Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 3. august 2006 9 tíðindi Summarfestivalurin byrjar alment í morgin. Men longu í kvøld er eitt slag av upphiting í Virkishúsinum í Klaksvík. Tríggir rættiliga nýggir bólkar fara á pallin fyri at hita klaksvíkingar og Klaksvíkina upp til festivalbrakið Summar­ festivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Virkishúsið er í summarfrí, men í sambandi við festi­ valin leggur húsið í kvøld pall til The Story Ends, Isadora and the Rebels og Budam. Vit hittu Beintu Gregersen leiðara í Virk­ ishúsinum í køkinum á Virkishúsinum. Beinta greiddi frá, at kvøldið í kvøld sum so, ikki er fyrireika av Summarfestivalinum, men at tað eru tey í Virkis­ húsinum, ið hava sett skránna saman, og at tey síðan er sloppin á skránna hjá Summarfestivalinum. Kon­sertirnar í kvøld eru ókeypis, og øll eru væl­ komin eisini tey, ið ikki hava armband til Summar­ festivalin. Hon metir hetta vera eitt gott høvið hjá fólki at støkka inn á gólvið, og vónar eisini at síggja okkurt nýtt andlit millum tey vitjandi. Tað er sum sagt starvs­ fólkið í Virkishús­inum, ið hevur valt luttakandi bólkar. Hetta eru alt bólkar, ið áður hava spælt í Virkishúsinum, og sum hava fingið góða móttøku, serliga var kon­ sertin við Budam heilt serlig, tey ungu stóðu bara og gapaðu av undran um tónleikin, greiður Beinta fra. Virkishúsið hevur einans opið í kvøld, meðan festi­val­ urin er, er húsið afturlatið. Eini 40 fólk, ið skulu starv­ ast á festivalinum gista í hølunum, so á tann hátt er húsið tó partur av hesum stóra tónleikatiltaki. – Summarfestivalurin hev­ ur verið øgiliga góður við okkum, síðan vit byrjaðu, so vit eru sjálvandi eisini góð við Summarfestivalin, sigur Beinta. Summarfestivalurin hevur latið ljóðføri og forstyrkjarar til Virkishúsið, og henda útgerð er komin væl við til øll tey nógvu tiltøkini, ið hava verið í Virkishúsinum. Virkishúsið letur upp aftur 14. august. Beinta sig­ ur, at bæði hon og restin av starvsfólkinum gleða seg til at koma í gongd aftur. Tey byrjaðu virksemið rætti­ liga knappiliga, og hava alla tíðini havt høvdið í vatnskorpinum, men nú eru tey komin uppundan og tí er serliga stuttligt at byrja aftur. 7.000 fólk hava longu tryggjað sær atgongumerki til Summar Festivalin, og ongantíð áður hevur áhugin fyri festivalinum verið so stórur. Fyrireikaranir rokna tí við nýggjum meti, men siga samstundis í mesta lagi 9.000 atgongumerki verða seld Summar­ festivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Summarfestivalurin byrjar í kvøld við smærri konsertum í Virkishúsinum, og hóast stóri pallurin á Vágsbø ikki verður tikin í nýtslu fyrr enn í morgin kl. 19, tá týska songkvinnan Sarah Brendel fer á pallin, so eru nú greiðar ábendingar um, at Summarfestivalurin 2006 verður størsta tón­ leikahending í Føroyum, í øllum førum um vit tosa um áskoðaratal. Fyrireikararnir høvdu í gjárkvøldið selt fleiri enn 7000 atgongumerkið, og hini árini eru sera nógv seld seinastu dagarnar og við portrini., – Áhugin fyri at keypa atgongumerki er framvegis sera stórur, og vanliga verða nógv atgongumerki seld seinastu dagarnar, so vit kunnu vænta, at tað verða fleiri fólk á festivalinum í ár, enn tað vóru í fjør, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparanum. – Tað hevur gingið fram­ úr væl við forsøluni, og atgongumerkini ganga framvegis sum heitt breyð. Vit hava tó sett eitt mark við 9.000 atgongumerki, so at vit kunnu geva øllum okkara festivalgestum eitt gott og trygt upplivilsi, sigur Steintór Rasmussen. Á G!Festivalinum í ár vóru útvið 8.000 atgongumerki seld, tó vóru nøkur av hesum ein dags atgongumerki, ið festivalurin gjørdi av at selja, tá ikki øll 6.000 vikuskiftispassini vóru út­seld. Hetta skapti eitt sind­ur av ónøgd, tí fólk ikki metti, at ikki var nóg væl upplýst um, at ein dags atgongumerki fóru at vera at fáa. Frá Summar­ festivalinum verður sagt, at um atgongumerki verða eftir, tá festivalurin byrjar fríggjadagin, verða einans dagsatgongumerkið seld, tvs. til ber ikki at keypa vikuskiftispass. At­gongumerkni verða seld við dyrnar. Prísurin verður 450 fyri fríggjadagin og 550 krónur fyri leygardagin. Hita upp til Summar­festivalin í Virkis­húsinum Fólkatalið í Klaksvík verður tvífaldað Silvaland tekur skap Í løtuni stríðast fólk í Klaksvík óført við sein­astu fyrireikingunum til Summarfestivalin, ið fer av bakkastokki í morgin. Stóri pallurin og stóra tjaldið eru longu komin upp og nú byrjar eisini Silvaland at taka skap. Hoppiborgir, ein føroyskur bátur og ein sera spennandi klintri­borg eru komin upp. Men handverkarar stríðast enn í stóra bønum, ið verður karmur um stutt­ liga spæliplássi, ið festi­valurin letur byggja til yngru áskoðararnar. nud Beinta Gregersen fyri­ reikar upphitingina til Summarfestivalin