Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 147 - 3. august 2006 Hesi orð runnu okkum í huga, nú vit hoyrdu tjóðveldistingmannin, Finn Helmsdal, sum á løg­ tingsins røðarapalli í gjár endurtók lygninga, hann so mangan hevur ført fram um Sosialin. At Finni Helmsdal ikki dámar Sosialin og fólkini, ið her starvast, tað hevur hann so ofta víst, bæði í skrift og talu. Men harfyri at fara at pástanda, at hann »ikki hevur fingið innivst fyri sínum greinum í Sosialinum í fleiri ár...«, tað er ein loddrøtt lygn, framborin av einum løgtingsmanni á landsins hægsta palli. Hví Finnur Helmsdal førir seg so ómansliga at, skilja vit ikki rættiliga. Dimmalætting fekk eisini toyggið hendan dagin, nú teir sambært sama tingmanni heldur ikki vilja prenta hansara lesarabrøv. Hóast vit bara kundu ypt øksl, tá slíkt verður framborið av einum fólkavaldum, so fellir hetta okkum kortini fyri bróstið. Tí tað er sera vanda­ mikið fyri fólkaræðið, tá ein fólkavaldur persónur soleiðis púra úr leysum lofti sleingir um seg við ósonnum skuldsetingum, bara tí at hann av eini ella aðrari orsøk hevur fingið ilt eyga á einstakar persónar ella fyritøkur. Tað sum serliga órógvar okkum er, at hetta ikki er fyrstu ferð og ikki einastu lygnirnar, sum sami tingmaður førir fram um Sosialin og tess starvsfólk. Øll eru sjálvsagt vælkomin at senda viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin – eisini Finnur Helmds­ dal og øll onnur tingfólk. Sjálvsagt fara vit ikki at útihýsa persónum – og so als ikki av politiskum orsøkum. Hóast onkur kortini kundi freistast til ikki at verið so vinarligur, tá fólk føra seg fram so niðrandi, so ófólkaliga og so órættvíst, sum Finnur Helmsdal ger, so skal hann vita, at hansara framferð eftir okkara tykki sigur meira um hann enn um okkum. So um tað er sinninum, sum tingmaðurin ikki kann stýra, so eigur hann at vita, at sum fólkavaldur løgtingsmaður eigur hann at læra seg at stýra sær serliga væl, tí tað forpliktar at vera fólkavaldsins umboðsmaður. Tað er sera vandamikið, tá fólkavald fólk fara fram við lygnum fyri at røkka egnum málum. Tað eigur Finnur Helmsdal at skriva sær aftan fyri oyrað! Sosialurin – Endurtak eina lygn nóg ofta... Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Men er tað so, at menn í dag sita við eini heilt aðrari Føroyingasøgu, enn hana vit higartil kenna, er tað ongantíð ov skjótt, at hon verður givin út Sjúrður Poulsen SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 viðmerkingar Nakrar viðmerkingar og onkur rættleiðing til tað, ið skrivað og sagt er um stand­ myndina av Sigmundi Brestisson Tað er als einki óvanligt og heldur einki løgið í tí, um ikki øll eru líka samd um týdningin og dygd av tí­líkum listaverki, ið reist verður til minnis um søgu­ ligan persón. Soleiðis hev­ ur altíð verið. Men tá ið nú onkru vil meina, at kirkj­an hevur reist eina av mynd av Sigmundi sum halgi­ menni, er hetta ein stór mis­skiljing. Sigmundur er ongan­tíð tilbiðin ella kosin sum halgi­menni. Men sum Jákup Dahl próstur tekur til í einum av sínum góðu lestrum: “Tað eydnaðist Sig­ mundi at bera tann neistan fram til Føroya um Hvíta­ krist, sum enn birtir ljós og vón millum fjøld av fólki!” Síðani verður eisini ført fram um hesa standmynd, at Sigmundur stendur á einum øvugtum krossi. Hetta er ikki minni misskiljing. Sig­mundur stendur her á eini steinsúlu og starir nið­ ur í sjógv, har bátur flýtur undir. Kanska reika tankar hansara niðan á ber­klett­ arnar á Rakhellu í Dímun, har hann og Tórur frædni fjálturstungnir sótu, meðan pápar teirra vórðu høgdir niður. Ella sær hann her fyri sær skútuna hjá Ravni Holmgarðsfara, tá hann flutti teir til Noregs við tveimum merkrum í silvuri sum gjald fyri at selja teir sum trælir? Men er tað so, at menn í dag sita við eini heilt aðrari Føroyingasøgu enn hana, vit higartil kenna, er tað ongantíð ov skjótt, at hon verður givin út og seld í sølubúðunum. Tróndi gamla dámdi ikki undanførslur og ósannindi. Honum líkaði framferð Tor­ gríms illa so lítið í sambandi við deyða Sigmundar, at hann dømdi bæði Torgrím og synir hans til gálgan fyri at siga ósatt. Kanska er tað hóskandi at tey orð fylgja við her, sum søgd vórðu, tá ið stand­ myndin av Sigmundi varð avdúkað. Um tað mundið, tá ið Sigmundur og Tróndur ráddu í Føroyum fyri tús­ und árum síðani, vórðu orð sum jallur og høvdingi ofta hava á munni ikki bara her í Føroyum, men eisini í londunum uttan okkum. Og sigast kann um hesar báðar menn, at teir vóru mætastu høvdingar, sum nakran tíð ráddu á oyggjunum her. Sigmundur og Tróndur vóru nærmastu skyldmenn, og høvdu báðir gott í at bregða. Ættmenn teirra vóru kongsins hirðmenn bæði í Noregi og Danmør og vóru nógv avhildnir og virdir menn. Í trúarsøkum vóru hesir høvdingarnir als ikki samd­ir, og henda ósemja gjørdist somikið hørð, at hon kostaði teimum báð­um lívið. Svørðini sótu ógvu­ liga leys í slíðrunum hjá monnum um hesa tíð. Eisini her hjá okkum tað sama sum aðrastani. Sigmundur fall fyri svørði ella øks og Tróndur syrgdi seg í hel nakað seinri. Í stuttum kann nokk eing­in lýsa evnini hjá Sig­ mundi og Tróndi betur enn Fríðrikkur Petersen próst­ur, tá ið hann í vakra fostur­ landssangi sínum: Hvørjum man tykja vakurt hjá sær, heitir á føðilandið um at: Uppala síni børn sum móðir rætt, lat tey ei bregða burtur úr ætt. Gev teimum Tróndar skarpa vit, men Sigmunds bjarta hjartalit. Men tað áhugaverdasta í hesum sambandi er tað, at kirkjan í Føroyum so væl hevur megnað at minnast hesar mætu høvdingar. Trónd við at geva hansara vøkru kreddu sum sálma­ ørindi í síni sálmabók: Givnir eru einglar og góðir, og Sigmund minnast vit í kirkjuni í dag við at reisa hesa vøkru standmynd, sum Hans Pauli Olsen hev­ur gjørt. Hetta verður gjørt við góðari hjálp frá grunn­­um og stovn­um, ið vildu stuðla okkum í hesum tiltaki. Teim­um øllum bera vit okk­ara hjartans tøkk. Standmyndin av Sigmundi Sjúrður Poulsen