hósdagur 3. august 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 3. august 2006
5
tíðindi
- 1. flokkur, sum fer í skúla nú,
skal PISA-kannast í ár 2015
Fyri fyrstu ferð kemur ein
føroysk frálærubók í ensk
um út, sum gevur skúla
børnunum møguleika at
læra enskt umvegis før
oyskt, og ikki umvegis
danskt ella enskt, sum fyrr.
Hetta
kann
vera
ein
ábending um, at vit nú í
størri mun enn áður brynja
okkum út til at fara út í
heim ella at taka ímóti
heiminum í alheimsgerðini,
sum so nógv verður prátað
um.
Í løgmansrøðuni verður
sett út í kortið at á vári í
2009, tá ið næsta PISA-
kanning verður gjørd skulu
vit vera líka væl fyri sum
hini Norðanlondini – tað
vil so helst siga, at vit fáa
nøkulunda sama miðalúrslit
í PISA 2009.
Hini Norðanlondini
Formaðurin í Føroya Lær
arafelag, Magnus Tausen,
er væl nøgdur við tað, sum
varð tikið fram í røðuni og
er spentur eftir at vita, hvat
fer at koma burturúr. Men
hann slær fast, at okkurt
má av álvara setast í verk
nú vit nærkast 2015. Um 11
dagar fara tey børnini, sum
í 2015 skulu í PISA-kann
ing, í 1. flokk kring alt
landið.
– Mær dámar væl, at tað
verður tikið fram í løg
mansrøðuni. Men spurn
ingurin er nú, hvat skal so
til?
Formaðurin peikar á, at
undirvísingarstøðið, sum
føroysku
skúlabørnini
koma ígjøgnum í teirra
skúlagongd skal vera tað
sama sum í øðrum norðan
londum, um vit vilja koma
uppá teirra støði. Hetta er
alneyðugt, men samstundis
fer tað at kosta, undirstrik
ar Magnus Tausen av
gjørdur.
Hann fortelur, at í hinum
Norðanlondunum
fara
børnini í skúla, tá ið tey
eru 6 ár. Tað er eitt ár áðr
enn føroysku skúlabørnini.
Og afturat hesum, so hava
tey fleiri undirvísingar
tímar enn okkara.
– Vit muga hava líka
nógvar tímar – tvs. uml.
20-25 % meiri – í byrjanar
undirvísingini,
um
vit
skulu koma uppá tað sama
undirvísingarstøðið
hjá
hinum Norðanlondum.
Eisini skal nakað gerast
við førleikan hjá lærarun
um. Har er brúk fyri at
dagføra førleikan, sum
afturúrsigldur.
Lærarar
skulu í eina støðuga eftir
útbúgvingarskipan, eins og
í hinum Norðanlondunum.
Tann triði týdningarmik
li luturin, sum Magnus
Tausen eftirlýsir, er mangl
andi støðið á føroyskum
undirvísingartilfari yvir
høvur.
– Hvør er týdningurin
av, at føroyska undirvís
ingartilfarið als ikki er
sama á støðið við undir
vísingartilfarið í Danmark,
spyr formaðurin í FL.
Hann heldur, at kom
munurnar skulu gera eitt
betri arbeiði við at fáa
gagnnýtt tað føroyska til
farið, sum er – soleiðis, at
ikki fleiri bøkur bara verða
standandi.
Føroya Skúlabókagrunn
ur er einasta forlagið í
Føroyum, sum arbeiður við
eini miðvísari útgávuætlan,
ið skal nøkta tørvin á
undirvísingtilfari í øllum
skúlaverkinum og, sum
eisini skal vera í tráð við
lesiætlanin. Forlagið er ein
landsstovnur undir Menta
málaráðnum. Tá ið skúla
bøkur verða keyptar, so er
tað kommunurnar, sum
keypa tilfarið inn. Kom
munurnar hava ábyrgdina
fyri skúlabygninginum og
eisini undirvísingartilfari
num.
Stórur tørvur
eftir føroyskum
undirvísingartilfari
Wenche Andreassen er
marknaðarfólk á Føroya
Skúlabókagrunni,
hon
marknaðarførir m.a. bóka
útgávur, fylgir við tí, sum
kemur út og kannar eftir,
hvat selur og ikki. Á
forlagnum hava tey eitt
nærum dagligt samskifti
við skúlaverkið. Hon for
telur frá einum alsamt
vaksandi tørvi innan skúla
verkið.
– Tað er ein sannroynd,
at tørvurin á føroyskum
undirvísingartilfarið er
stórur. Men vit verða noydd
at raðfesta, tí vit hava eina
avmarkaða fígging at arb
eiða við.
Wenche vísir, at í summ
um førum keypir mann
danskar bøkur, tí mann er
noyddur til tað. Hon peikar
eisini á, at tá ið ein lærari
manglar tilfar, so er tað
upp til hann sjálvan at
syrgja fyri tilfarinum – tá
blívur tilfarið sera ymiskt
frá skúla til skúla.
- Tað hevur stóran týdn
ing, at lærubøkur hava ein
ávísa dygd, tá ið tær koma
út. Bókin skal bæði hava
dygd, tá ið umræður tað
málsliga, tí viðvíkjandi frá
læruhátti og tað fakliga.
Skúlabókagrunnurin legg
ur dent á at geva bókarøðir
út, sum eru eitt dygdargott
amboð hjá lærarum í dag
ligu undirvísingini. Tá ið
skúlar velja danskt tilfar
framum føroyska tilfarið,
so gongur tað út yvir før
oysku skúlabókaútgávuna.
Wenche Andreassen sigur
eisini frá, at mann eisini
hevur hoyrt um, at læru
bøkur verða kopieraðar.
– Hetta er jú fyrst og
fremst ólógligt. Og so gag
nar hetta jú á ongan hátt
føroysku skúlabókaútgáv
uni.
Magnus Tausen slær fast
og endurtekur, at teir
tríggir avgerandi lutir, sum
vit av álvara verða noydd at
brúka penging uppá eru
hesir: Eina eftirútbúgving
arskipan av lærarum, fleiri
tímar og so muga vit fáa
gjørt nakað við okkara
føroyska undirvísingartil
far, sum vit muga gagnnýta
tað betri.
Tað má sigast at, núver
andi undirvísingarstøðið,
sum vit hava, stendur ikki
í mát við hini norður
lendsku.
– Skúlaverkið, sum er grundarsteinur í Visjón 2015, fær eisini
fremstu raðfesting.
– Næsta PISA-kanningin verður á vári 2009, og tá skulu
Føroyar vera líka væl fyri sum hini Norðanlondini.
Frá framløgu løgmans á ólavsøku 2006
SITAT
Nú í heyst verður orðaskifti í løgtinginum
um fólkaskúlan
• Aðalorðaskifti um fólkaskúlan
Endamálið við orðaskiftinum er at fáa at vita, hvørjar
hugsanir tingmenn hava um, hvussu skúli okkara skal
verða skipaður í framtíðini. PISA-undankanningin og
tilráðingarnar frá einum PISA-átaksbólki verða partar av
hesum orðaskifti.
Mál, ið mentamálaráðharrin ætlar
sær at leggja fyri tingið í vár:
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um
fólkaskúlan
Endamálið við uppskotinum er at fáa ásetingar
um, hvussu farast skal fram í setanarmálum, tá ið
skúlaleiðarin er ógegnigur, og at útvega heimildir fyri
framhaldandi økissetan av lærarum.
• Uppskot til løgtingslóg um Lærdan háskúla og um
samskipan av hægri
útbúgvingumEndamálið við uppskotinum er at
samskipa ávísar hægri útbúgvingar í Føroya lærda
háskúla.
• Uppskot til løgtingslóg um læraraútbúgving
Endamálið er at nútímansgera útbúgvingina og skipa
hana á bachelorstigi.
• Uppskot til løgtingslóg um pedagogútbúgving
Endamálið er at nútímansgera útbúgvingina og skipa
hana á bachelorstigi.
• Aðalorðaskifti um miðnámsútbúgvingar
Endamálið er at fáa orðaskifti um, hvussu gymnasialu
miðnámsútbúgvingar eiga at verða skipaðar í framtíðini.
Álitið frá nevndini, ið endurskoðar gymnasialu miðnáms
útbúgvingarnar, verður partar av hesum orðaskifti.
FAKTA
– 1. flokkur, sum
fer í skúla nú, skal
PISA-kannast í ár
2015, so vit mugu av
álvara taka okkum
um reiggj, um vit
skulu røkka málinum
um at gerast millum
heimsins fremstu
lond. Men eg meti
hetta vera væl møgu
ligt, men tað fer at
kosta. Og í 2009 er
tað tey, sum nú fara
í 6. flokk, sum skal
kannast, staðfestir
formaðurin í Føroya
Lærarafelagi, Magnus
Tausen.
Í heyst verður
orðaskifti í tinginum
um fólkaskúlan, meiri
um løgmansrøðuna á
síðu 6 og 7.
FÓLKASKÚLIN
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
14. august fara tey børnini,
sum í 2015 skulu í PISA-
kanning, í 1. flokk kring alt
landið.
Savnsmynd
Magnus Tausen, formaður
í Føroya Lærarafelag. Hann
slær fast, at okkurt ítøkiligt
má setast í verk, og tað
skjótast gjørligt.