Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 147 - 3. august 2006 tíðindi Trøllapætur og omman hava úr at gera, nú tey rigga til rimmar fram­før­ sluna, sum verður í Klaks­ vík leygardagin. Um ólav­ søkuna tóku tey bæði sær kortini stundir til eitt legg suður til Havnar, tá Ossi helt 700 ára føðingardag í einum fullsettum tjaldi í Kommunuskúlagarðinum. Her fingu vit eisini orðið á Trøllapætur, og vit spurdu hann, hvørt hann og omm­ an høvdu fyrireikað nakað til Summarfestivalin. Ein festivalur, har tey aftur í ár eru millum nøvnini, sum skulu á stóra pallin við Vágs­bø. – Eg veit ikki ordiliga, hvat omma ætlar sær, men hon hevur snakkað óført við Magna Arge hesa seinastu tíðina. Eg haldi, at hon hevur gjørt onkra av­ talu við tyrluskipararnar hjá Atlantic Airways, sum eisini hava hjálpt okkum áður. – Akkurát hvat hon ætlar, veit eg ikki. Men eitt veit eg, og tað er, hon hevur hugt nógv eftir James Bond seinastu tíðina. Serliga hasi scenuni, tá hann hongur úr eini tyrlu. Og so garvill, sum omma er, so kann hon gott finna upp á okkurt líknandi. Rock’n roll Men annars ætla tey bæði trøllini bara at seta ordiligt lív í festivalin, sigur Trølla­ pætur. – Omma elskar rock’n roll, og eg ivist ikki í, at hon hevur biðið Steintór og teir um at finna bæði keyboard og guitara fram. So har verður futtur í fyri allar pengarnar. Og sjálvt um Erling og Jógvan onkra tíð eru eitt sindur súrir við ommu, so rokni eg við, at vit eisini fáa teir báðar at syngja og dansa. Erling hevur eisini vant ordiliga nógv í seinastuni, og nú dugir hann ordiliga væl at spæla klaver. Tað segði Jógvan eisini, tá vit høvdu konsert her í dag. Meira enn tað sama hevði Trøllapætur ikki stundir til hesa løtuna í Kommunu­skúlagarðinum. Fleiri hundr­að børn – og eisini nógv vaksin – vildu tosa við trøllini, og so nyttar lítið at brúka alla tíðina til fjølmiðlafólk. Men eitt man vera púr­ asta víst. Tað er lagt upp til ein knappan tíma, har sangir, spæl, skemt og fjas til børn millum 1 og 100 verður á skránni. Keði­ligt hevur tað ongan tíð verið, tá trøllini bæði og teirra vinir fara á pallin. Talan verður helst um villasta trøllashowið higartil, tá Trølla­ pætur og omman fara á pallin á Summar­ festivalinum Trøllashow Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ossi fylti ikki minni enn 700 ár seinasta fríggjadag. Men tað er óvist, um hann hevur tíð at fara til Klaksvík, ella um hann noyðist aftur til Spania at ansa øllum virkseminum hjá sær Garvilt trøllashow Tað plagar ikki at ganga friðarliga fyri seg, tá trøllini eru á palli. Og tað gjørdi tað heldur ikki í Kommunuskúlagarðinum á ólavsøku Summarfestivalurin hev­ur nú keypt eitt nýtt tjald. Tjaldið er heilar 78 metrar langt og skal nýtast til strekkið frá rund­koyr­ing­ ini við posthúshornið til bygningin hjá Føroya Tele. Tað vil siga, at økið, har allir básarnir plaga at standa, verður nú inni­ lokað. Økið skal nýtast til matstøð, barrir og aðrar sølubúðir. Í hesum sambandi hev­ur Klaksvíkar Timbur­handil játtað at stuðla Summar­ festivalinum. Timburhand­ ilin í Klaksvík fekk nýggj­ ar eigarar í mei-mánaði í ár, og vilja teir hervið gera seg enn meiri sjónligar í nær umhvørvinum. – Summarfestivalurin er eitt serligt tiltak, sum fevnir um allar aldurs­ bólkar. Tískil mettu vit, at tað var eitt sera gott hug­ skot at stuðla tiltakinum, sigur Jónstein Knudsen, stjóri á P/f Snaraløkur, sum eru nýggju eigararnir av Klaksvíkar Timbur­ handli. Hann heldur fram, at Summarfestivalurin kem­ ur øllum við – kanska serliga í Klaksvík – men eisini kring Føroya land. Klaksvíkar Timburhandil er við til at tryggja útbyggingarnar á festivaløkinum í Klaksvík. Summarfestivalur Tíðindaskriv Klaksvíkar Timburhandil og Summar Festivalurin hava gjørt samstarvsavtalu, sum tryggjar útbyggingina av festivaløkinum Klaksvíkar Timbur­ handil stuðlar Summar Festivalinum Saman við Trøllapæturi hevur Trøllaomman í long­ ri tíð hugsað um at gera nakað við tey so væl kendu húsini. Trøll verða jú gom­ ul, og trøllahús halda sum so ikki longur enn hús hjá okkum vanligu menniskj­ um, og tí hava ábøtur verið harðliga tiltrongdar í eina tíð. Men slíkt kostar, og tað er avmarkað, hvussu nógv omman hevur kunnað for­ vunnið sær av peningi við vanligum arbeiði. Bæði tí hon sum heild hevur havt trupult við at halda fast í nøkrum starvi, og tí tað eisini kann er trupult at fáa tíðina at strekkja til, um hon skal hava fult starv, samstundis sum hon skal jagstra leikamafiuna, ferð­ ast til Spaniu at vitja Ossa, gera ræstan fisk og garna­ tálg til Trøllapætur og mangt annað. Men nú sær kortini út til at muna nakað hjá ommu­ ni. Saman við Trølla­pæturi hevur hon forvunnið nak­ að við at geva út filmar, fløgur og onkra bókina eisini, og tí er nakað av peningi komið á bók. Enn er endaliga fígging­ in ikki komin í rættlag, men sum skilst, so er kom­ ið væl áleiðis í hesum. Byggiloyvi og annað kann ofta verða ein trupulleiki, tá talan er um gomul hús. Men málið hevur longu verið fyri á býráðsfundi í Klaksvík, og har tykjast allir partar vera positivt innstillaðir mótvegis ætl­ anini. Trøllaomman byggir hús Húsini úti í Geil skulu bæði um- og útbyggj­ ast. Í løtuni arbeiðir omman við at fígging, men tað roknar hon við kemur í rættlag Trøll Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa Trøllapæturi og ommuni nýggj hús. Og sum skilst restar nú ikki nógv í, áðrenn ætlanin gerst veruleiki