni Holm Johannesen), Rógvi S. Holm, Heri H. Nesa, Viljormur H. Davidsen (Gunnar Thomsen) - Erland Berg Danielsen, Andrias Ellingsgaard (Klæmint Olsen), Gunnleif Olsen, André Olsen (Erling Jacobsen) - Páll Klettskarð, Jóhan Símin Edmundsson. Venjari: Pætur S. Clementsen Gult kort: Rógvi S. Holm Reytt kort: - Dómarar: Sævar Jonsson, Regin Egholm, Jónleif Fredriksen. FAKTA Í seinna hálvleiki var føroyska liðið nógv betri skipað, bæði í verjupartinum og í álopspartinum Mynd Álvur Haraldsen Gravesen aftur í rok Danski miðvallarleikarin hjá Real Madrid, Thomas Gravesen, er aftur komin í rok í spanska høvuðsstaðnum. Undir venjing taklaði hann brasiliumannin Robinho. Talan var um eina harða takling, og Robinho fann seg ikki í hesum og slóg Gravesen, sum síðani slóg aftur og so var rok. Hetta vita spanskir fjølmiðlar at siga, og á heimasíðuni www.as.com eru myndir at síggja frá tilburðinum. Gravesen er framman undan spáddur at vera ein av teimum mongu leikarunum, sum skulu seljast í næstum, og hetta hevur neyvan bøtt um møguleikar hansara í felagnum. -rwd Skallarin hjá Zidane vorðin tónleikahitt Í finaluni í heimsmeistarakappingini kom Zidane í andglettin, tá hann skallaði ein italiumann niður. Videoupptøkur og myndir frá hendingini vóru at síggja í alheimsins fjølmiðlum dagarnar aftaná, og fyri vikum síðani komu eisini telduspøl á alnótini, har tú kanst vera Zidane og síðani skalt tú royna at skalla italiumenn niður. Tað seinasta nýggja við Zidane og skallaranum er ein sangur. ”Zidane il a tapé - version Coup de Boule” eitur sangurin, og leystliga umsett til føroyskt eitur hann ”Zidane hevur sligið - skallaraútgávan. Sangurin byrjaði sum ein lítil skemtisangur, men nú er hann vorðin eitt stórt hitt í Frankaríki, og verður hann spældur á bæði náttklubbum og dansistøðum. -rwd