hósdagur 3. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 3. august 2006
tíðindi
Yvirtøka av kirkjuni og aðalorðaskifti
um skúlan
Jógvan á Lakjuni, Mentamálaráðið
• Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg
um skúlafyrisiting
Við teimum lógum, sum lýstar eru síðan yvirtøkuna av
skúlaverkinum, er innihaldið í lógini stigvíst avtikið, og
tí verður lógin sett úr gildi.
• Uppskot til løgtingslóg um filmseftirlit
Endamálið er at umskipa Filmseftirlitið til ein eftirlits-, ráðgevingar- og
kunningarstovn.
• Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ítróttaranlegg
Endamálið er at skipa studningin til ítróttaranlegg við lóg.
• Uppskot til verklagslóg um at víðka útvarpshúsið til kringvarpshús
Endamálið er at savna virksemi Kringvarpsins undir einari lon.
• Uppskot til løgtingslóg um limaskap í kirkjuni og at loysa sóknarband
Lógaruppskotið er um, hvussu ein verður tikin upp sum limur í fólkakirkjuni og
hoyrir til kirkjusókn, um hvussu ein loysir sóknarband til prest í aðrari kirkjusókn, og
hvussu limaskapur endar.
• Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkjur, kirkjuráð og próstadømisráð
Lógaruppskotið er um reglur fyri, hvussu kirkjur kunnu verða nýttar, og hvør hevur
ræði á teimum, og um hvussu kirkjuráð og próstadømisráð skipa seg og virka.
• Uppskot til løgtingslóg um kirkjulig val
Lógaruppskotið er um, hvussu kirkjuráð og próstadømisráð verða vald.
• Uppskot til løgtingslóg um hægstu stjórn kirkjunnar
Lógaruppskotið er yvirskipað um, hvussu viðurskiftini eru millum
kirkjumyndugleikarnar, og um, hvussu hægstu embætini í kirkjuni verða mannað.
• Uppskot til løgtingslóg um kirkjubygningar
Lógaruppskotið er um, hvussu kirkjubygningar verða umsitnir og vardir, og hvussu
farið verður fram, verður kirkja bygd ella avtikin.
• Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar
Lógaruppskotið er um, hvussu kirkjan verður fíggjað: hvussu kirkjuskattur verður
ásettur og líknaður, meginreglur fyri stuðulin úr landskassanum, og hvussu tikið
verður móti gávum. Harafturat snýr uppskotið seg um, hvussu kirkjuráð,
próstadømisráð og stiftsstjórn sita fyri ognum og rakstri kirkjunnar.
• Uppskot til løgtingslóg um størv í kirkjuni
Lógaruppskotið er um, hvussu prestur verður kallaður og settur, hvørji størv
kirkjuráðið annars kann seta, og hvussu kirkjuráðið kann samsýna teimum, sum ikki
eru í starvi, men røkja størri uppgávur í kirkjuni.
• Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
Endamálið er m.a. at gera eina barnsburðarfarloyvisskipan og at betra um korini hjá
forsyrgjarum.
• Aðalorðaskifti um fólkaskúlan
Endamálið við orðaskiftinum er at fáa at vita, hvørjar hugsanir tingmenn hava um,
hvussu skúli okkara skal verða skipaður í framtíðini. PISA-undankanningin og
tilráðingarnar frá einum PISA-átaksbólki verða partar av hesum orðaskifti.
Aðalorðaskifti um heilsuverkið og
minking av tubbaksnýtsluni
Hans P. Strøm, Almanna- og heilsumálaráðið
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um
kommunulæknaskipan
Ætlanin er at nútímansgera starvssetanina av
kommunulæknum við at leggja hana beinleiðis undir
setanarmyndugleikan, sum er landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsumálum. Í hesum sambandi missir
Ráðið fyri kommunulæknaskipanina einastu eftir
verandi formellu uppgávu sína. Landsstýrismaðurin heldur, at neyðugt er ikki við
slíkum ráði til at tryggja samskiftið við feløgini, ið har eru umboðað, t.e. Kommunu
læknafelag Føroya, Meginfelag sjúkrakassa Føroya og bæði kommunufeløgini.
Landsstýrismaðurin hevur tí ætlan um at fáa undirtøku fyri at taka av Ráðið fyri
kommunulæknaskipanina.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum
Sum er, viðger kærunevndin í almannamálum allar kærur um upptøku til eldra
bústovnar í Sandoynni. Almanna- og heilsumálaráðið er kærumyndugleiki í málum,
sum viðvíkja restini av landinum. Landsstýrismaðurin ætlar tí at fáa undirtøku fyri at
leggja øll slík kærumál til kærunevndina í almannamálum.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um áseting og javning av
almannaveitingum
Inntøkuloftið hjá hægstu og lægstu fyritíðarpensjónistum er í dag hitt sama. Hetta
vil landsstýrismaðurin broyta, so at inntøkuloftið frá 1. januar 2007 hækkar hjá
lægstu fyritíðarpensjónistum og lækkar hjá hægstu fyritíðarpenjónistum. Hvussu
nógv er enn ikki avgjørt.
• Uppskot til broyting í løgtingslóg um almannapensjónir
Ætlanin er at betra um tilskundanina at arbeiða við at lækka mótrokningina í
fyritíðarpensjónini av aðrari inntøku úr 60% niður í 30%.
• Uppskot løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Broytingin í dagstovnalógini skal heimila landsstýrismanninum at áseta gjaldsreglur
á dagstovnaøkinum. Heimild var í barnaforsorgarlógini, sum fór út gildi 1. januar
2006, men henda heimild er ikki í dagstovnalógini.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um almenna forsorg
Ætlanin er at gera nakrar broytingar í forsorgarlógini. Ein broyting er, at brúkari av
stuðulsskipanini fyri vaksin kann varðveita persónliga stuðulin, hóast hann er vorðin
67 ár. Treytin er, at brúkarin fær gagn av stuðlinum, at hann við øðrum orðum
framvegis kann liva eitt virkið lív. Onnur broyting er at fáa greiðari ásetingar um,
hvat hjálparráð fevnir um. Eitt nú hevur Kærunevndin í almanna- og heilsumálum
víst á, at siðvenjan at játta bústaðarbroytingar ikki hevur greiða lógarheimild, og
umráðandi er at fáa slíka heimild. Ein triðja broyting skal áseta rættin til bútilboð við
lóg. Við uppskotinum verður m.a. ábyrgdin fyri bútilboðum til heimleys løgd til
kommunurnar.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um tiltøk at minka um
tubbaksnýtsluna (tubbakslógin)
Endamálið við hesi lóg er at tryggja øllum rættin til at liva og virka í roykfríum
umhvørvi. Hetta verður gjørt við støðugt at víðka um økið, har ikki er loyvt at
roykja. Í lógaruppskotinum verður serliga hugsað um børnini og tey ungu, og
dentur verður lagdur á at forða fyri, at tey fara at roykja.
• Aðalorðaskifti um framtíðar heilsuverk
Nýggja vallóg og sjálvbodnar
kommunusamanleggingar
Jacob Vestergaard, Innlendismálaráðið
• Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
Í sambandi við at nýggjur norðurlendskur sáttmáli um
fólkaskráseting kemur í gildi í heyst, er neyðugt at
dagføra lógina um fólkayvirlit, bæði fyri at tryggja, at
upplýsingarnar í skipanini eru rættar, og fyri at
nýmótans tøkni skal kunna nýtast at skráseta og veita
upplýsingar úr skránni hjá fólkayvirlitinum. Lógin
kemur í staðin fyri løgtingslógina um fólkayvirlit frá 1982.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um fólkanøvn
Endamálið er at tillaga ásetingarnar í lógini um at kalla upp í ættini. Harnæst skal
ásetast, nær tilknýti til eitt bústaðar- ella húsanavn er so tætt, at ein kann fáa loyvi
til navnið.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um val til Føroya løgting
Endamálið við uppskotinum er at broyta útrokningarháttin, tá ið løgtingsval verða
uppgjørd.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um sjálvbodnar
kommunusamanleggingar
Endamálið við uppskotinum er at áseta kommunueindir, ið kunnu samstarva ella
leggja saman, og at heimila fólkaatkvøðum um samanleggingar.
• Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um einnýtisíløt
Endamálið við uppskotinum er at taka av forboðið um at flyta inn til Føroya
einnýtisíløt og at staðfesta reglur um innsavningarskipan.
• Uppskot til ríkislógartilmæli um at broyta »Lov om pas til danske statsborgere
m.v.«
Endamálið við broytingini er at minka um passgjaldið hjá børnum, av tí at børn
ikki longur kunnu verða innskrivað í passið hjá foreldrunum, men skulu hava egið
pass.
• Uppskot til ríkislógartilmæli um »Lov om voldgift«
Endamálið við uppskotinum er at dagføra galdandi »lov om voldgift,« sum varð
sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan í 1975.
• Uppskot til ríkislógartilmæli um »Lov om forældremyndighed og samvær«
Endamálið er at seta donsku lógina um foreldramyndugleika og samveru í gildi í
Føroyum við kongligari fyriskipan.
• Uppskot til ríkislógartilmæli um »Værgemålsloven«
Endamálið er at seta donsku »værgemålsloven« í gildi í Føroyum við kongligari
fyriskipan.