hósdagur 3. august 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 147 - 3. august 2006
tíðindi
Tað politiska heystið er byrjað
Ólavsøkan er farin aftur um bak,
og løgmaður hevur stungið út í
kortið, hvørja leið hann heldur,
tjóðin skal ganga.
Í løglistanum, sum er partur av
frágreiðing løgmans á ólavsøku,
sæst, hvørji mál okkara lands
stýrismenn - har eru bara menn
- og teirra ráð arbeiða við. Hesi
mál skulu eftir ætlan verða løgd
fyri tingið í hesi setu, sum júst er
byrjað.
Samstundis er fjørðurin hjá
verandi samgongu hálvrógvin,
sum løgmaður sjálvur tók til í
røðu síni á ólavsøku, tí hetta er
seinasta heila tingsetan í hesum
valskeiði. Løgtingsval skal nevni
liga verða hildið í seinasta lagi
20. januar 2008.
Nøkur av hesum málum verða
eftir ætlan løgd fyri tingið í
heyst, og onnur mál verða løgd
fram í vár. Her varpa vit ljós á,
hvørji mál verða á dagsskránni í
heyst, og hvat býr aftan fyri eina
løgmansrøðu. Hvat okkara mið
fyrisiting skal takast við í heyst,
og ikki minst hvat okkara løg
tingsmenn skulu taka støðu til,
eftir at tey ymsu ráðini hava
gjørt tey búgvin at leggja fyri
tingið í heyst.
Edmund Joensen, løgtingsfor
maður, segði herfyri við Sosi
alin, at nógv stórmál verða løgd
fyri tingið í heyst. Nevnast kunnu
m.a. viðgerðirnar av møguligari
broyting av lóg um vinnuligum
fiskiskapi, møguliga yvirtøku av
fólkakirkjuni, sum Mentamála
ráðið hevur arbeitt við síðan
1998, einskiljing av Føroya tele
og aðalorðaskifti um fólka
skúlan.
So kann ein siga, at góð ráð
eru dýr. Her síggja vit, hvat ráðini
hjá teimum ymsu landsstýris
monnunum arbeiða við.
Metið sjálv!
Hvat ger Landsstýrið? Vit
hava hugt eftir, hvørji mál
okkara landsstýrismenn
ætla at leggja fyri tingið í
heyst, nú farið er undir ta
síðstu heilu tingsetuna í
hesum valskeiðnum
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Frágreiðing um uttanríkispolitikk
Jóannes Eidesgaard, Løgmansskrivstovan
• Frágreiðing løgmans um uttanríkismál
Árliga frágreiðing løgmans um uttanríkismál verður nú
uppafturtikin. Frágreiðingin hevur sum endamál at
kunna Løgtingið um árliga virksemi Føroya á
uttanríkispolitiska økinum, umframt at boða frá
áleikandi átøkum í framtíðini.
Skattalætti og tillaging av mvg til
bústaðarpolitikkin
Bárður Nielsen, Fíggjarmálaráðið
• Uppskot til løgtingslóg um Landsbanka Føroya
Ætlanin er at leggja uppskot um nýggja lóg um
Landsbanka Føroya fyri Løgtingið.
• Uppskot til løgtingslóg um Hagstovu Føroya
Ætlanin er at leggja uppskot um nýggja lóg um
Hagstovu Føroya fyri Løgtingið.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um landsskatt
og kommunuskatt (Skattalógin)
Ætlanin er at fremja ymiskar tillagingar og broytingar í skattalógini.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin)
Ætlanin er at halda fram við at veita skattalætta, soleiðis sum semjan millum
samgonguflokkarnar sigur. Ymiskar tillagingar verða eisini gjørdar í lógunum.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg
um framleiðslu og innflutning
Ætlanin er at gera tillagingar í punktgjøldunum og í meirvirðisgjaldslógini. Ætlanin
er eisini at tillaga mvg-lógina til bústaðarpolitikkin hjá samgonguni. Fyri at styrkja
eftirlitið við vørum og tænastum er ætlanin at gera tillagingar í tolllógini.
• Hjálpisáttmálar
Ætlanin er, at Føroyar skulu gerast partur av OECD-hjálparavtaluni í sambandi við
skattamál.
• Uppskot til lóg um skrásetingargjald á motorakførum
Ætlanin er at broyta skrásetingargjaldið til eitt umhvørvisgjald.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um ferðagjald
Ætlanin er at gera tillagingar í lógini.
• Uppskot til ríkislógartilmæli um at gera dagføringar í »anordning nr. 86 af 10.
februar 2006 om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed«
Ætlanin er at dagføra lóggávuna.
• Uppskot til ríkislógartilmæli um at gera dagføringar í anordning nr. 87 af 10. februar
2006 om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v.
Ætlanin er at dagføra lóggávuna, soleiðis at hon er í samsvar við donsku lóggávuna.
Nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap og
endurskoða brunatrygdina
Bjørn Kalsø, Fiskimálaráðið
• Uppskot til løgtingslóg um áseting av fiskidøgum
Endamálið er at taka partin um áseting av fiskidøgum
úr lógini um vinnuligan fiskiskap og seta hann í
serstaka løgtingslóg, sum síðan kann verða tillagað á
hvørjum ári. Á henda hátt slepst undan at leggja
uppskot um at broyta løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap fyri tingið á hvørjum ári.
• Uppskot til løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Endamálið er at leggja fram nýtt og endurskoðað uppskot til løgtingslóg um
vinnuligan fiskiskap.
• Uppskot til løgtingslóg um fiskileiðir og friðingar o.a.
Endamálið er at taka partarnar um áseting av fiskileiðum og friðingum úr lógini um
vinnuligan fiskiskap og seta teir í serstaka løgtingslóg, tí hesir partar venda sær ikki
beinleiðis til vinnuna, men eru at meta sum ytri karmar. Reglurnar verða samstundis
endurskoðaðar.
• Uppskot til løgtingslóg um fiskiskap í áum, vøtnum, ósum og løkum
Endamálið er at fáa betri hóskandi reglur á økinum. Verandi lóg um vinnuligan
fiskiskap heimilar landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at gera reglur fyri
fiskiskapi eftir laksi og sílum, hóast talan er ikki um vinnuligan fiskiskap.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um brunatrygd
Endamálið er at endurskoða og dagføra reglurnar um brunatrygd, m.a. í sambandi
við at fáa ment tilbúgvingina í Føroyum.
Einskiljing av Føroya tele og
trygging mótvegis avleiðingum
av arbeiðsskaða
Bjarni Djurholm, Vinnumálaráðið
• Uppskot til løgtingslóg um talgildar undirskriftir
Lógaruppskotið hevur sum endamál at fremja trygga
nýtslu av talgildum undirskriftum.
• Uppskot til løgtingslóg um heimild at einskilja
P/F Føroya tele
Lógaruppskotið hevur sum endamál at heimila landsstýrismanninum at selja partar
av Føroya tele ella alt felagið.
• Uppskot til løgtingslóg um kapping
Lógaruppskotið hevur sum endamál at skapa karmar fyri einari virknari kapping og
einum virknum eftirliti.
• Uppskot til ríkislógartilmælir um ársroknskap, partafeløg, smápartafeløg og
vinnurekandi grunnar
Ríkislógartilmælini hava til endamáls at dagføra og tillaga galdandi lógir til altjóða
reglur.
• Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða
Ætlanin við lógaruppskotinum er at dagføra og tillaga reglurnar á økinum, so at tær
eru í samsvari við lóggávuna í øðrum Norðurlondum.